hósdagur 2. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
7
at flyta seg runt í einum rúmi.
Síðan fingu vit at vita hvussu ófør
vit vóru sum foreldur, hvussu væl
hann dugdi Tekn Til Talu og at
hóast hann ikki dugdi at ganga, so
skuldi tað nokk koma, tí børn við
Down Syndrom vóru ofta seinni
til at ganga enn onnur. Men tað
sum vit komu fyri, fingu vit onga
hjálp fyri, sigur Linda Sunder og
minnist aftur á hvussu skuffað
hon var.
- Eg var skuffað, tá eg fór frá
Sernám tann dagin. Endin var
eisini tann, at eg ringdi sjálv til
Almannaverkið, og fann út av,
hvussu eg kundi fáa hjálpt Benja
min, so at hann fekk fysioterapi,
sigur hon.
Misti álit
Tað eydnaðist at fáa eina avtalu
um fysioterapi gjøgnum komm
unulæknan og Almannaverkið
og Benjamin kom í viðgerð. Men
tað var undir tí seinnu av hesi við
gerðunum, at Linda lærdi nakað
týdningarmikið.
- Eg gloymi aldrin, at fysiotera
peuturin segði við meg eftir næstu
viðgerðina, at vit áttu at vera kom
in nógv fyrr við Benjamin. Tá
gjørdist tað greitt fyri okkum, at
um okkara sonur skal mennast,
so mugu vit sjálvi syrgja fyri tí. So
mugu vit kempa sjálvi. Tað lærdi
vit tá, sigur Linda Sunder.
Tað síðsta av áliti, ið familjan
hevði til Sernám, hvarv nøkur fá
ár seinni, tá tey enn eina ferð upp
livdu ikki at verða hoyrd á fundi
við Sernám.
- Tá var Benjamin vorðin eldri
og blivin áhugaður í at siga ymisk
ljóð og orð sum mamma og babba.
Vit royndu tí at fáa onkra málsliga
og munnmotoriska vegleiðing
og venjing at stimbra og menna
hansara verbala mál, men tað
einasta vit fingu var ein fund um
hvørji tekin vit skuldu halda fram
við at læra honum í Tekn til Talu,
tí tey høvdu einki slíkt tilboð. Tá
bleiv taluráðgeving fyrst bjóðað,
tá børn vóru umleið 4 ára gomul,
sigur hon og leggur afturat.
EPT
L
- Eg gloymi aldrin, at fysioterapeuturin segði
við meg eftir næstu viðgerðina, at vit áttu at
vera komin nógv fyrr við Benjamin. Tá gjørdist
tað greitt fyri okkum, at um okkara sonur skal
mennast, so mugu vit sjálvi syrgja fyri tí. So
mugu vit kempa sjálvi. Tað lærdi vit tá
Framhald á síðu 8
10 ára gamli Benjamin Sunder. Mynd: Rebekka Rafael Photography