mánadagur 6. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UPIÐ UNDIR SKÁLAFIRÐI Í MORGIN
– Tað eru undir 10 metrar eftir at skjóta millum Strendur og Saltnes, og í morgin, 7. mai klokkan 16.30, verður
síðsta skot latið av í Eysturoyartunlinum móti Rókini, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyar
tunlar. Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll,
skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar í tíðindaskrivi. Hátíðarhaldið byrjar við at borgarstjórarnir, Jóhannus Dani
elsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina. Aftaná verður farið í Løkshøll til ein
drekkamunn. Nakað er tó eftir at spreingja fyri at koma ígjøgnum millum Eysturoynna og Streymoynna.
Helena í Homrum,
Kollafjørður, andaðist í
heiminum fríggjadagin
3. mai 67 ára gomul.
Meinhard Berg, ættaður
úr Funningsfirðið, bú
sitandi á Borgarnesi
í Íslandi andaðist 30.
apríl 93 ára gamal.
Eyðstein Eliassen,
Fuglafjørður, andaðist
í heiminum mikudagin
1. mai, 63 ára gamal.
Hilmar Egholm
Jacobsen, Tórshavn
andaðist í heiminum
týsdagin 23. apríl,
69 ára gamal.
Einar Hentze, ættaður
úr Sandavági, andaðist í
heiminum í Kristiansund
leygardagin 27. apríl,
84 ára gamal.
Haraldur Rasmussen
Nattestad, Miðvági
andaðist í heiminum,
64 ára gamal.
Ásla Lamhauge, ættað
av Skála, búsitandi
í Keypmannahavn,
andaðist 29. apríl,
71 ára gomul.
Erna Mouritsen,
Sørvági, andaðist
mánanáttina, 29.
apríl, 69 ára gomul.
Erling Niclasen,
Tvøroyri andaðist á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
mánadagin 29. apríl,
68 ára gamal.
Kristianna Sofía
Michelsen, fødd
Olsen, eisini nevnd
andukk, ættað úr
Klaksvík, búsitandi
á Argjum, andaðist á
Landsjúkrahúsinum,
sunnudagin 28. apríl,
68 ára gomul.
Elsebeth Maria
Jakobsen, vanliga
nevnd Mia, ættað úr
Svínoy búsitandi í
Tórshavn, andaðist á
Eldrasambýlinum Oman
Hoydalar, fríggjadagin
26. apríl, 89 ára gomul.
Andrea Johanna
Lisberg, Vestmanna,
andaðist á Landssjúkr
ahúsinum leygardagin
27. apríl, 86 ára gomul.
Elsebeth Kalsø
Danielsen, ættað úr
Klaksvík, búsitandi
í Havn, andaðist
leygarnáttina 27.
apríl, 75 ára gomul.
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
So er pápi farin frá okkum,
og heim til Harran, ið hann
altíð setti sítt lít á.
Pápi var føddur og upp
vaksin á Selheyggi í Klakks
vík, og var hann næstelstur
av trimum systkjum. Carl
var elstur, og búði alt sítt
vaksna lív í Noregi, pápi
var miðlingur, og síðan
er Judith yngst, ið býr í
Klakksvík.
Pápi var raskur, arbeiðs
samur og sera dugnaligur
maður. Hann hevði frá ung
un árum sera góðan hugin
til alt, sum hevði við mask
inur og teknikk at gera,
og fór at læra til maskin
meistara. Eftir tað fór hann
út at sigla, og var við fleiri
skipum. M. a. silgdi hann
eitt longri tíðarskeið við
Bliki. Hann var væl lýdd
ur umborð, og tað segðist
um hann, at tað altið var
so reint og snøgt í mask
inrúminum, tá ið pápi var
við. Eisini helt hann av, at
hava tað snøgt og hugnaligt
á kamarinum hjá sær, og
hevði altíð eina mynd av
kong Fríðriki hangandi á
vegginum.
