hósdagur 2. mai 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
E
in stórur partur av míni skriving
hevur verið at fáa niðurfest
søguna um teir sjómenn, sum eru
farnir á sjónum og um tey sum
sótu eftir. Hetta er í nógvum førum hent
í tøkum tíma, tí nógvar av keldunum eru
farnar foldum frá.
1924 var eitt vanlukkuár hjá føroyingum.
Toftaskipið Anna gekk burtur við 17
monnum, General Gordon við 19 monnum
og Sjóriddarin við átta monnum.
Hvat hendi við General Gordon?
Henda frásøgnin er um vanlukkuna við
General Gordon, nú 95 ár eru liðin, síðan
teir gingu burtur í 1924.
Poul Michelsen í Búð í Hvalba, búsettur
á Sevmýri á Tvøroyri, førdi hana hetta árið.
Hildið var, at General Gordon var
komin nakað nær Íslandi, tá ið teir vóru
burturgingnir, tí Poul Johannes Beder
í Vági førdi Lauru tað árið. Teir funnu
toppstongina á General Gordon, tá ið teir
komu yvir á Suðurlandið. Teir tóku hana
inn og høvdu hana heimaftur við sær.
FF-blaðið: „General
Gordon“ er farin
Táverandi
FF-blaðið
hevði
eina
minningargrein, har tað var skrivað:
„Kann henda, at eg í tí vátu grøv skal
sova mín síðsta blund; tó eg elski at ferðast
um høv til mína síðstu stund.“
So hevur skaldið sungið um hin
føroyska fiskimannin, og ivaleyst er tað, at
ikki halda hesar vanlukkurnar Føroyingar
frá at søkja sjógvin.
Og tað er gott, at so er, tað er so í øllum
yrki. „Vandi er í hvørjari vælferð!“ sigur
orðatakið, og satt er tað. Vit eru ongantíð
trygg, hvar vit fjakka á foldum. Óhappið,
ja, deyðin finnur øll. Trygdin er einans at
finna í tí, at vit vandra fyri Guds ásjón, hvar
vit enn ferðast á landi ella á sjógvi, og at vit
altíð eru í hansara varatekt.
Men harfyri er tað líka meint, líka sárt,
líka nívandi, hvørja ferð óhappið rakar tey
einstøku menniskjuni. Tey mugu uppaftur
og uppaftur saman ganga gjøgnum hina
somu trongdina, bíða og bíða í tóman
heim, meðan hin síðsta vónin fjarar út úr
hjartanum, og síðan taka upp strevið aftur,
royna at bøta um skaðan, sum hon harða
lagnan sló.
Henda syrgiliga hending við General
Gordon verður ein av teimum, sum verður
við at nerva í langar tíðir, tí vit einki vita.
Eftir sita ikki minni enn níggju einkjur.
Hvalbiar bygd hevur verið verst fyri, og tað
nítur so mikið fastari har, sum at sama
bygdin fyri stuttari tíð hevur verið fyri
tveimum stórum vanlukkum á sjónum.
Fyrst hin herviliga skaðagrindin í Hvalba
og síðan Helena, sum fórst á havinum í
1920.
Seinasti dagur í Føroyum
hjá General Gordon
Í 2009 var roynt at fáa samband við fólk,
sum kunnu greiða meira frá um General
Gordon. Hetta eydnaðist sera væl inni á
eldrasambýlinum í Hvalba.
Har hitti eg tann tá 91 ára gamla Olivur
Holm. Hann mintist púra klárt júst tann
dagin 85 ár frammanundan, tá ið General
Gordon fór avstað seinastu ferð.
Skipið kom av Tvøroyri við teimum
av manningini, sum kominir vóru
umborð har. Í Hvalba skuldu so hinir av
manningini takast umborð, áðrenn farið
varð til Íslands. Hetta var ein so sera vakur
morgun og púra slætt var í sjónum.
Skiparin var jú ættaður úr Hvalba,
og Olivur minnist, at Poul fór niðan til
foreldrini hjá sær at siga teimum farvæl.
