Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 9 VÍGDIS HEVUR VERIÐ FRAMÚRSKARANDI – Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck hevur verið fantastisk í leiklutinum sum Johanna. Hon er sera dugnalig og kann saktans fara víðari sjónleikaravegin. Hinir leikararnir hava eisini gjørt tað sera væl, sigur Richard Hobert, svenskur leikstjóri FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO L eikstjórin á filminum ”Fågelfångarens son”, Richard Hobert, hevur nógv rósandi orð at bera leikarunum í nýggja filminum. – Eg møtti Vígdis fyrstu ferð í 2010 í New York. Eg sá nakað serligt og óvanligt við henni. Hon var dugnaligur dansari, og eg legði mær hana í minni. Og so var hon sera vøkur. Eg tosaði við hana um hesa gomlu frásøgnina, og eg hugsaði beinanvegin, at hon mátti hava ein leiklut í filminum, sigur Richard Hobert. Sá potensialið men vágið Tað gingu tó nøkur ár, áðrenn Richard Hobert fór í gongd við at skriva leikritið. – Eg hugsaði, at Vígdis mátti hava leiklutin sum Johanna. Eg visti, at hetta var vágið, tí hon var ikki útbúgvin sjónleikari, men eg sá potensialið í henni. Eg vildi eisini, at vit skuldu taka upp í Føroyum, og tí ynskti eg at hava føroyskar leikarar. Vígdis er ein av vakrastu kvinnunum í Føroyum, og so hevur hon karismu. Møgu­ liga vil eg brúka hana aftur í ein­ um øðrum filmi, sigur Richard Hobert. Hann rósar eisini øðrum før­ oyskum leikarum og børnunum. – Tað hevur verið ein gleði at arbeitt saman við øllum før­ oyingunum. Øll hava gjørt eitt gott arbeiði. Børnini dugdu eisini sera væl, sigur Richard Hobert. Hann rósar eisini øllum, sum hava verið við onkursvegna, með­ an upptøkurnar vórðu gjørd­ar. – Fólk vóru sera hjálpsom allan vegin ígjøgnum, sigur Richard Hobert. Føroysk søgn Richard Hobert hevur leikstjórnað nógvum filmum. Fyrsti filmurin kom í 1978, og í fleiri ár kom filmur frá honum út ár eftir ár. Nú eru tað tó gingin sjey ár, síðani seinasti filmurin kom. Filmurin Fågelfångarens son byggir á eina føroyska søgu, sum føroyska Daniella Strandberg, búsitandi í Svøríki, fyri útvið tíggju árum síðan fortaldi hon­ um um sagnkendu søguna úr Gása­dali. - Hetta er ein djúpt menniskj­ ans­lig søga um kærleika undir kørg­um umstøðum. Tað er nakað gríp­andi við søguni, sigur Richard Hobert. Hann hevur eisini givið før­ oysku søguna út í bók. Filmur fyri 18 milliónir Richard Hobert hevur í fleiri ár arbeitt við at gera filmin. Ætlandi fór hann at kosta yvir 40 milliónir krónur, men við sparingum, til­ lagingum og øðrum kom hann at kosta 18 milliónir danskar krónur. Tað er dýrasti filmurin, ið Richard Hobert hevur framleitt. Allur filmurin er tikin upp í Føroyum. Serliga í Bø, men eisini við Bøstalafoss, í Havn og í Koltri. Allar inni-senurnar eru tiknar upp í gamla terminalinum á Flog­ vøllinum. – Eg arbeiddi í eini fýra til fimm ár við leikritinum. Søgnin úr Føroyum er heilt stutt, so eg mátti lesa og kanna, hvussu um­støðurnar vóru í Føroyum í 1800-talinum, og so var søgan sett inn í hesum sambandi. Sjálv søgnin er frá umleið 1820, men filmurin lýsir tó støðuna í Før­oyum í 1890-árunum, sigur Richard Hobert. Upptøkurnar til filmin vórðu gjørdar fyri einum ári síðani, so síðani hevur verið arbeitt við at klippa og seta saman. Alt tað ar­ beiði er gjørt í Svøríki. Til filmfestival í Cannes Richard Hobert vónar, at filmurin kemur langt út og verður væl mót­ tikin. – Ein kann ongantíð framm­an­ undan, hvussu móttøkan á einum filmi verður. Men eg vóni, at hon verður góð. Móttøkan í Svøríki higartil hevur verið alt frá sera góð til minni góð, sigur Richard Hobert. Um tvær vikur skal filmurin vís­ast á filmfestivali í Canes. Síð­ ani er ætlanin at fáa filmin til onn­ ur lond. Fågelfångarens Son Fågelfångarens Son er ein svensk filmsframleiðsla, sum gongur fyri seg í Føroyum. Filmurin er bygdur á eina gamla føroyska søgn, og snýr seg um eitt føroyskt bóndapar seint í 1800-talinum. Tey hava tvær døtrar, men ongan son. Hetta er trupult, tí at harvið er eingin, sum kann yvirtaka garðin. Tá royna tey nýggjar leiðir. Hetta fær tó óvæntaðar avleiðingar.  Føroyska Vígdis Eliesersdóttir Hentze Bjørck hevur ein av høvuðsleiklutunum í filminum Svenski leikstjórin, Richard Hobert, hevur filmatiserað søgnina. Daniella Strandberg, sørvingur búsitandi í Svøríki, fortaldi Richard Hobert tað lítla, hon hevði fingið at vita frá pápa sínum, Malmberg Simonsen, um Frans í Gásadali og uppruna hansara og hetta er so vorðið til filmin Fågelfångarens Son. Sjónleikarnir tosa allir sítt egna mál. Eitt nu føroyskt, danskt, svenskt og franskt. Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck í leiklutinum sum Johanna Richard Hobert, leikstjóri (Mynd: Álvur Haraldsen) Les meira á síðu 10