hósdagur 2. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
13
sigur Tór Verland Johansen og
vísir á gongdina seinastu árini
viðvíkjandi brandingini.
- Av tí at atkvøðugreiðslan er
blivin rættuliga politisk seinastu
árini, hevur brandið í ávísan mun
eisini mist nakað av trúðvirðinum.
Og í og við at sangirnir eru tøkir
langt áðrenn finaluna, er nakað
av spenninginum eisini burtur.
Men kortini eru nógvir fjepparar
og hyggjarar - kanska tí at vit sum
menniskju verða drigin at einum
tiltaki, sum er so stórsligið og har
so nógv lond eru umboðað sama
kvøld. Eitt kvøld, har ein vinnari
skal finnast.
- Ivasamt hvussu tað
kann branda Føroyar
Tór Verland Johansen vísir á, at
Eurovision fær stóra umtalu sum
heild, men umtalan í einum landi
snýr seg ofta um tann luttakaran,
sum umboðar tað ávísa landið.
- Svenskarar tosa mest um sín
luttakara, danir um sín og íslend
ingar um sín. Við øðrum orðum er
tað avmarkað, hvussu nógv onnur
skriva um onnur. Á tann hátt er
tað eitt sindur nalvapilkarí, sigur
Tór Verland Johansen.
Hann sigur, at undantøkini
koma, tá okkurt er uttanfyri tað
vanliga. Sum til dømis íslendski
BDSM-inspireraði techno-bólk
urin Hatari, sum við sanginum
'Hatrið Mun Sigra' umboðar Ís
land í ár, Lordi úr Finnlandi, sum
við 'Hard Rock Hallelujah' vann í
2006 og tá tvørkynda Dana Inter
national úr Ísrael vann í 1998.
- Tað er tó ivasamt, hvussu stórt
PR-virðið hevði verið fyri Føroyar
sum land, tí í sjálvum grandprixn
um eru so nógvir luttakarar, og tí
eisini avmarkað, hvussu nógv tíð
er at fara í djúpdina við tí eink
ulta landinum, sigur hann og
staðfestir:
- Í so máta er luttøka í Euro
vision kanska ikki tað mest upp
lagda valið, um tað snýr seg um at
branda Føroyar. Har eru kanska
aðrir hættir, sum møguliga kunnu
branda Føroyar betri, enn at vit
taka lut í Eurovision.
Kann vera savnandi
fyri føroyingar
Men Eurovision-luttøka kann
geva føroyingum okkurt annað
enn branding, sum kanska
hevur enn størri týdning enn
uppmerksemið uttanífrá.
- Ein føroysk luttøka kann sjálv
andi vera savnandi fyri nógvar
føroyingar. At lítlu Føroyar kunnu
kappast á jøvnum føti við stór
lond, tað dámar okkum væl og tað
styrkir okkara savningarmegi. Tað
er eisini sunt og uppbyggjandi fyri
eitt samfelag av hava fyrimyndir
av ymiskum slag, og vit gleðast og
gerast errin, tá tað gongst okkum
føroyingum væl úti í heimi, sigur
Tór Verland Johansen.
Ein tvístøða
Sansir stjórin metir tað vera iva
samt, hvussu mann annars hevði
kunnað gagnnýt Eurovision-lut
tøkuna í Føroyum.
- Fyrstu ferð hevði allarhelst
verið eyka fokus á okkum sum
nýggjur luttakari. Tað veldst tó
eisini nógv um tónleikin og ein
staklingin ella bólkin, sigur hann
og heldur fram.
- Um tónleikurin, sum umboðar
Føroyar, onkursvegna hevur røtur
til okkum og borðreiðir við onkr
um serstakum, so fáa vit møguliga
meira uppmerksemi. Samstundis
er tað ein tvístøða, tí tónleikurin
í Eurovision er stundum lættur,
popputur og líkagyldigur, meðan
nakað av tí besta tónleikinum, vit
hava í Føroyum, stundum hevur
meira tyngd, er meira melan
kolskur og hevur kanska okkurt
"veruligt" uppá hjarta. Men
soleiðis er jú eisini í øðrum lond
um: Tað mesta av tí besta kemur
aldrin við í Eurovision.
Kunnu gera okkum
galdandi
Sjálvur er Tór Verland Johansen
ikki í iva um, at tað hevði verið eitt
gott hugskot at arbeitt ítøkiligt
fyri føroyskari umboðan í Euro
vision-sangkappingini.
- Vit hava jú sera dugnaligar
tónleikarar í Føroyum, so sæð við
tónleikabrillum kunnu vit eins
væl gera okkum galdandi sum
aðrar tjóðir. Og um hugsað verður
um áhugan millum føroyingar fyri
Eurovision, so er púra vist, at nógv
høvdu hildið tað verið sera spenn
andi, og at tað hevði verið savn
andi, sigur hann.
AL IKKI
BRANDA
Tað er avmarkað, hvussu nógv onnur
lond skriva um onnur. Á tann hátt er
tað eitt sindur nalvapilkarí