Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 16 TEMA: Eurovision - Sjálvandi var tað ein fantastiskt kensla, tá introin koyrdi, og mann visti, at 200 milliónir hyggjarar fylgdu við, sigur Per Zachariassen, sum framleiddi Eurovision- sangkappingina í 2014, tá Danmark var vertur PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Í 2013 vann Danmark Euro­ vision-sangkappingina, sum hevði við sær, at Danmark slapp at vera vertur árið eftir. Tá heitti DR á roynda før­ oyska sjónvarpsframleiðaran Per Zachariassen um at hjálpa til við at framleiða stórfingnu Euro­ vision-sangkappingina. - Tað segði eg ja til beinanvegin. Tað hevur altíð verið ein stórur hjá mær at framleitt heimsins størsta sjónvarpsshow, sigur Per Zachariassen sum tá búði og ar­ beiddi í USA. Umframt royndir við sjónvarpi í USA hevur Per Zach­ ariassen staðið á odda fyri stórum donskum verkætlanum sum X-Factor, Talent og Zulu Awards. Tann størsti parturin av Euro­ vision-toyminum í 2014 var eitt danskt toymi. Per Zachariassen var ein partur av leiðslubólkinum, sum var mannaður av fimm fólk­ um, sum høvdu ábyrgd fyri hvør sínum øki. Per skuldi syrgja fyri, at tað bleiv eitt flott og gott show og hevði við hesum ábyrgdina fyri, hvussu tað skuldi upplivast. Tað harða arbeiðið var fyrireikingin Per sigur, at fólk onkuntíð hava lyndi til at gloyma fyrireikingarnar til slíkar sendingar. - Sjálva finalan er í tríggjar og ein hálvan tíma, men sjálvt apparatið er risastórt. Tað var ein stór verkætlan, sum fevndi um nógvar dagar av fyrireiking, og sera nógv fólk vóru blandað uppí alla framleiðsluna. Alt er so talgilt í dag, so tað harða arbeiðið lá í at fyri­reika, programmera og kunna fólk um, hvat fór at henda, sigur Per Zachariassen. Sjarmerandi at byrja á nýggjum Nærum eingin av teimum í toym­ inum hevði roynt at gjørt eina Eurovision-sending fyrr, og tað kravdi, at tey máttu byrja heilt frá botninum. Har eru nakrar rutinur, mann skal fylgja í framleiðsluni av Eurovision, men kortini byrjar mann á nýggjum hvørt ár. - Tá mann kemur til eitt nýtt land, so skal tað landið vera vert­ ur og standa fyri sendingini. Tí byrjar mann nokkso nógv frá byrjan hvørja ferð. Tað er rætti­ liga sjarmerandi og eitt sind­ur órationelt, tí mann tekur nakr­ar royndir við frá teimum und­an­ farnu árunum, men allíkavæl ikki allar royndirnar, sigur Per Zach­ arias­sen. Fantastiskt kensla tá introin koyrdi Aftaná nógvar vikur við fyrireiking til stórfingna finalukvøldið var ar­ beiðið hjá Per Zachariassen sum so liðugt, tá sendingin fór í luft­ ina. Tá kundi hann ikki gera meir, tí arbeiðið hjá honum sum fram­ leiðari gjørt. - Eg kundi bara lena meg aftur og hyggja at sjónvarpi, sjálvt um tað var eg, sum avviklaði tað. Men eg skuldi sjálvandi vera klárur, um okkurt hendi, fortelur Per Zach­ ariassen. Fyri hann var tað eitt einastandandi upplivilsi at standa á odda til eina av heimsins størstu sjónvarpssendingum. - Sjálvandi var tað ein fant­ast­ iskt kensla, tá introin koyrdi, og mann visti, at 200 milliónir hyggj­ arar fylgdu við. Tað kundi ikki umgangast, at tað gav ein spenn­ ing í búkin, pulsurin fór upp, mann bleiv spentur og stoltur. Nógv um oyruni Per Zachariassen hevur nógv jørn í eldinum fyri tíðina. Hann hevur altíð havt nógv at gera, men nú eru uppgávurnar meira spjaddar, enn tær plagdu at vera. Fyri fáum árum síðani hevði hann bara sjón­ eykuna á at framleiða, men í dag framleiðir hann alsamt minni. Hann situr í nøkrum nevndum og hevur gjørt íløgu í nøkur spild­ ur nýggj virki, og eisini er hann konsulentur fyri ymsar verk­ ætlanir. Í næstum kemur til dømis ein matsending á DR, sum hann hev­ur hjálpt til við. Fær hann til­ boð uttanlands, so heldur hann tað altíð vera stuttligt at vera við har. Hjálpt til í Tel Aviv og Avstralia Annars brúkar hann nógva tíð og orku uppá at menna sína egnu fyritøku CuePilot, sum er ein skipan til live-sendingar. Cue­Pilot verður brúkt til live-send­ing­ar hjá fleiri viðurkendum sjón­varps­ rás­um, og eisini verður skip­anin brúkt í stóru Eurovision-sang­ kapp­ingini. Í hesum sambandi er Per Zach­ arias­sen nógv umbiðin í prix- heim­inum, tí hann bæði hevur roynd­irnar og hesa fyritøkuna. Í februar var hann við til at fram­ leiða tað avstralska grand-prixið, og nú er hann akkurát afturkomin úr Tel Aviv í Ísrael, har Eurovision sang­kappingin verður seinni í mai. Í Tel Aviv undirvísti Per Zach­ arias­sen framleiðarunum har í hes­ari skipanini. Tá Per framleiddi Eurovision: - Hevur altíð verið ein dreymur Per Zachariassen stóð á odda fyri stóru Eurovision-sangkappingini í 2014 Mynd: Finn Frandsen/Politiken/Ritzau Scanpix