Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 TÍÐINDI Bergtikin av føroysku náttúruni – Eg var í Svøríki, tá ið filmurin varð frumsýndur har. Tað vóru nógv, ið vóru sera bergtikin av føroysku náttúruni, sum er lýst í filminum. Hetta var eisini nevnt í miðlunum í Svøríki, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands Stjórin í Visit Faroe Islands fegnast um, at sviar eru ov­ farn­ir av vøkru føroysku nátt­úruni í filminum “Fågel­ fångerens son”. Men hon er tó meira varin at siga nakað, um filmurin fer at skapa eina nýggja ferðafólkainnrás í Før­oyum. – Okkara endamál við at stuðla filmsverkætlanini var fyrst og fremst at hjálpa før­ oyskari filmsvinnu. Eg fekk fyrispurningin um at stuðla longu fyri sjey árum síðani. Tá var støðan ein heilt onnur hjá føroyskari filmsvinnu, og hon hevði tørv á at fáa stuðul. Tí fóru vit við, sigur Guðrið Højgaard. Visit Faroe Islands hevur saman við Tórshavnar og Sør­vágs kommunu stuðlað film­inum “Fågelfångerens son” við 1,5 milliónum krón­ um. –  Vit hava gjørt Føroyar kend­ar á so nógvan hátt við okkara átøkum. Men filmurin kann vera við til at gera Før­ oyar kent á einum nýggjum palli. Um hetta fer at geva nakað, so at fleiri ferðafólk fara at koma higar, má tíðin vísa, sigur Guðrið Højgaard. Visit Faroe Islands og Faroe Film hevði frá byrjan av ynski um at fáa Føroyar væl lýst við náttúrumyndum, og at fáa føroyingar við í verk­ætlanina. Hetta er eydnast sera væl. – Vit fegnast um, at film­ur­ in kundi takast upp í Føroyum. Tað hevur eisini gjørt, at hann longu hevur kastað nógv av sær her heima, sigur Guðrið Højgaard. Longu kastað pening av sær Filmurin “Fågelfångerens son” ella "The Birdcatcher's Son”, ið varð frumsýndur í Føroyum í síðstu viku, kostaði 18 milliónir krónur. Men av tí at filmurin varð tikin upp í Føroyum og nógvar tænastur vórðu keyptar í Føroyum, hevur hann longu kastað fleiri milliónir av peningi av sær her á oyggjunum Frants Jensen frants@sosialurin.fo –  Næstan helvtin av kostn­að­ inum av filminum, eru brúktir í Føroyum. Tað er brúkt til lønir til alt frá seymikonum til føroyskar leikarar, keyp av vørum og tænastum, til dømis tilfar til pallsmíð, matur og gisting. Og landið hevur fingið skatt, mvg og aðrar inntøkur, sigur Johannes Jensen, stjóri í Faroe Film. Føroyskt filmsfelag Í sambandi við fíggingina av filminum, er eitt felag stovnað við heitinum Faroe Film. Seks ymiskir íleggjarar: Atlantic Air­ways, Framtak, Poul Han­ sen Heilsøla, Bacalao, Cold­ stream og Kimbil hava til­sam­ ans sett 2,5 milliónir krónur í verk­ætlanini. Johannes Jen­ sen, formaður í Ferðaráð Før­ oya, er stjóri í Faroe Film. – Vit hava sett pening í film­ in saman við tveimum svensk­ um íleggjarum. Vit eiga ein triðing í part. So er eisini ein lítil danskur íleggjari. Vit vita ikki, hvat hetta kann geva. Kanska gevur tað eitt sindur, so at vit fáa nakrar av íløgun­ um aftur, kanska vit fáa allar íløg­urnar aftur, ella kanska tað gevur meira, so at vit fáa yvir­skot. Tað vil tíðin vísa, sigur Johannes Jensen. Hann vísir tó á, at endamálið hjá Faroe Film var ikki at fáa stórt yvirskot. – Okkara mál hevur ong­an­ tíð verið at fáa pengar út úr hesum. Vit valdu at vera partur av verkætlanini, fyri at fáa tað føroyska við. Vit ynsktu at tað skuldi geva nakað til Føroyar og føroysku filmsvinnuna, sigur Johannes Jensen. Hetta er fyrsti føroyski filmurin, har so stórur partur av framleiðsluni hevur verið før­oyskur. Føroyar longu fingið nógvar milliónir Filmurin kostaði tilsamans 18 milliónir krónur. Tað gekk tó drúgv tíð at fáa fíggingina upp á pláss. Eitt, ið varð gjørt fyri at spara, var at allur filmurin var tikin upp í Føroyum. Her stuðlaðu føroyskar fyri­ tøkur væl. Atlanti Airways stuðlaði við flogferðaseðlum og Gist & Vist hava stuðlað við mati, ferðing og gisting alla­ staðni í Føroyum, ísambandi við upptøkurnar. Hetta er fyrsti føroyski film­urin, har so stórur partur av framleiðsluni hevur verið føroyskur. Nógvir føroyingar aftanfyri Jan Berg Jørgensen var før­ oyskur framleiðsluleiðari vegna framleiðslufelagið Faroe Film. Hann fekk nógvar før­oy­ingar at vera við í fram­leiðsl­uni, til dømis við upptøkum, ljóði, hjálp­arfólk, pallsmíði og nógv­ um øðrum. – Føroyingar vóru sera hjálpsamir og rættu eina hond á ein ella annan hátt. Millum annað vóru bíggjarfólk og bónda­hjúnini í Koltri sera hjálp­som, meðan upptøkurnar vórðu gjørdar har, sigur Jan Berg Jørgensen. Johannes Jensen, stjóri í Faroe Film. Guðrið Højgaard, stjóri í Vistit Faroe Islands