Síðan komu faðir og sonur oman á mølina,
og Olivur minnist, at Poul helt um hálsin
á pápa sínum. Hetta má sigast at vera eitt
vakurt seinasta minni um hann.
At so nógvir mans fóru burtur til
skips var jú ein stórhending í bygdini, so
alt bygdarfólkið kom saman fyri at siga
monnunum farvæl við kendu heilsanini
„Jesus veri við tykkum“ og svarinum:
„Hann veri eftir hjá tykkum“. Og mangt
tárið man vera fallið. Øll vistu í hesum
tíðum, at tað var als ikki vist, at tey komu
at síggjast aftur.
Men so kom løtan, tá ið skiparin helt,
at nú mundi vera best at fara. Tað var
umráðandi, at seglini kundu fáast upp,
meðan vindurin var so makligur. Hetta
merkti, meðan tað var lítið av vindi. Víst
hevði General Gordon ein lítlan motor,
men framvegis vóru seglini høvuðsálitið.
Tá var eingin kai í Hvalba, so manningin
mátti førast umborð í árabátum.
Menn høvdu jú eisini viðføri, so tað
mátti førast fleiri ferðir.
Segl vórðu sett, og General Gordon fór
avstað.
Blivu teir niðursigldir?
So gekk tíðin, til sluppirnar vanliga komu
aftur undan Íslandi. Men eingin General
Gordon kom. Tað varð bíðað, vónað og
biðið. Tað kundi jú verið onkur nátúrlig
frágreiðing fyri, at teir ikki komu, tá ið teir
vóru væntaðir.
Men ein dagin mátti staðfestast tað, at
General Gordon kom ikki aftur, og at aftur
ein manning hevði fingið eina váta grøv.
Tað farvæl, tey høvdu sagt manningini
henda vakra morgun, var tað seinasta.
Eingin visti við vissu, hvat ið var hent.
Eitt herviligt høgættarveður brast á longu
tann 29. februar, og menn hildu, at hon
kundi vera farin í tí veðrinum.
Men nøkur ár seinni kom fram ein
merkilig søga.
Ein hvalbingur hevði siglt við einum
trolara úr Vestmanna. Teir vóru á
ísfiskaveiðu og landaðu fiskin í Grimsby.
Eina ferð fóru nakrir av manningini á eina
barr.
Við eitt annað borð sótu nakrir enskir
trolaramenn og drukku. Eina ferð komu
hesir menn til ilnar. Føroyingarnir skiltu
enskt, so teir hoyrdu alt, ið varð sagt. So
einaferð rópti ein av trolaramonnunum
til hin: „Hetta skal ikki vera sum við
„General Gordon“!“ Tá skiltist á prátinum,
at trolarin, har ein av hesum monnum var
skipari, hevði siglt á „General Gordon“ og
var síðan stungin av. Søgan segði eisini, at
General Gordon varð raktur framskips,
og masturin og seglini endaðu frammi á
bógnum á trolaranum.
Teir vóru á veg til Bretlands, og tá ið teir
nærkaðust landi, gav skiparin manningini
boð um at koyra leivdirnar av General
Gordon til sjós. Men hesum noktaðu teir
fyri. Teir høvdu ikki troystað sær. Tískil
mátti skiparin sjálvur fara á dekkið at
gera hetta.
Fyrstu ferð, eg hoyrdi um General
Gordon, var frá tí tá 99 ára gamla Andriasi
í Tarti í Oyndarfirði. Hann mintist
so sera væl til, og hann mintist eisini
Tann 25. februar 1924 fór General Gordon
av Hvalba og spurdist ikki aftur. Við fóru
19 mans. Av hesum vóru teir 11 úr Hvalba
SIÐSØGA
Enn eitt 95 ára minni:
„GENERAL GORDON”
Poul Michelsen í Búð var
skipari á „General Gordon“.
Johannes Poulsen misti pápan við „General Gordon“.