hósdagur 2. mai 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
14
TEMA: Eurovision
Av tí at Føroyar ikki eru limur í EBU, so kunnu føroyskir sangarar ikki luttaka
í Eurovision umboðandi Føroyar. Í staðin hava fleiri føroyingar roynt eydnuna
í undankappingunum hjá grannalondunum, men enn hevur tað ikki eydnast
nøkrum at vinna sær plássið í stóru Eurovision sangkappingini. Serliga hava
nógvar føroyskar luttøkur verið í danska grand prixnum, men vit hava eisini sæð
føroyingar í svensku og íslendsku sangkappingini. Sosialurin hevur hitt nakrar av
føroyingunum, sum hava verið við í prix-kappingunum í grannalondunum, og vit
spyrja teir nakrar spurningar um Eurovision og sjálvstøðuga føroyska umboðan.
Í 2018 royndu Carlsen systrarnar seg í danska melodi
grand prixnum við sanginum “Standing up for love”.
Carlsen systrarnar eru tær tríggjar Barbara Chaparro,
Laila Carlsen og Vanja Carlsen. Tað eydnaðist teimum ikki
at syngja seg víðari í finaluna. Vanja Carlsen er positiv
um føroyska Eurovision-luttøku, og hon svarar soleiðis:
Hvat er Eurovision-
sangkappingin fyri teg?
- Mær dámar væl kappingina.
Nógv siga at antin elskar man tað
ella hatar man tað so eg veit ikki,
men eg haldi tað er eitt stuttligt
tónleikaligt “event” har man
aldrin veit hvat kemur at henda.
Hóast tað stendur í leiðreglunum
at Eurovision skal ikki litast av
politikki osfr er tað nemliga tað
Eurovision er so at siga hvørt ár
og tað er keðiligt haldi eg, men
mær dámar væl tann positiva
andan og rúmmigheitina við
Eurovision.
Plagar tú at fylgja við?
- Ja, eg fylgi vanliga altíð við
bæði í danska og viðhvørt eisini
í teimum norðurlendsku undan
umførum áðrenn stóra braki tá
eurovision er.
At síggja eurovision er eitt
“must”. Hóast eg eri skuffað av
úrslitinum summi ár, og lovi at
eg aldrin skal hyggja aftur, - siti
eg allíkavæl nelgd frammanfyri
skermin árið eftir.
Heldur tú, at Føroyar áttu
at verið við í Eurovision-
sangkappingini?
- Eg haldi absolutt at Føroyar átti
at verið umboðað, tí hóast vit
inn ímillum sleppa upp í part í tí
danska er man stadivekk fremm
andur.
Hvør hevði munurin hjá
føroyskum tónleikarum
verið millum at luttaka í
Grand Prix kappingum í
grannalondunum og einari
kapping í Føroyum?
- Eg veit ikki hvør munurin hevði
verið men um eg skal nevna
nakað so er tað nokk tónleikastíl
urin. Eg haldi tó at vit eiga st vera
opin fyri øðrum útlendskum
sangskrivarum sum man td eis
ini ger í Danmark har tað er frítt
at senda inn allastaðni frá. Okk
ara sangur var td skrivaður av
svenskarum.
Hvat heldur tú, at føroysk
Eurovision luttøka kann
geva føroyskum tónleiki?
- Eg haldi, at eurovision kann
geva føroyskum tónleikalívi
spenning og størri avbjóðingar í
altjóða høpi.
Hevði tú luttikið í
einari føroyskari prix
undankapping, um tú
fekst møguleikan?
- Nú hevur man roynt at verið við
einaferð og rokni ikki við man fer
at royna hatta aftur men man
skal aldrin siga aldrin.
Vanja Carlsen:
- Siti negld framman fyri skermin hvørt ár
Føroyskir grand-prix luttakarar:
- FØROYAR EIGA
AT VERA VIÐ
Í EUROVISION
Mynd: Henning Bagger
/ Ritzau Scanpix