hósdagur 2. mai 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
10
– Eg havi verið sera heppin
og verið á rætta staði til rætta
tíðspunktið, sigur føroyski
dansarin og korografurin, Vígdis
Hentze Eliesersdóttir Bjørck, ið
fekk ein av høvuðsleiklutunum í
filminum ”Fågelfångarens Son”
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
T
að var sum dansari og
koregrafur í New York,
at Vígdis kom í samband
við svenska leikstjóran,
Richard Hobert.
Visti ikki hvønn leiklut
– Eg møtti Richard Hobert í New
York í 2010, haldi eg tað var, tí
dóttir hansara, Nina Hobert,
komponeraði tónleik til eitt teat
ursstykki til bólkin Scandinavian
American Theater Company, ið
eg og onnur høvdu stovnað, har
eg arbeiddi. Tá ið hann frætti, at
eg var úr Føroyum, spurdi hann
meg, um eg kendi nakað til søgn
ina, sum hann hevði hoyrt frá
Daniellu. Eg lovaði at kanna hetta
nærri, og so skrivaðu vit saman í
eina tíð. Tað gingu nøkur ár, har
eg einki hoyrdi frá honum, sigur
Vígdis.
– Men so eitt ár frammanundan,
at upptøkurnar byrjaðu, setti han
seg í samband við meg aftur og
spurdi, um eg vildi koma til Stok
holm til upptøkuroynd. Hann
hevði spurt, um eg var áhugað av
hava onkran leiklut. Eg visti ikki,
hvønn leiklut hann ætlaði mær,
og væntaði als ikki ein av høv
uðsleiklutunum. Hann gav mær
nøkur pappír og bað meg lesa og
leika tað, har tað stóð Johanna,
sigur Vígdis Hentze Eliesersdóttir
Bjørck.
– Eg var eitt sindur fjáltur
stungin. Tað var kanska gott, at
hann ikki segði mær, hvønn leik
lut hann ætlaði mær, tí so hevði
verið størri trupulleiki við fjáltr
inum, sigur Vígdis Hentze Elies
ersdóttir Bjørck.
Fekk ein av
høvuðsleiklutunum
Til upptøkuroyndina leikti hon
saman við einum professionellum
leikara, men visti ikki nógv
meira, hvør hennara leiklutur
fór at vera. Men Richard Hobert
hevði sæð og ætlað nakað meira
við Vígdis. Hon varð biðin um at
koma aftur. Hon skuldi hava ein
av høvuðsleiklutunum sum per
sónurin Johanna.
– Vit komu tó ásamt um, at
tað var ikki endaligt við mínum
leikluti, fyrr enn mannligi høvðs
leikarin var funnin, og um vit
riggaðu saman. Tá ið eg roynd
arvandi við Rudi Køhnke, gekk
tað sera væl, og eg fekk leiklutin,
sigur Vígdis Hentze Eliesersdóttir
Bjørck.
Brúka røddina og
ikki dansin
Hon hevði tó ikki nakra útbúgving
sum sjónleikari. Tað var innan
dans og koregrafi, hon hevði
royndir. Hon hevði tó eitt grund
skeið í sjónleiki.
– Eg havi arbeitt í sjónleikara
húsi og nógv saman við sjónleik
arum. Tað er tí ikki heilt fremmant
fyri mær at vera sjónleikari. Eg
mátti tó arbeiða á ein annan hátt,
enn eg hevði arbeitt áður. Nú
mátti eg brúka røddina og ikki
dansin. Fyri meg var hetta eitt
nýtt amboð at nýta. Richard visti
hetta, og hann hjálpti mær væl.
Johanna ein avbjóðandi
leiklutur
– Tað kravdi nógv at seta meg
inn í, hvør henda Johanna var, og
hvussu hon var yvirfyri øðrum.
Hetta tosaðu eg og Richard nógv
um, og eg royndi at taka hansara
ynski við, tá ið eg skuldi vera í
leiklutinum. Ein stór avbjóðing
var eisini at vera í einum leikluti,
har vit livdu í 1800-talinum, har
umstøðurnar vóru nakrar heilt
aðrar enn tær, vit hava í dag.
Men tá ið vit komu í gongd við
upptøkurnar, so mentist persón
urin Johanna. Hinir leikararnir
góvu mær eisini nógv. Tað ber til
at fyrireika seg til eitt vist, men
tá ið ein kemur í gongd við at
spæla, so fella fleiri onnur ting
upp á pláss. Tað ræður um at vera
kensluliga tilstaðar, sigur Vígdis
Hentze Eliesersdóttir Bjørck.
Trupult at seta
børnini upp á pláss
– Eitt tað mest avbjóðandi var at
spæla saman fyri børnunum. Tað
er nakað annað enn við vaksnum.
Millum annað er ein sena, har eg
skal taka í børnini og seta tey
eitt sindur upp á pláss; tað var
avbjóðandi at spæla. Tað gekk yvir
míni mørk.
Men tað vóru eisini tungar
senur, har eg veruliga mátti vera
kensluliga til staðar. Men tá ið
upptøkur eru, so verður klipt og
flutt, og tá er tað avbjóðandi at
vera í somu kensluni aftur, sigur
Vígdis Hentze Eliesersdóttir
Bjørck.
– Eg var sera fjálturstungin, tá
ið eg skuldi spæla saman við før
oyskum sjónleikarum, ið eg havi
sæð upp til. Millum annað Lauru
Joensen, Hans Tórgarð og Hjálm
ari Dam. Men tey vóru øll sera
hjálpsom, og tað gekk væl.
HEPPIN AT FÁA E
HØVUÐSLEIKLUT
Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck úr Havn hevur leiklutin
sum Johanna í filminum “”Fågelfångarens Son”.
Mynd: Álvur Haraldsen
Eg visti ikki,
hvønn leiklut,
hann ætlaði
mær, og væntaði
als ikki ein av
høvuðsleik
lutunum.