mánadagur 6. mai 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN SÍÐA 7
Alfred
Steensen
til minnis
TÍÐINDI SÍÐA 4
Tað er løgið at síggja tingfólk koma
kropp á kroppi við umberingum fyri,
hví tey noyðast í summarfrí longu 3.
mai, tá heili 62 tingmál liggja á láni.
Hvat er tað sum ger, at tingfólk
ikki sum øll onnur fólk kunnu ar
beiða í mai og juni mánaði?
Jú sjálvandi er tað taktikkur.
Bæði frá samgongu og andstøðu.
Trupulleikin hjá samgonguni er, at
hon hevur ikki meiriluta og tí ikki
kann ráða fyri, hvussu og hvørji
mál verða samtykt. Tí er tað kanska
lættari at lata sum um einki ber til, tí
andstøðan vildi ikki.
Umboð úr andstøðuni látast at
vera firtin um, at løgmaður ikki
bara skrivaði út val alt fyri eitt. Men
tað eru í øllum førum bara kávalótir.
Tí vildi andstøðan hava nýval, so
fekk hon nýval, tí andstøðan hevur
meirilutan í Løgtinginum. Og um
andstøðan framvegis vil hava nýval,
so er bara at kalla tingið saman og
leggja fram misálit á løgmann. Tað
hava nógvar andstøður gjørt, tá tær
ikki høvdu meirilutan á tingi. Løgið
at andstøðan ikki ger tað, tá hon nú
hevur møguleikan og valdið til tess.
Í útvarpssendingini »Pressuni«
fríggjadagin hoyrdu vit nøkur ting
fólk tosa um uppskotið at broyta
pensjóns- og lønarviðurskiftini hjá
tingfólki. Marglætispensjónin hjá
landsstýrisfólkum er tikin burtur. Í
staðin fyri at tey kunnu vinna sær
fulla eftirløn eftir 8 árum, sum van
liga fólkið skal brúka 37 ár at vinna,
so fáa núsitandi landsstýrisfólk 15
prosent í pensjónsgjaldi oman á
lønina. Tað er slíka skipan, sum upp
skotið frá tingformanninum hevur
við sær fyri tingfólk eisini. Ein skip
an, sum sparir landinum 100 tals
milliónir í framtíðini.
Løgið at løgtingsformaðurin kom
døllandi við hesum uppskotinum so
seint, at tað ikki var komið aftur úr
nevnd, áðrenn sami løgtingsformað
ur sendi tingið til hús. Bara eitt ting
fólk hevur fingið í posa og sekk av,
at hendan skipan ikki er broytt, og
tað er løgtingsformaðurin sjálvur,
sum fekk slakar 20.000 krónur í
lønarhækkan um mánaðin, tí hann
er løntur sum løgmaður. Men hann
varðveitir glæsiligu pensjónina, sum
løgmaður hevur mist. Hon gevur
løgtingsformanninum góðar 39.000
krónur í pensjón um mánaðin, tá
hann verður 60, um hann klárar at
sita í eitt ár á tingi afturat áðrenn
hann verður 60.
At uppskotið ikki kom aftur úr
nevnd merkir so bara, at broytingin
ikki fer at vera galdandi í næsta løg
tingsvalskeið heldur. Kanska upp
skotið kemur aftur í tingið aftan á
valið, men verður tað samtykt, verð
ur tað at galda eftir næsta val. So har
rúka helst tveysiffraðar upphæddir
til løgtingspensjónir, sum framtíðar
skattgjaldarar skulu rinda.
LØGIN TRONGD TIL SUMMARFRÍ
Hava tosað og spurt í 478 tímar
Tingfólk vildu ikki missa glas
iligu tænastumannapensjónina
Nú økisfundur var í Føroyum
um dagarnar, varð Lions Club
Tórshavn
heiðraður
sum
ársins Lions-klubbi
Yvir 100 danskir Lions-
limir við makum vitjaðu Li
ons Club Tórshavn, sum var
vertur fyri árliga økisfundin,
ið fevnir um bæði føroysk
ar, grønlendskar og danskar
Lions-klubbar.
Millum annað varð Li
ons Club Tórshavn á aðal
fundinum tilnevndur árs
ins Lions-klubbi, sum er ein
heiður, ið ikki verður latin á
hvørjum ári. – Tí kendist tað
sum nakað serligt at fáa heið
urin hesaferð, sigur forsetin
í Lions Club Tórshavn, Petur
Elias Petersen.
Umframt sjálvan økis
fundin, sum var á Glasum,
upplivdu donsku gestirnir
nógv av tí, Føroyar hava at
bjóða, tá ið tað kemur til
føroyskan mat, veitslulag
og bara tað at síggja okkara
vakra land.
