Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 6 - Vit eru takksom fyri okkara lív og vit eru takksom fyri okkara synir. Vit eru ikki kedd av, at vit eiga eitt barn við serligum tørvi ella spyrja hví tað hendi fyri okkum. Men tað, sum er strævið í øllum hesum er skipanin. Tað at vit føla okkum einsamøll, tí vit verða ikki hoyrd ella sædd. At vit mugu stríðast móti einum hugburði, um at okkara sonur ikki kann mennast meira. Tað er tað, ið er strævið, sigur Linda Sunder, ið er ein av teimum foreldrum, ið seinastu vikurnar hevur rópt varskó, nú Sernám steðgar tilboðnum við Karlstad-modellinum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S einastu vikurnar hava verið tungar hjá familjuni Sunder í Saltangará, ið tel­ ur foreldrini Godwin og Linda Sunder og synirnir Benj­ am­in á tíggju ár, Levi á seks ár og Micah á tvey ár. 8. apríl var barnafamiljan á Skála­fjørðinum ein av mongu familj­um kring landið, ið fekk eitt bræv frá Sernám um, at sam­ starvið við Karlstad-modell­inum, ið mill­um annað fevndi um 10 ára gamla son­in Benjamin, ið hevur Down Syndr­om, steðgaði frá degi til dags. - Tað var sum at fáa ein nevan frammaná. Eg sat eftir við einari djúpari kenslu av sorg, skuffilsi og vreiði. Ikki bara steðgaði sam­ starvið, men einki kom í staðin. Vit blivu bara slept upp á fjall, lýsir Linda Sunder løtuni, tá hon læs brævið. Avgerðin var serliga tung at taka, tí hóast Benjamin í dag er 10 ára gamal, so er Karlstad-modellin, ið hann hevur fylgt í tvey ár, eitt av teimum fáu amboðum, ið tey hava fingið frá Sernám, ið riggar, vís­ir hon á. - Eg skilti ikki hvussu ein stovn­ ur, ið skal hjálpa okkum, kundi taka tilboðið burtur, ið endiliga hevði givið okkum friðskjól. Sum endi­liga hevði sæð okkara barn sum virðismikið nokk til at menna hans­ara mál, sigur hon og leggur afturat. - Tí gjøgnum øll hesi ár hava vit javnan møtt fólki, faklærd og ófak­lærd, ið hava tí hugsan um okk­ara son, at hann hevur Down Syndrom og er tí mark fyri hvussu nógv hann kann mennast. At hann aldrin verður professari, og tí nýtist hann ikki at læra meira enn eitt vist. Vit hava aldrin verið samd í hesum, tí vit duga at síggja, at hann kann so nógv meira enn teir kassarnar, ið hann verður sett­ ur í. Og endiliga bleiv hesin kassin sprongdur av Karlstad, men nú er hann smoygdur niður yvir okkum aftur. 2009 Benjamin bleiv borin á heim sum flest allir føroyingar á Lands­ sjúkra­húsinum. Árið var 2009 og eingin illgruni var áðrenn føð­ ing­ina um, at nakað var á vási. Jarð­armóðurin og starvsfólkini á føðideildini fingu tó skjótt ill­ gruna, tá hann kom í heim við keis­ara­skurði. - Tey vóru kortini so mikið pro­ fessionel, at tey søgdu einki við okk­um beinanvegin, men góvu okk­um frið at vera saman sum fam­ilja teir fyrstu tímarnar, minn­ ist Linda Sunder aftur á. Aftaná nakrar tímar kom eina barnalækni á vitjan og kann­ aði lítla sonin. Hann stað­festi, at har var galið við hjart­an­um og longu dagin eftir fóru mað­ urin og sonurin til Dan­mark­ar á Ríkissjúkrahúsið, með­an Linda bleiv liggjandi á Lands­sjúkr­a­hús­ in­um í tveir dagar aftrat, tí hon hevði átt við keisaraskurð. - Tað var