Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 11 Spenanndi og krevjandi – Hetta var ein sera spennandi leiklutur at fáa, eg eg havi eina góða kenslu nú aftaná. Leikluturin var tó krevjandi, sigur Rudi Køhnke úr Danmark, sum hevur verið sjónleikari í 20 ár. R udi Køknke hevur ein av høvuðsleiklutunum í filminum “Fågel­ fång­arens son”. Hann spælir Esmar. Hann hevur verið við í fleiri donskum filmum, og hann er við í upptøkum til fleiri filmar, ið eru á veg. Vígdis sera dugnalig Við nógvum royndum skuldi ein roknað við, at hann ikki hevur nógv nýtt at læra, men so er ikki. – Eg lærdi ymiskt nýtt, og Richard Hobert lærdi meg eisini nakrar nýggjar teknikkir, sigur Rudi Køhnke. Hann vísir á, at Richard Ho­bert er sera tilvitaður um, hvat hann vil hava. Tí var ikki neyðugt at taka somu brot upp fleiri ferðir. Bara tvær ella tríggjar ferðir, so var tað nokk. Rudi Køknke spældi saman við Vígdis, og hann rósar henni. – Hon er sera dugnalig. Sjálvt um hon ikki hevur sjón­leik­ara­ útbúgving, so virkar hon at vera 100 prosent professionell, sigur Rudi Køhnke. Serligt at taka filmin upp í Føroyum Rudi gongur høgt upp í sín leik­ lut. Meðan aðrir útlendingar flugu heim um vikuskiftið, vildi Rudi Køhnke vera í Føroyum. – Eg var bangin fyri, at um eg fór heim, so kom eg ov langt burt­ ur frá leiklutinum sum Esmar. Tí var eg í Føroyum allatíðina, með­ an upptøkurnar fóru fram, sigur Rudi Køhnke. Hann heldur tað var spenn­ andi at taka filmin upp í Før­oy­ um. – Náttúran er so vøkur, og so eru tit føroyingar so vinarligir og góðir at samarbeiða við. Tað vóru fleiri føroyingar við, og teir kláraðu seg sera væl, sigur Rudi Køhnke. Finnist at mær sjálvum – Eg eri væl nøgd við filmin. Øll hava gjørt eitt megnar arbeiði. Eg havi kanska hug at finnast at mær sjálvum í onkrum støðum. Sjálvandi, eg eri ikki uttanveltað, men nú eg havi sæð hann nakrar ferðir, dugi eg eisini at síggja aðrar síður av filminum, innihaldið og at hinir leikararnir eru dugnaligir. So er tað ein vakur filmur, har tann ráa føroysk náttúran kemur tíðiliga fram, sigur Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck. Fái eg møguleikan aftur Hon heldur tað vera stórt at hava fingið loyvi at vera við í filminum. Og tað gevur heldur ikki einki av pengum. – Tað er ikki illa lønt fyri tað tíð­ ar­skeið, ein er við, men tá hugsað verð­ur um, at sjónleikarar ofta ar­beiða í avmarkað tíðarskeið, so skal nógv annað til. Sjónleikarar her í Norðurlondum fáa ikki teir stóru pengarnar. So skal ein til Holly­wood, sigur Vígdis Hentze Elies­ersdóttir Bjørck. Hon hevur ikki hugsað so nógv enn, um hon skal fara víðari sjón­ leikaravegin. – Skuldi tað fallið mær í lut, at eg fekk møguleikan aftur, so hevði eg verið glað fyri tað. Men tað er ikki nakað her og nú. Eg havi ikki leitað eftir ella fingið bjóðað aðrar leiklutir. Eg havi dansin og koregrafiina, men tað er eisini spurningurin, hvussu leingi kroppurin tolir tað, sigur Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck. Dansur førdi víðari Vígdis hevur búð uttanlands í 17 ár. Hon fór á eftirskúla í 10. flokki og hevur verð uttanlands síðani. Sum ung genta vandi hon í Yndi í Havn hjá Elsu Mariu Bærentsen. Seinni fór hon at undirvísa. Í Danmark fór hon í dansiskúla í Keypmannahavn. Í 2006 var hon við í sjónvarpskappingini “Kan du danse?”, har hon vann. Hon var nógv frammi í fjølmiðlunum, men ynskti tá at at fáa meira frið. Tá fór hon til USA. Hon hevur eisini búð í Svøríki og London. Nú býr hon aftur í Danmark. Hon arbeiðir í høvuðsheitum við dansi og koreagrafi, men eisini øðrum. Hon hevur eisini havt nakrar uppgávur í Føroyum av og á. Millum annað hevur hon verið við í musikal í Hoydølum, havt uppgávur á Tjóðpallinum, Ung í Føroyum og havt skeið í dansi. Í summar skal hon verða mamma aftur fyri aðru ferð, so hon væntar ikki at taka tær stóru uppgávurnar í nærmastu framtíð. EIN AV TUNUM Rudi Køhnke úr Danmark hevur leiklutin sum Esmar í filminum “Fågelfångarens son”. Mynd: Álvur Haraldsen