mánadagur 6. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
Fleiri enn 80
fólk á skeiði
um vegarbeiði
Skeiðsluttakarar læra at gera og halda
vegarbeiðið trygt, bæði fyri ferðandi á vegnum
og fyri seg sjálvar og sínar starvsfelagar
Vilmund Jacobsen
Eftirútbúgv
ingargrunnurin
Vitan
hevur hetta seinasta árið
skipað fyri fýra ”Vegurin
sum arbeiðspláss” skeið
um, har fleiri enn 80 fólk
hava luttikið.
-
Skeiðið
er
ætlað
teimum, sum arbeiða á
vegunum. Á skeiðnum
fáa luttakararnir kunn
leika um grundleggjandi
ásetingar um uppmerk
ing, reglur, tilfar og trygd
á vegunum.
Í Vinnuhúsinum siga
tey í dag, at skeiðsluttak
ararnir læra soleiðis at
gera og halda vegarbeiðið
trygt, bæði fyri ferðandi
á vegnum og fyri seg
sjálvar og sínar starvs
felagar - við rættari upp
setan og niðurtøku av
skeltisavmerkingum.
Á bíðilista
Tað er eftirútbúgvingar
grunnurin Vitan, ið skip
ar fyri skeiðnum, sum
verður hildið av EUC
Nordvestsjælland.
Skeiðið er galdandi í 5
ár.
- Næsta skeið er ikki
ásett enn, men til ber at
skriva seg á bíðilista í
Vinnuhúsinum,
verður
lagt aftrat.
Selmar Nielsen er
afturvaldur sum for
maður í Ráðgevara
felagnum. Nevndin
hevur skipaði seg við
Selmari Nielsen sum
formanni og Eyðbirna
Brimnes sum næst
formanni. Hinir eru Árni
Jakobsen, Rúni Abra
hamsen og Klæmint
Eliasen.
Læra at brúka
mønustingara
Í kvøld klokkan 19 verður
grindaskeið í Løkshøll í Runavík.
Hetta er eitt ókeypis skeið, har
neyðugt ikki er við tilmelding
Vilmund Jacobsen
Skeiðið í kvøld snýr seg
um undirvísing í brúki
av mønustingara.
Víst verður til grinda
kunngerðina, har sagt
verður í grein 20:
- Bert persónur, sum
er 16 ár ella eldri, og sum
hevur loyvisprógv fyri at
hava luttikið á grinda
skeiði, kann avlíva hval.
Í stykki 2 stendur
eisini, at tann, ið avlívar
hval, hevur skyldu til at
hava loyvisprógv, sam
bært § 6, stk. 3, hjá sær.
- Sýslumaðurin ella
grindaformenn
kunnu
krevja at síggja loyvis
prógvið í samband við
grindadráp, verður lagt
aftrat í grindakunngerð
ini.
Sagt verður eisini, at
grindaskeið fyri grinda
menn
skal
innihalda
kunning um grindalóg
gávu, kunning og upp
læring í brúki av grinda
reiðskapi, drápshátti og
staðfesting av deyðseyð
kenni hjá hvali.
Soleiðis
gongur við
fiskiskapi
Vilmund Jacobsen
Fýra ísfiskalínuskip
fiska undir Føroyum,
og væntandi koma trý
av hesum inn at landa
í dag. Fjórða skipið
kemur seinni í vikuni.
- Línuskipini undir
Føroyum fáa mest av
toski, hýsu og longu og
so nakað av brosmu.
Tað vita tey á
Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Eitt ísfiskalínuskip
og fýra frystilínuskip
fiska í íslendskum
sjógvi. Ísfiskalínuskipið
kemur heim at landa
síðst í hesi ella fyrst
í næstu viku.
Streymurin er harður,
men batnar, sum henda
vikan gongur. Veðrið
verður gott, men tað
verður nógv høgætt,
sum ikki er góð til
útróður norðanfyri.
- Vit rokna kortini við,
at nakað verður av
útróðrarfiski í vikuni,
verður lagt aftrat.
Flestu partrolarapør
eru til fiskiskap, og
skipini koma inn at
landa, sum henda vikan
gongur. Fiskiskapurin
eftir upsa er einki
at reypa av.
Trý partrolarapør
fiska gulllaks.
Fríggjadagin vóru bara
tveir djúpvatnstrolarar
til fiskiskap. Teir
fiska svartkalva,
stinglaks og blálongu.
- Báðir
djúpvatnstrolararnir
koma inn at landa
hesa vikuna.
Fríggjadagin lógu allir
teir smáu trolbátarnir,
men væntandi er,
at teir fyrstu fara
út aftur ein av
komandi døgunum.
Tvey garnaskip fiska
svartkalva. Annað
skipið frystir fiskin
umborð, og hitt ísar.
- Eitt garnaskip
fiskar havtasku.
Fiskiskapurin hjá
garnaskipum er
brúkiligur, verður sagt.
ÍDNAÐARFERIA:
Ídnaðarferian fyri
byggivinnuna, sum
nevndin í Føroya
Handverkmeistarafelag
ásetir, verður í
vikunum, 30, 31 og
32. Soleiðis hevur
ferian ligið í fleiri ár.