har, at teir tóku blóð­ roynd­ina, ið skuldi staðfesta, um hann hevði Down Syndrom. Tað fylti tó ikki nakað serligt hjá okk­ um, tí vit miðsavnaðu okkum um hjarta­trupulleikan. Okkara lítli sonur lá har knýttur at fleiri tól­ um, so hitt skúgvaðu vit til viks, greið­ir Linda frá. Læknarnir á Ríkissjúkra­hús­in­ um staðfestu, at Benjamin hevði tríggj­ar ymiskar hjartafeilir, men var ikki í lívsvanda. Tað var aftaná hetta, at foreldrini fingu at vita úrs­litið av blóðroyndini. - Tað var ein skelkur at fáa boð­ ini, men enn var tað ikki nakað, ið vit hugsaðu stórvegis um, tí hjartað fylti meira í huga­heim­in­ um, sigur Linda. Lítlan familjan slapp heim til Føroyar, men vóru skjót aftur í Danmark til eina nýggja kanning, har tey fingu eini óvæntað boð. - Læknin kundi staðfesta, at hjartað hjá Benjamin var frískt. Feilirnir vóru lektir. Hann greiddi frá, at tveir av teimum trimum feil­unum kundi lekja seg sjálvar, men at tann triði feilurin var burt­ ur hevði onga aðra frágreiðing enn, at talan var um eitt undur, minn­ist Linda aftur á. Mentist ikki sum onnur Komin aftur til Føroyar byrjaði tann vanligi gerandisdagurin. Linda og Benjamin komu upp í ein mammu­bólk á Skálafjørðinum og lívið gekk sína vanliga gongd. At byrja við mentist Benjamin sum øll onnur børn, men tá hini børnini í mammu­bólkinum byrjaðu at reisa seg og ganga framvið, gjørdist greitt at Benjamin ikki mentist við somu ferð. - Tað var tá, at veruleikin sló okk­um, at okkara barn ikki var líka sum hini børnini. Og tað var eisini um hetta mundi, at vit fyrstu ferð komu í samband við tað almenna. Ein ráðgevi frá Almannaverkinum kom heim til okkara, gav okkum ein faldara og upplýsti okkum um okkara rættindi, sigur Linda og greiðir víðari frá. - Tað var ein løgin kensla, tí alt broyttist tá. Hevur tú barn við ser­ligum tørvi, ert tú ikki longur ein­ans ein privatur persónur, men er vorðin ein almennur per­són­ur, og tú fært samband við myndug­ leikar, ið tú aldrin hevði hoyrt um áður. Tíbetur eru vit opin av lyndi, og var hetta meir ein løgin kensla enn ein trupul støða. Sernám Tað var eisini heilt tíðliga í lívinum hjá Benjamin, at familjan fyrstu ferð kom í samband við Sernám. Í byrjanini vóru árligu fundirnir hugnaligir fundir fyri at koma at kenna Benjamin. - Men um tvey ára aldurin gjørdist samskifti ein trupulleiki, tí hann dugdi einki orð. Tað var tá, at vit fingu vegleiðing um Tekn Til Talu frá Sernám. Tað lærdi hann skjótt og riggaði tað væl. Ein frá Sernám kom og legði okkum lag á heima við hús, men síðan skuldu vit sjálv læra tey teknini, hann hevði tørv á, greiður Linda frá. Tá Benjamin var um trý ára gamal var hann enn ikki farin upp at ganga. Tá foreldrini byrjaðu at gerast stúrin, vendu tey sær til Sernám fyri at fáa hjálp. - Vit høvdu ein fund, har tey staðfestu, at hóast hann ikki reisti seg ella gekk, so megnaði hann væl VIT ERU SLE UPP Á FJALL - Tað var sum at fáa ein nevan frammaná. Eg sat eftir við einari djúpari kenslu av sorg, skuffilsi og vreiði. Ikki bara steðgaði samstarvið, men einki kom í staðin. Vit blivu bara slept upp á fjall, lýsir Linda Sunder løtuni, tá hon læs brævið PERSÓNSØGA