Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 8 - Av tí sama ynsktu vit ikki ár­ lig­ar fundir við Sernám longur, tí til tann tørvin Benjamin hevði, var ongin málmenningartænasta, onn­ur enn taluráðgeving, tøk. Hann er ótrúliga klókur og tí hev­ ur hann altíð havt lætt við at læra Tekn til Talu, men hann var komin har til, at hann hevði tørv á meira. Hann vildi sleppa at málbera seg. Benjamin fekk taluráðgeving, men hendan var og er óreglulig. Av­talan var so gjørd, at tá vit høvdu tørv á nøkrum, so ringdu vit. Vit hava síðan fingið eina SI kann­ing og ketudýnu, men vit ringdu aldrin aftur um málsliga veg­leiðing. Karlstad Ein dagin fyri tveimum árum kom kortini brádliga eitt tilboð frá Sernám. Benjamin fekk bjóðað tænastuna Karlstad-modellina. Fyri Lindu Sunder var tað at síggja til heilt øðrvísi tilboð enn tað, ið hevði verið áður. - Fyri fyrstu ferð í 9 ár kom eitt fólk frá Sernám, ið skal vera tann stovnurin í Føroyum við ser­vitan innan málmenning av børn­um við serligum tørvi, og hevði røttu amboðini, eina ætlan og týdn­ing­ ar­mest av øllum, ein hugburð um, at okkara sonur kann koma langt. Hann fekk endiliga nøkur mál at ar­beiða móti. Tað høvdu vit aldrin upplivað áður. At onkur ikki helt tað vera nøktandi, at hann var læst­ur í Tekn til Talu, men ynskti at menna hansara mál, tí hann var før­ur fyri tí, sigur Linda Sunder. Fyri familjuna á Skálafjørðinum var tilboðið júst tað, ið tey høvdu eftirlýst øll árini og tóktist alt endi­liga at rigga. Samstundis fingu foreldrini í lag eina avtalu um ergoterapi og samstarv við ein ergo­terapeut, ið arbeiddi við at styrkja vøddarnar í kjálkabeinum, varr­um og tungu. - Um vit gjørdu hesa samrøðuna fyri tveimum mánaðum síðan, hevði eg sagt, at alt gongur væl og vit eru nøgd. At Karlstad-ráðgevin er ein eingil sendur av himli. Men tað er alt farið nú, sigur Linda, áðr­ enn hon leggur afturat. - Vit eru takksom fyri okkara lív og vit eru takksom fyri okkara synir. Vit eru ikki kedd av, at vit eiga eitt barn við serligum tørvi ella spyrja hví tað hendi fyri okk­ um. Men tað, sum er strævið í øll­ um hesum er skipanin. Tað at vit føla okkum einsamøll, tí vit verða ikki hoyrd ella sædd. At vit mugu stríð­ast móti einum hugburði, um at okkara sonur ikki kann menn­ ast meira. Tað er tað, ið er strævið Framstig Fyri Lindu Sunder og familjuna var Karlstad-modellið eitt stórt fram­stig, tí endiliga byrjaði Benja­min at læra at tosa. Tí sum mamman vísir á, so er mál rætti­ liga grundleggjandi fyri so nógv­ um í okkara gerandisdegi. - Vit hava ein 10 ára gamlan son, ið ikki kann fortelja okkum hvat er hent í skúlanum. Vit vita ikki, um hann hevur havt ein góðan ella keðiligan dag. Um hann er keddur ella glaður. Um onkur hevur gjørt okkurt móti honum ella okkurt gott er hent. Hann hevur ikki hand­an førleikan at samskifta við okk­um, sigur Linda Sunder. Men Karlstad-modellin gav fam­iljuni eina vón um, at hetta var í ferð við at broytast, so hvørt sum málsligu førleikarnir hjá Benja­min mentust. - Vit sóu ótrúliga stór framstig við Karlstad. Man fatar næstan ikki broytingar tað tíðarskeiðið hann fylgdi tí. Um fyrstu átta ár­ini verða samanborið við hesi bæði síðstu árini, so hevur hann