Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 25 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá Doru, sum gekk burtur í 1931 hesar vanlukkur, sum vóru føroyskum fiskimonnum fyri. Hann var mintist væl, at tað vóru fleiri suðuroyarskip, sum høvdu verið upp á prei hjá teimum at spyrja, um teir høvdu sæð General Gordon. Tá hevur hann verið saknaður. Andrias hevði hoyrt hesa frásøgnina frá beiggja skiparans á General Gordon. Hann visti eisini, at General Gordon hevði 3 forsegl og 2 toppsegl, sum øll endaðu inni á dekkinum á trolaranum. Skiparin krógvaði andlitið Tá ið skrivað verður um eitt mál, kemur ofta meira undan kavi. Tískil kom enn ein ábending um, at General Gordon varð niðursigldur. Tað lógu einaferð nakrir bretskir trolarar á Fuglafjarðarpolli. Millum hesar lógu tveir síð um síð. Annar var ankraður, hin hevði sett fast framvið tann ankraða trolaran. Tveir fuglfirðingar, Hans Thomsen á Geilini og Meinhard Jacobsen, kendur skipari, høvdu verið og sett reyðfiskalínu. Á veg til lands fóru teir umborð á annan trolaran. Tá ið teir komu inn í messuna, sat skiparin á hinum trolaranum har. Hann virkaði so løgin. Hann var í einum keppi, sum hann hálaði niður fyri andlitið, sum um hann ikki vildi kennast aftur. Men Hans kendi hann væl aftur. Hann hevði siglt nógv við eingilskmonnum, og hann kendi væl stýrimannin á trolaranum, sum skuldi hava siglt General Gordon niður. Hann hevði fortalt Hansi, hvør hesin skiparin var, og hann man helst hava vitað, hvør Hans var. Komnir aftur í bátin segði Hans við Meinhard: „Hatta var maðurin, sum beindi fyri „General Gordon“!“ Søgan var, at trolarin hevði siglt á „General Gordon“. Gálgin á trolaranum var komin fastur í stórvantið á sluppini. Trolarin hevði tískil rivið allan rigningin á „General Gordon“ inn á sítt dekk. Skaðin á „General Gordon“ var so stórur, at hann fór at leka og sakk. Stýrimaðurin hevði frívakt, og skiparin var drukkin. Stýrimaðurin gav boð at venda aftur, tá ið hann kom á vakt og frætti um tað, sum var hent. Men tá var einki skip at finna. Stýrimaðurin vildi draga skiparan til svars. Men einki meira spurdist burturúr, tí søgan segði, at skiparin hevði mutrað manningina. Um hetta passar, ber illa til at siga við fullari vissu. Tað vóru so nógv skip á fiskileiðunum, og eru fleiri dømi um, at skip høvdu samanstoyt. Einkjurnar vóru kempur Á sambýlinum hitti eg eisini tann tá 93 ára gamla Johannes Poulsen. Pápi hansara Jacob var ein av manningini á General Gordon. Johannes var átta ára gamal, tá ið pápin fórst. Mamman var Henrietta, vanliga kalla Jetta. Tey vóru upprunaliga níggju systkin, men ein tvíburabeiggi Johannes, Elias, doyði sum smádrongur. Børnini vóru úr pinkubarni upp í 12 ár, tá ið tey mistu pápan. Yngsta barnið, ein genta, hevði ikki fingið navn og varð doypt Jacobina eftir pápanum. Spurningurin er so, hvussu kláraði ein familja seg, nú forsyrgjarin knappliga var farin? Tryggingin tá var ikki nakað serliga góð, og mamma Johannes sat eftir við átta børnum. Men tað eydnaðist Jettu at hava øll børnini heima. Fremsta frágreiðingin var, at fiskimannakonurnar vóru kempur. Tær vóru vanar at skipa fyri húsinum tann partin av árinum, menninir vóru burtur. Nú fingu tær so alla ábyrgdina, og hana megnaðu tær