mánadagur 6. mai 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
TÍÐINDI
Meira enn
hálvthundrað
mál liggja í
nevndunum
Tingið er farið til hús og kemur ikki
saman aftur fyrr enn ólavsøkudag
Árni Gregersen
Tingsetan endaði fríggjadagin
uttan at nevndirnar megnaðu
at koma aftur í tingið við meira
enn hálvthundrað málum.
Tá ið sagt verður, at tingset
an edndaði, so er tað teoretiskt,
tí tingið kann kallast saman
aftur líka til ólavsøku.
Men endin av hesi tingset
uni var eitt sindur óvanligur.
Tað er mangan hent, at mál
ikki eru komin aftur úr nevnd
um, men tá hevur tað ofta
verið, tí sitandi samgonga ikki
vil hava málini avgreidd.
Í ár er støðan øðrvísi, tí sam
gongan hevur mist meirlutan í
tinginum og kannn sostatt
ikki samtykkja egin uppskot
ígjøgnum, uttan so, at avtala er
gjørd við andstøðuna ella part
ar av andstøðuni.
Hinvegin so er andstøðan
heldur ikki samd og stóð ikki
saman her móti endanum.
Tað vil siga, at Løgtingið í
veruleikanum ikki var arbeiðs
ført hesar seinastu dagarnar
tað var til arbeiðis.
Mánakvøldið í seinastu viku
kallaði tingformaðurin floks
formenn saman fyri at finna
eina loysn. Floksformennirnir
gjørdu eina avtalu um, hvørji
mál tey kundu semjast um,
skuldu samtykjast og tað helt
tingformaðurin seg til.
Vildu hava meira
Avgerðin var tikin, men tað
vísti seg skjótt, at hetta hóvaði
ikki øllum. Áheitanir komu til
formansskapin um at viðgera
nógv onnur mál, men formað
urin og floks- og nevndarfor
mennirnir valdu at halda í
avtaluni frá mánakvøldinum.
Men fleiri stór mál liggja av
somu orsøk eftir í nevndunum
og detta burtur, tá ið tingsetan
endar.
Tvey av málunum eru upp
skotið frá Eyðgunn Samuelsen
um eina vælferðarlóg, sum
skal koma í staðin fyri gald
andi forsorgarlóg. Eitt upp
skot, sum fer at kosta samfel
agnum nógvar milljónir, verður
tað samtykt sum tað liggur.
Hitt stóra uppskotið er um
hvørvismargfeldislógin. Tað er
landsstýriskvinnan við um
hvørvismálum, Sirið Stenberg,
sum hevur lagt tað uppskotið
fram.. Heldur ikki tað kom aft
ur úr nevnd.
Veiðugjøldini, sum er ein
partur av lógini um fyrisiting
av sjófeingi, komu heldur ikki
aftur í tingið. Hetta er eitt mál,
sum torført hevur verið at
fingið semju um í samgonguni.
Tí vóru útlitini ikki serliga góð
at fáa tey ígjøgnum nú.
Eitt annað mál, sum vanliga
verður samtykt um várið, er
uppskotið um fíggjarkarmar
nar fyri komandi ár. Lands
stýriskvinnan ið fíggjarmál
um,
Kristina
Háfoss,
legði
uppskotið fram, men heldur
ikki tað kom aftur úr nevnd.
Ein møguleiki
Løgtingsformaðurin
gjørdi
vart við, tá ið tingið fór í
summarfrí, at tað sjálvandi ber
til at tingið kemur samanaftfur
í vár ella summar, um tað vísir
seg, at flokkarnir ynskja at
bera onkur av málunum úr
nevnd aftur.
Sannlíkindini fyri at hetta
hendir, eru sera smá. Tingið er
farið til hús og í seinasta lagi
2.august skal løgmaður skriva
út nýval.
Hetta vita tingfólk og flokk
arnir og tey eru nú farin heim
at fyrireika seg til komandi
val. Seinast vit høvdu val var 1.
september fyri einum ári síð
ani. 1. september í ár er sunnu
dagur og tá er ikki loyvi at
hava løgtingsval í Føroyum, so
allarseinasti valdagurin á hes
um sinni er leygardagin 31.aug
ust.
Men sum flest øllum kunn
ugt, so skulu vit eisini hava
fólkatingsval í ár. Og tað skal
altso vera í seinasta lagi 18.
juni. So sjálvt um flokkarnir,
sum eru umboðaðir í Løgting
inum, eru farnir til hús, so
sleppa tey ikki undan at fáast
við politikk kortini.
Málini, sum lógu eftir:
Fíggjarnevnd
F Løgtingsmál nr. 32/2018: Uppskot til
løgtingslóg um at byggja barnaheim í
Tórshavn
F Løgtingsmál nr. 52/2018: Uppskot til
løgtingslóg um Bústaðabanka
F Løgtingsmál nr. 97/2018: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-2
F Løgtingsmál nr. 102/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
Húsalánsgrunn (Heimild at útskriva lánsbrøv
og til at útvega lutaíbúðir)
F Løgtingsmál nr. 103/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
Búskaparráð (Fleiri tilmælandi partar og
krav um arbeiðsroyndir)
F Løgtingsmál nr. 105/2018: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-3
F Løgtingsmál nr. 116/2018: Uppskot til
løgtingslóg um heimild til at útvega
úttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús
F Løgtingsmál nr. 142/2018: Uppskot til
løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík
F Løgtingsmál nr. 143/2018: Uppskot til
løgtingslóg um nýggjan innkomuveg til
Tórshavn
F Løgtingsmál nr. 148/2018: Uppskot til
løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í
sáttmála millum Føroyar og Grønland at
sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
F Løgtingsmál nr. 149/2018: Uppskot til
løgtingslóg um studningslán til at byggja
ítróttaháskúla í Suðuroy
F Løgtingsmál nr. 152/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leingja umsóknarfreist fyri mvg-
afturbering til almannagagnligt
frítíðarvirksemi)
F Løgtingsmál nr. 158/2018: Uppskot til
løgtingslóg um at breiðka vegateinin
Oyndarfjørður-Hellurnar.
F Løgtingsmál nr. 161/2018: Uppskot til
løgtingslóg um at breiðka vegateinin til
Funningsfjørð
F Løgtingsmál nr. 168/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
áseting av skatti (Hækkaður
barnafrádráttur)
F Løgtingsmál nr. 173/2018: Uppskot til
løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við
menningartarni og fjølbreki og
úrgildisseting av løgtingslóg um at dagføra
ognina Eirargarður 14/16
F Løgtingsmál nr. 174/2018: Uppskot til
samtyktar um játtanarkarmar á
løgtingsfíggjarlógini fyri 2020
F Løgtingsmál nr. 176/2018: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-2
Mentanarnevnd:
M Løgtingsmál nr. 33/2018: Uppskot til
løgtingslóg um stuðul at byggja
fótbóltshallir
M Løgtingsmál nr. 150/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan (morgunsangur)
M Løgtingsmál nr. 166/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
yrkisútbúgvingar (Longd á skúlaskeiðum)
M Løgtingsmál nr. 167/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
yrkisútbúgvingar (Endurrindan av løn undir
skúlagongd)
Rættarnevnd:
R Løgtingsmál nr. 9/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)
R Løgtingsmál nr. 64/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
(ALS-lógin) (Norðurlendski sáttmálin um
almannatrygd, eftirlønargjald o.a.)
R Løgtingsmál nr. 66/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
trygging móti avleiðingunum av
arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
(Uppgávurnar hjá Føroya
Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til
Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)
R Løgtingsmál nr. 129/2018: Uppskot til
løgtingslóg um elektriskan útbúnað,
elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar
(Eltrygdarlógin)
R Løgtingsmál nr. 137/2018: Løgtingslóg
um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni
(Náttúrumargfeldislógin)
R Løgtingsmál nr. 138/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum
o.a.)
R Løgtingsmál nr. 139/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
umhvørvisvernd (Heimild at leggja
kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)
R Løgtingsmál nr.140/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
kærunevnd í lendismálum
(Kærumyndugleikin sambært
náttúrumargfeldislógini,
náttúrufriðingarlógini,
umhvørvisverndarlógini og
havumhvørvisverndarlógini lagdur til
Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir
navn til Kærunevndin í náttúru-,
umhvørvis- og lendismálum)
R Løgtingsmál nr. 153/2018: Uppskot til
løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja
javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum
R Løgtingsmál nr. 169/2018: Uppskot til
samtyktar um at taka av føroysku
fólkatingssessirnar
Trivnaðarnevnd:
T Løgtingsmál nr. 7/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
almannapensjónir o.a. (Ásetingar um
brotpensjón)
T Løgtingsmál nr. 12/2018: Uppskot til
løgtingslóg um heimild hjá kommunum at
leiga út bústaðir
T Løgtingsmál nr. 13/2018: Uppskot til
løgtingslóg um heimild til kommunur at
útvega leigubústaðir
T Løgtingsmál nr. 44/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne
om offentlig forsorg (Forsorgarlógin)
(Javning av uppihaldsveiting)
T Løgtingsmál nr. 45/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsfremjandi tiltøk (Javning av
uppihaldsveiting)
T Løgtingsmál nr. 78/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
sjúkrahúsverkið (Broyting av heitinum
endurvenjing til endurmenning og stovnan
av samskipara til endurmenning)
T Løgtingsmál nr. 122/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur
burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista
arbeiðsinntøku til ansaran)
T Løgtingsmál nr. 127/2018: Uppskot til
løgtingslóg um almannatrygd og vælferð
(Vælferðarlógin)
T Løgtingsmál nr. 134/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og
onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
T Løgtingsmál nr. 135/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót;
ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av
ávísum tænastum í heimatænastuni,
eldrarøkt og trivnaðartænastum)
T Løgtingsmál nr. 136/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
kærunevnd í almanna-, familju- og
heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt
frá forsorgarlóg til vælferðarlóg)
T Løgtingsmál nr. 145/2018: Uppskot til
løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í
sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
T Løgtingsmál nr. 163/2018: Uppskot til
løgtingslóg um ráðgeving til foreldur, í
sambandi við ætlanir um fosturtøku og
aðrar bráðkomnar trupulleikar
T Løgtingsmál nr. 171/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
sjúkrahúsverkið (Áseting um fylgjara)
T Løgtingsmál nr. 177 /2018: Uppskot til
løgtingslóg um royndarverkætlan fyri
kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni
Uttanlandsnevnd:
U Løgtingsmál nr. 93/2018: Uppskot til
samtyktar um tilráðingar frá
Norðurlandaráðnum í 2018 og um
frágreiðing um virki ráðsins í 2018
U Løgtingsmál nr. 113/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
trygd á sjónum (Reglur um sjóuppmerking
o.a.)
U Løgtingsmál nr. 114/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av
málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
U Løgtingsmál nr. 123/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av
málsøkinum sjórættur)
Vinnunevnd:
V Løgtingsmál nr. 40/2018: Uppskot til
løgtingslóg um veiðigjald
V Løgtingsmál nr. 83/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,
norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan
av heimild at taka veiðigjald)
V Løgtingsmál nr. 109/2019: Uppskot til
samtyktar um at betra um fortreytirnar hjá
ungum at sleppa til skips
V Løgtingsmál nr. 125/2018: Uppskot til
løgtingslóg um veiðigjald
V Løgtingsmál nr. 128/2018: Uppskot til
løgtingslóg um kóp (Kópalógin)
V Løgtingsmál nr. 156/2018: Uppskot til
samtyktar um, at ung fáa ókeypis
trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum
V Løgtingsmál nr. 157/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
landsjørð (Býti av keypspeningi fyri
landsjørð)
V Løgtingsmál nr. 164/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,
norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019
(Lækkan av veiðigjaldi)
§ 25 nevnd:
§ 25 Løgtingsmál nr. 110/2018: Uppskot til
løgtingslóg um samsýning og eftirløn
løgtingsmanna
§ 25 Løgtingsmál nr. 111/2018: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
nevnd at geva løgmanni tilmæli um
samsýningar og eftirløn landsstýrismanna
v.m. (Samsýningarog eftirløn løgtingsmanna
v.m.)