hesi bæði árini ment seg málsliga skjótari og meira enn upp á øll átta árini við einans Tekn til Talu. Hann er farin at syngja sangir og er farin at brúka spontanmálið. Nú ger hann ting, sum vit aldrin høvdu droymt um, at hann for at megna upp á so stutta tíð, sig­ ur Linda Sunder, og vísir á, at tað hevur latið seg gjørt tí talu­ráð­ gevin, skúlin, foreldur og frí­tíð­ arskúli hava arbeitt saman um sama mál samstundis. Tað tvør­ fak­liga samarbeiðið gav stór og góð úrslit. Vilja vera foreldur Í verandi løtu er óvist hvat hend­ ir víðari í málinum, aftaná at til­ boðið bleiv steðgað. Aftaná at fleiri foreldur hava víst á sína ónøgd við avgerðina hjá Sernám, hev­ur fundur verið millum part­ ar­nar og nú bíða foreldrini eftir enda­ligu avgerðini um lagnuna hjá Karlstad-modellini. Meðan standa tey børn við sver­um málsligum avbjóðingum, ið fingu ágóðan av tilboðnum, eftir við ongum. Og tað leggur eitt eyka trýst á familjurnar. - Vit halda ikki, at okkara lív er tað mest strævna her á fold. Men tað sum er strævið, er at vit sleppa ikki at vera foreldur. Vit muga vera alt møguligt annað fyrst. Vit hava so nógvar aðrar hatt­ar á. Vit eru námsfrøðingar, und­irvísarar, taluráðgevar og annað. Meðan einki tilboð er, eru vit eisini Sernám. Tað er eingin, ið loft­ar nøkrum av hesum hattum fyri okkum. Tað harmiliga er, at við Karlstad-modellini høvdu vit tað, tí allir partarnir longu vóru saml­aðir og servitanin hjá øllum varð deild, men tað bleiv tikið frá okk­um, sigur Linda Sunder og legg­ur afturat. - Vit høvdu bara ynskt, at ting­ ini vóru eitt sindur lættari, men skipanin er strævin at dansa við. Tá man fær eitt barn við Down Syndrom eru tað nøkur ting, ið bara skulu vera upp á pláss so sum fysio­terapi og ergoterapi. Men veru­leikin er, at í staðin mugu for­ eldr­ini alla tíðina sjálvi fylgja við og finna út av hvørji tilboð eru til okk­ara børn. Og í mangul upp á eitt tilboð frá tí almenna sníkir tann ringa sam­ vitsk­an seg eisini inn á foreldrini. - Tað er hendan áhaldandi ringa samvitskan um, at man ikki ger nokk. Av tí at ábyrgdin av mál­ menn­ing og øðrum hevur ligið á okk­um í so langa tíð áðr­enn Karl­ stad, liggur ein lítil skuldar­kensla á okk­um um, at um vit bara gjørdi meira ella okkurt betri, so hevði hann kanska komið longri enn har hann er í dag. Ringa samvitskan hvarv tá Benjamin byrjaði Karl­ stad, tí tá fekk Benjamin ein veg­ leið­ara, vitan frá øllum partum bleiv sameind og ábyrgdin av menn­ingini bleiv deild á øll. Fyri einaferð skyld sluppu vit líka at hvíla okkum. Ringa sam­vitsk­an var ikki longur har, tí ar­beiðs­hátt­ ur­in, rammurnar og málið var har. Men nú er eisini tað tikið frá okk­ um, sigur Linda Sunder. - Um vit gjørdu hesa samrøðuna fyri tveimum mánaðum síðan, hevði eg sagt, at alt gongur væl og vit eru nøgd. At Karlstad- ráðgevin er ein eingil sendur av himli. Men tað er alt farið nú - Eg var skuffað, tá eg fór frá Sernám tann dagin. Endin var eisini tann, at eg ringdi sjálv til Almannaverkið, og fann út av, hvussu eg kundi fáa hjálpt Benjamin, so at hann fekk fysioterapi PERSÓNSØGA Familjan savnað ein summardag, Frá vinstru: Benjamin, Linda, Micah, Godwin og Levi. Mynd: Rebekka Rafael Photography