hósdagur 2. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
15
Í 2010 royndi Jens Marni Hansen seg í danska
grand prixnum við rokksanginum “Gloria”. Hann
var sera væl dámdur og fekk flestar sms-atkvøður
hetta árið. Men hann mátti lúta fyri juryini, sum
ikki meintu, at sangurin hjá Jens Marna hevði tað,
sum skuldi til fyri at umboða Danmark í Eurovision
sangkappingini. Jens Marni Hansen er sannførdur
um, at tað ikki snúði seg um sangin, men um hann
sum persón, tí hann ikki var dani - men føroyingur.
Hvat er Eurovision-
sangkappingin fyri teg?
- Konseptið er fínt, og tað er ein
spennandi kapping. Eurovision
er gevandi fyri eitt land, tí mann
skapar jú eitt fokus gjøgnum
hesa kappingina. Eg vildi hildið
tað, at mann í Føroyum hevði
kunnað skapt eitt rættiliga stórt
fokus, um mann hevði profilerað
seg væl. Serliga um mann ger
ein góðan profil, so kemur tað
at síggja væl aftur í Føroyum, tí
landið er so lítið. Samanborið við
eitt stórt land er so nógv annað,
sum er stórt eisini.
Plagar tú at fylgja við?
- Eg hyggi ikki so ofta eftir grand
prix-kappingum. Tað er orsakað
av stílinum, sum gongur aftur í
sendingini. Har er í so nógv, sum
eg ikki tími at lurta efitr; serliga
tey síðstu árini.
Heldur tú, at Føroyar áttu
at verið við í Eurovision-
sangkappingini?
- Ja, tað er heilt sikkurt. Tað er
ein sjálvfylgja, at vit skulu gera
okkara egnu kapping og umboða
okkum sjálvi. Tað hevði verið
øgiliga gott fyri Føroyar at havt
tann møguleikan. Tann einasta
avbjóðingin er, at vit kunnu ikki
vera vertir, men tað er ein loysn
fyri tí, tí eitt grannaland kann
saktans hýsa kappingini fyri ein.
Hvør hevði munurin hjá
føroyskum tónleikarum
verið millum at luttaka
í Grand Prix kappingum
í grannalondunum og
einari kapping í Føroyum?
- Tað eru so nógvir føroyingar,
sum hava luttikið í kappingunum
hjá grannalondunum, men tað
er ikki ein, sum hevur vunnið.
Tað vísir seg hvørja ferð, at før
oyingarnir ongan kjans hava at
vinna kappingina hjá einum øðr
um landi. Eg vænti ongantíð, at
føroyingar fara at vinna í Dan
mark, tí har hevur mann eitt
dómarapanel, sum hevur valt,
at føroyingar ikki skulu koma
víðari og vinna. Tað var í øllum
førum heilt tilvitað í mínum
føri. Eg var jú langt fremst í sms-
kappingini, men juryin vildi ikki
hava meg við, so teir sorteraðu
meg frá.
- Mann kann gott møta upp í
danska grand prixnum og gera
sín profil har, men higartil hevur
hann ikki veri tikin fyri fult.
Hvat heldur tú, at føroysk
Eurovision luttøka kann
geva føroyskum tónleiki?
- Tað kann flyta. Tú kanst bara
hyggja eftir ABBA í Svøríki, tað
kann gera tað sama. Vit skulu
ikki vera so stór sum ABBA
fyri at kunna mettað okkara
land, um mann hugsar tað sum
ein vinnumøguleika. Tað kann
gera nógv fyri bæði tónleik og
ferðavinnu. Tað eru so ræðuliga
nógvar milliónir, sum hyggja
eftir Eurovision.
Hevði tú luttikið í
einari føroyskari prix
undankapping, um tú
fekst møguleikan?
- Um eg føldi, at eg hevði eitt lag,
sum hevði kunnað gjørt tað gott,
so hevði eg luttikið. Tað dugi eg
ikki at síggja nakran trupulleika í.
- Ein føroysk undankapping kann fáa sín egna dám
Brandur Enni luttók í 2008 í svensku undankappingini
til Eurovision, sum eitur Melodifestivalen. Hann sang
lagið “Lullaby” og kom víðari til fyrstu semifinaluna,
men tað rakk ikki til finaluna. Í dag býr Brandur
Enni í Stokkhólmi, har hann lesur á universitetinum.
Hann lýsir Eurovision sum eitt sterkt og savnandi
forum, sum Føroyar høvdu passað væl inn í.
Hvat er Eurovision
sangkappingin fyri teg?
- Kappingin hevur eina søgu og
er næstan líka gomul sum sjón
varpið í Evropa. Tað hevur verið
eitt sterkt forum í nógv ár, har
evropearar møtast. Tað politiska
hevur eisini havt týdning, sjálvt
um mann ikki sleppur at syngja
nakað politiskt í kappingini. Tað
er eisini áhugavert, hvussu kapp
ingin hevur broytt seg gjøgnum
árini.
Plagar tú at fylgja við?
- Eg plagi at fylgja við í Svøríki,
og so plagi eg eisini at lurta eft
ir vinnaranum í Danmark og í
Noregi. Men eg fylgi ikki bein
leiðis við í kappingini í Danmark
og Noregi, men lurti heldur eftir
einstakum løgum.
Heldur tú, at Føroyar áttu
at verið við í Eurovision-
sangkappingini?
- Ja, tað hevði verið upplagt hjá
Føroyum at verið við. Hví skuldu
vit ikki verið við? Eg meini so við,
hví skuldu Danmark, Svøríki ella
Norra valt ein føroying at um
boða tey? Tað kunnu tey sjálv
andi gera, men um tað er møgu
ligt hjá føroyingum at luttaka
sum Føroyar, so haldi eg tað
hevði verið stuttligt.
Hvør hevði munurin hjá
føroyskum tónleikarum
verið millum at luttaka
í Grand Prix kappingum
í grannalondunum og
einari kapping í Føroyum?
- Føroyingar kundu sikkurt
vunnið í grannalondunum, men
tað er so ikki hent enn. Um løgini
ikki hava verið nóg góð, tað veit
eg ikki. Men tað eru ymsar ment
anir innan Eurovision í hvørjum
einstakum landi. Tað danska er
ikki tað sama sum tað svenska,
og í Fraklandi og Íslandi hava
tey aftur sín heilt egna stíl.
Við einari egnari føroyskari
undankapping hevði føroyski
tónleikurin kunnað staðið í
einari egnu rætt.
Hvat heldur tú, at føroysk
Eurovision-luttøka kann
geva føroyskum tónleiki?
- Fyrst og fremst er tað ein pallur
at standa á, sum er ein møguleiki
at koma út í heimin við sínum
tónleiki. Ein møgulig føroysk
undankapping hevði verið eitt
forum, sum kundi verið sjálv
støðugt í sjálvum sær. Prix
Føroyar hevði sín tónleikaliga
dám, og ein nýggj føroysk prix-
undankapping kann eisini fáa
sín egna dám. Tann tónleikaligi
formurin á kappingini nýtist ikki
vera so avmarkaður og líkjast
teimum týpisku Eurovision und
ankappingunum.
Hevði tú luttikið í
einari føroyskari prix
undankapping, um tú
fekst møguleikan?
- Ja, tað hevði verið stuttligt. Tað
hevði eg gott tímað, um mann
hevði eitt feitt lag.
- Føroyingar vera
ikki tiknir fyri fult í
øðrum kappingum
Jens Marni Hansen:
Brandur Enni:
Jens Marni:
Mynd: Schutze Rene/Polfoto