eisini. Annað svar var samanhald millum fólk, har fólkið hevði umsorgan fyri hvør øðrum. Tað, sum hjálpti júst í hesum førinum var, at tey hjá Johannesi áttu eitt sindur av jørð, 12 gyllin. Hetta gav møguleika fyri at hava kúgv og nakrar seyðir. Alt hetta kravdi eisini arbeiðsmegi. Børnini í húsinum máttu hjálpa við øll um arbeiði í húsinum. Annars hjálptu øll í bygdini til. Menninir hjálptu eisini við at hava faðirleysu dreingirnar við sær til dømis, tá ið farið varð á flot, og teir fingu so eisini part. Einkjurnar fingu kol Í Hvalba var so nógv kol, at tey skóru ikki torv. Hesir gomlu minnast bara luktin av torvi frá tí, teir komu fram við Sandvík í báti! Við kolinum varð eisini hugsað um einkjurnar. Tað kol, sum var arbeitt millum jóla og nýggjárs fór til einkjurnar, og tær fingu ført tað til hús. Tær fingu eisini møguleika at fáa tað kol, sum kundi finnast í dungunum aftan á framleiðsluna. Mótsatt øðrum bygdum var ikki nógv saltfiskaarbeiði frá sluppunum í Hvalba. Men eingin kundi hungra í Hvalba. Her var nógvur útróður, og fiskurin varð keyptur og arbeiddur í bygdini. Hvalba var eisini eitt gott grindapláss við døglingum sum ískoyti. Her vóru fuglabjørg, har fuglur ikki treyt. Og so var so nógvur seiður. Tað lá væl fyri at kasta nót. Tá kundu fáast stórar nøgdir. Einkjurnar vóru ongantíð gloymdar, tá ið býtt varð. Tað var eisini vanligt í Føroyum, at tá ið børnini, serliga dreingirnir vuksu til, hjálptu tey til fíggjarliga við húsarhaldinum. Johannes fór 14 ára gamal til skips við Emerald hjá Mortensen, sama reiðarí sum hjá General Gordon. Helst hava teir viljað hjálpt familjuni við at taka henda faðirleysa dreingin við. Seinni í 1936 sigldu Johannes og Olivur saman við City úr Norwich, har Niels Petur Holm var skipari. Hann var beiggi Olivur. Undir krígnum sigldu teir tó ikki. Hesa tíðina arbeiddu nógvir hvalbingar í kolinum, sum stórur tørvur var á í landinum. Johannes var til skips í eini 30 ár. Hann hevur eisini arbeitt í Íslandi og Grønlandi. Eisini hevur hann arbeitt nógv ár á Bacalao. Johannes giftist við Sonny, sum var úr Hvalba. Tey fingu fleir børn. Teir, sum fórust við „General Gordon“ vóru hesir: • Poul Michelsen í Búð, skipari, 32 ár. Giftur, 3 børn. • Johan Klæmint Karl Christiansen, 18 ár. Tvøroyri. • Ewald Norðberg, 22 ár. • Poul Johannes Ludvig, 19 ár. • Poul Jespersen, 45 ár. Giftur. 9 børn. • Jógvan Sofus Jespersen, 19 ár, sonur Poul. • Jákup Eliesar Herluf Axelvold, 16 ár. • Jóan Jákup Frederik Poulsen, 35 ár. Giftur, 9 børn. • Dánjal Jákup Jensen, 36 ár. Giftur, 3 børn. • Niels Petur Poulsen, 29 ár. Giftur, 2 børn. • Meinhard Ludvig, 17 ár, beiggi Poul Johannes. • Jens Ludvig, 25 ár, beiggi Meinhard. Giftur, 1 barn. • Niels Jákup Michelsen, 27 ár. Hvalba. • Gunnar Frederik Dalbert Vang, 18 ár. • Mortan Leo Petersen, 19 ár. • Jákup Mathias Jacobsen, 20 ár. Froðba. • Emil Frederik Martin Heinesen, bestimaður, 24 ár, Sumba. • Símun Johan Vang, kokkur, 32 ár. Giftur, 1 barn. Fámjin. • Óli Petersen, 42 ár, Skálavík. Oliver Holm mintist væl tann dagin, „General Gordon“ fór av Hvalba seinastu ferð. So tættar lógu sluppirnar á Suðurlandinum. 24 ára gamli Emil Heinesen var trúlovaður við Malenu í Leirvík og var farin at byggja. Hon fekk ánilsi um vanlukkuna í dreymi.