Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 12 - At lítlu Føroyar kunnu kappast á jøvnum føti við stór lond, tað dámar okkum væl og tað styrkir okkara savningarmegi. Men har eru kanska aðrir hættir, sum møguliga kunnu branda Føroyar betri, enn at vit taka lut í Eurovision, sigur Tór Verland Johansen, stjóri í Sansum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Í nógv ár hava føroyingar droymt um sjálvstøðuga lut­ tøku stórfingnu Eurovision- sangkappingini, har flestu londini í Evropa hittast fyri at kapp­ast ímóti hvørjum øðrum í sangi og framførslu. Tað er ev­ rope­iska kringvarpssamstarvið Eur­ope­an Broadcasting Union, sum skipar fyri kappingini, og av tí at Kringvarp Føroya ikki lim­ur í EBU, kunnu Føroyar í nú­ ver­andi løtu ikki luttaka. Tí hava før­oyingar heldur luttikið í grand- prix und­an­kappingum í granna­ lond­unum. Men um tað gongur, sum Kring­varp Føroya ætlar, nýt­ ast føroy­ingar skjótt ikki long­ur at um­boða grannalondini. Beint áðrenn páskirnar segði stjórin í Kringvarpi Føroya, Ivan Niclasen, við Sosialin, at Kring­ varpið fer at kanna møguleikarnar fyri EBU-limaskapi. Kringvarpið søkti uttan eydnu um limaskap í 2010, men tað útilokar ikki, at stovn­urin ikki kann blíva limur í dag. Sambært Ivan Niclasen lúkar Kring­varp Føroya treytirnar fyri lima­skapi. Hann vissaði fyri, at um so er, at Kringvarpið fær tann lima­skap, sum krevst, so fer mann und­ir at skipa fyri einari føroysk­ari prix- undankapping við tí fyri eyga at luttaka í Eurovision-sang­kapp­ ingini. Í hesum sambandi hevur Sosial­urin valt at gera eitt sindur burt­urúr føroyska tilknýtinum til Euro­vision við at tosa við føroy­ ing­ar, ið eru innan fyri grand- prix heimin. Vit hitta nakrar fyrr­verandi prix-luttakarar, ein prix-framleiðara og ein, sum kann svara uppá spurningar sum lýs­ inga­virði og altjóða upp­merk­semi, um tað skuldi hent seg, at Føroyar í framtíðini komu við í Eurovision. - Eurovision er eitt sterkt brand Tór Verland Johansen er stjóri í lýs­ingafyritøkuni Sansum. Hann hevur eitt nú verið við til at skapt ferðavinnubrandið "Unspoiled, Unexplored, Unbelievable" hjá Føroyum. Hann hevur eisini verið við til at gjørt prísvinnandi átøk­ ini "Google Sheep View" og "Faroe Is­lands Translate", um­framt nýggj­asta átakið hjá Visit Faroe Is­lands "Closed for Main­ten­ance - Open for Volun­tour­ism", sum hev­ur fingið nógva jaliga um­røðu í heims­ins miðlum. Sosialurin spyr hann, hvat Euro­vision kann sum konsept og brand. - Eurovision er eitt kent og sterkt brand. Sum tónleikakapping er Eurovision nógv broytt í mun til fyrr, kanska tí at vit í dag hava so lætta atgongd til tónleik nær og hvar sum helst. Meðan Eurovision fyrr var ein spennandi og for­ kunn­ug kapping, har vinnarin kanska hevði møguleikar aftaná - t.d. ABBA í 1974 - so er kappingin í dag meira eitt stórt show, sum rættu­liga skjótt er gloymt aftaná, TEMA: Eurovision Eurovision EUROVISION SKA BRÚKAST TIL AT B FØROYAR Tór Verland Johansen er stjóri í Sansum, sum hevur staðið fyri fleiri av kendu ferðavinnuátøkunum hjá Føroyum Um hugsað verður um áhugan millum føroyingar fyri Eurovision, so er púra vist, at nógv høvdu hildið tað verið sera spennandi Føroyar og Eurovision: