Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØÐINGARDAGUR JÓANNES BÓNDA Jóannes Patursson varð føddur hendan dagin fyri 153 árum síðani – hin 6. mai 1866 í Kirkjubø. Hann doyði 2. august 1946, góðan mánað fyri fólka­atkvøðuna um loysing. Jóannes Bóndi varð vald­ur á ting í 1901. Frá 1906 umboðaði hann Sjálv­stýrisflokkin, men seinastu árini Fólkaflokkin. BARNASKALDIÐ DOYÐI 6. MAI Í 1951 Skaldið Hans Andrias Djurhuus doyði hendan dagin í 1951. Hann varð føddur í Havn 20. oktober 1883. Hans Andreas var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og læraraskúlanum. Hann vaks upp í Áarstovu í Gongini í Havn. Tann 6. mai í 1922 kom DFDS skipið »Island« á Havnina. Mill­ um farmin var Før­oya fyrsti bil­ur, ein Ford TT last­vogn­ur, sum Jo­hannes Ol­sen og Júst Siv­ert­sen keyptu frá smiðjunum, Wen­zel Petersen og Vilhelm Niel­ sen í Havn Eirikur Lindenskov Í dag eru júst 97 ár síðani, at fyrsti bilurin trillaði á før­ oysk­ari jørð. Tí hendan dagin í 1922 seldu Vilhelm Nielsen og Wen­zel Petersen fyrsta bil­in til Júst Siv­ertsen og Jo­hann­es Olsen í Havn. Talan var um ein Ford TT lastvogn, sum kom til landið við DFDS-skipinum, Island, hendan dag­in. Júst Sivertsen (føddur í 1892) var kendur bilførari í Havn. Men Johannes Olsen (fødd­ur í 1894) doyði longu í 1924 av vanlukku, tá ein ketil sprongd­ist á nýggja Alex­ and­rin­es Hospitali. Ein teirra, sum var á Konga­brúnni, tá bilurin kom í land 6. mai 1922, var Oluffa Jen­sen (Luffa í Gongini 1912- 2000) í Havn. Hon var tá tíggju ára gom­ul, men hon minn­ist hend­ing­i­na væl, tí Johannis og hon vóru systkinabørn – og vuksu upp í sama húsi und­ir Kletti í Havn. Í viðtalu við Sosialin 12. juni 1996 segði hon: – Eg minnist væl tann dag­in. Nógv fólk var komið sam­an, og bilurin kom í land á ein­um prámi. Eg minnist ikki, hvørjum skipi hann kom við, men har var eing­ in, sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skump­aður niðan í Quill­ings­garð, har Wenzel og Vil­helm høvdu smiðju. – Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Tað var dan­in, Plank (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa. Hannis førdi annars Reyða Kross, men fór seinni á hospi­talið at arbeiða sum mont­ørur, sum tað kallaðist. – Tá haldi eg, at Júst tók yvir bil­in, segði Luffa. Hannis arbeiddi nógv, greiddi Luffa frá. – Fysikus Herup hevði al­tíð boð eftir honum, og tað var eisini tí, at vit vóru mill­um tey fyrstu, sum fingu telefon. Minnist meg rætt, hvødu vit nummar 13. Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina, minnist Luffa ikki reiðiliga. – Men teir koyrdu við fólki, tað minnist eg væl. Teir koyrdu túrar niðan á Sana­tor­i­ið og aðrar túrar við. Minn­ist meg rætt, so kostaði tað 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Eg minnist væl, at Johannes hevði eina papp­eskju við 25 oyrum und­ ir seingini. Um bilin sigur Luffa, at hon heldur hann var svartur ella rætti­liga myrkur. Hann hevð ikki el-startara, men skuldi vindast í gongd. Luffa andaðist í oktober 2000, 88 ára gomul. 97 ár síðani fyrsti bilurin kom til Føroya Gomul mynd av Kongabrúnni í Havn. Uttast høgrumegin sæst skráin, har bilurin hjá Johannes undir Kletti og Júst Sivertsen varð fluttur á land av práminum, tá hann kom til Føroya við DFDS skipinum »Island«, 6. mai í 1922. Pílurin frá bilinum vísir okkum Ólavstovu, sum er einasta húsið á myndini, sum enn stendur sum tað stóð í 1922. Nýggjari mynd av Kongabrúnni. Staðið, har fyrsti bilurin kom á land, er áleið har, vit hava sett bilin í grøna sirklinum. Pílurin vísir Ólavstovu, sum vit eisini síggja á eldru myndini vinstru­ megin. Alt annað í myndini er broytt – uttan kanska bryggjukanturin sjálvur – og gamli skráin sæst enn í bryggjukantinum. Hann er styrktur við jarnbesløgum, sum enn síggjast Limir í Føroya Ellisakførum sita á bryggjukantinum á Kongabrúnni, har skráin enn sæst, sum fyrsti bilurin rullaði í land fyri 97 árum síðani. Myndin er tikin fyri nøkrum árum síðani. Fremstur situr Sverri Mortensen á Argjum, sum er føddur slakar tveir mánaðir áðrenn fyrsti bilurin kom til landið. Sverri Mortensen arbeiddi hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn í slaka hálva øld Júst Sivertsen í fyrsta bilinum, sum kom til Føroya. Myndin er tikin á Tinghúsvegnum í Havn ­ gamla Telefonstøðin sæst aftan fyri bilin, sum var ein Ford TT lastvognur