Millum annað var borg
arstjórin
í
Havn
vertur
fyri einum “Get together”-
tiltaki í Müllers pakkhúsi,
og leygardagin, meðan aðal
fundurin, vóru makarnir á
ferð og vitjaðu ymisk støð,
áðrenn ein biti fekst í Norð
urlandahúsinum.
Gestirnir
á
økisfundi
num fingu eisini rundvís
ing og kunning um Glas
ir frá Steinbjørn Hardlei,
fyrisitingarstjóra, umframt
at Hanna Jensen, landsstýr
iskvinna í undirvísingarmál
um, greiddi frá um føroysku
undirvísingarskipanina.
Leygarkvøldið
upplivdu
gestirnir
eina
rimmar
“føroyska” veitslu í Dansifrøi.
Dagarnar eftir økisfund
in vóru tey flestu á skipað
um bussferðum kring oyggj
arnar, har tey vitjaðu fleiri
støð, vit vanliga vísa gestum.
Lions Club Tórshavn
heiðraður
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fleiri stórmál detta
burtur, men er viljin
til staðar ber til at fáa
fleiri mál avgreidd
Áki Bertholdsen
Hendir einki óvæntað, verður
Løgtingið ikki kallað saman
aftur fyrr á ólavsøku.
Tað gjørdi Páll á Reyna
túgvu, tingsformaður, greitt,
tá ið tingsfundurin endaði
fríggjakvøldið, og Løgtingið
fór í summarfrí.
Tingárið er frá ólavsøku
til ólavsøku, og í hesum ting
árinum hevur Løgtingið havt
80 fundir, sum tilsamans hava
vart í 478 tímar, har løgtings
limir og landsstýrisfólk hava
hildið røður og sett spurning
ar.
Tilsamans eru 176 mál løgd
fyri Løgtingið og harumframt
eru átta frágreiðingar lagdar
fyri Løgtingið – men síðani
tvey av málunum eru síðani
tikin aftur.
Men nú Løgtingið er farið í
summarfrí er støðan tann, at
eini 70 av málunum, sum eru
løgd fyri Løgtingið, eru súltað
í teimum ymsu nevndunum
hjá Løgtinginum. Og avleið
ingin av tí er, at, at verða tey
ikki avgreidd fyri á ólavsøku,
detta tey niðurfyri.
Nøkur stórmál eru ímillum
tey, eitt nú vælferðarlógin, lóg
in um náttúrumargfeldni, veg
irnir í sambandi við Eysturoy
artunnilin, lógin um at loyva
Bústøðum at læna pening at
byggja bústaðir fyri, lógin um
at byggja sambýli til fólk við
menningartarni og fjølbreki,
fyri at nevna nakrar.
Men Páll á Reynatúgvu
kastaði kortini bóltin í føvn
ingin á løgmanni og løgtings
limunum, tí hann minti á,
at eftir tingskipanini kunnu
tveir fimtingar av Løgtings
limunum, biðja hann kalla
Løgtingið saman aftur, men
so skulu teir eisini hava eina
dagsskrá yvir tey mál, tey vilja
hava Løgtingið at viðgera.
Tað merkir, at skriva 14 løg
tingslimir undir eina áheitan
á løgtingsformannin um at
kalla Løgtingið saman at við
gera nøkur ávís mál, skal hann
gera tað, uttan at dvølja óneyð
ugt, sum tað stendur skrivað.
Eisini løgmaður einsamall
ur, kann biðja hann kalla Løg
tingið saman at viðgera nøkur
ávís mál.
Og
løgtingsformaðurin
vísti eisini á, at tað stendur til
formenninar í teimum ymsu
nevndunum at gera av, um
nevndirnar skulu arbeiða víð
ari við teimum málum, sum
annars liggja eftir, og sum ikki
eru avgreidd, og sum sostatt
detta burtur.
Í hesum tingárinum hev
ur
Fíggjarnevndin
annars
havt 36 fundir, Vinnunevndin
hevur havt 28 fundir, Trivn
aðarnevndin hevur havt 26
fundur, Rættarnevndin hevur
havt 25 fundir, Uttanlands
nevndin hevur havt 18 fundir
og Mentanarnevndin hevur
havt 12 fundir, og so hevur
Landsstýrismálanevndin havt
tveir fundir,
Serliga nevndin, sum varð
sett at viðgera lønina og pen
sjónina hjá løgtingslimum,
hevur eisini havt fýra fundir.
Og harafturat hava løg
maður
og
landsstýrisfólk
svarað heili 210 skrivligum og
munnligum spurningum frá
løgtingslimum.
Megn
ararbeiði
til stóra
gleði
Fegni forsetin í Lions Club
Tórshavn, Petur Elias Pet
eren, við heiðurskjalinum,
ið staðfestir, at klubbin er
ársins Lions-klubbi