Pápi fekk hug til at
víðka um sína útbúgving,
so í 1960 fóru mamma og
Pápi til Keypmannahavnar
har pápi fór at lesa til
maskinverkfrøðing.
Har
búðu tey í fleiri ár, og nøk
ur ár í Odense – so tá íð
vit loksins fluttu heim
aftur til Føroyar, vóru vit
fýra systrar Elsba, Hanna,
Guðrið og Sunrið. Vit búðu
í Hornabø, og babba ar
beiddi á Skipasmiðjuni, har
honum dámdi sera væl og
fekk hann nógv vinfólk,
m.a. Kjartan Mohr, og syn
irnar Høgni og Poul sála. Í
gula ráðhúsinum var rætt
iliga trongligt, men hóast
tað legðist afturat, og eru
bæði Rúna og Gvøðny
føddar har, so vóru vit nú
8 fólk í húsinum – 7 gent
ur/kvinnur og pápi. Tá var
onkuntíð synd í honum,
t.d. var ringt hjá honum at
sleppa á ves, tí har var altíð
upptikið – ikki minst sum
vit vuksu til.
Pápi fór undir at tekna
dreymahúsið, ið tey bæði
ynsktu sær, og nokk so
nógv ár seinni flyta tey í
húsini á Landavegnum. Tað
var í 1980, og har trívdust
tey avbera væl. Pápi hevði
skrivstovu heima, hevði
sína egnu fyritøku, og ein
mann settan – Sjurður
Heinesen – og lívið var gott.
Men so hendi tað ræð
uliga, sum er tað ringasta,
ið kann henda fyri øll
foreldur.
Yngsta
dóttir
in Gvøðny doyr í einari
meiningsleysari
ferðslu
vanlukku bert 13 ár gomul,
og tá broyttist alt. Tað tók
okkum øllum sera dygt,
men svárast var tað hjá
mammu og pápa. Pápi, sum
av og á kundi taka gittar í
hond, og syngja saman við
okkum døtrum, og tvætla
við okkum, gavst við øll
um sovorðnum og var
sera tungur í nogv ár, og
mamma við. Sagt verður
at tíðin lekir øll sár. So
var ikki hjá teimum, men
onkusvegna lærdu eisini
tey, at liva við sakninum.
Í 1992, tá ið ringa kreppan
rakti landið, rakti tað eisini
míni foreldur, og tey mistu
húsini. Tey gera av at flyta
til Hirtshals at búgva, og
pápi fer at sigla við Norð
borg sum maskinmeistari,
og tey fáa íbuð mitt í býn
um. Seinni keypa tey eini
lítil kolonihavahús, ið eftir
nøkur ár standa sum eini
deilig summarhús, ið pápi
so hegnisliga sjálvur hevur
bygt út, tí fittur í hondum
tað varð hann, og eiga vit
familjan nógv góð minnir
har í frá.
Pápi hevur altið haft
eina sera góða heilsu, stórt
áræði, var lættsindur og
hevði altið eina góða at for
telja, tordi siga sína mein
ing, so tað hoyrdist, var sera
gávumildur og hjálpsamur,
og altíð klárur at geva eina
rættandi hond, var sera
áhugaður í politikki, og har
kundi tað leika nokk so hart
á, í trætum við adrar menn,
við øðrvísi meiningum - tó
ikki so, at tað bilti, og tað
var altið sátt og semja aft
aná – so pápi mín var eitt
sera livandi menniskja.
Nú, at enda fór heilsan
at bila, og hann orkaði ikki
meira, var fyri tað mesta
sera friðarligur og fámaltur,
sat mestsum bara og svav
í stólinum, og eftir hetta
vanlukkukvøld, har hann
datt so illa, gekk tað skjótt.
Eftir bert eitt samdøgur á
sjúkrahúsinum
slóknaði
hjá pápi 87 ára gamal. Svárt
er hjá mammu, ið nú situr
eftir hann, men vit systrar
byggja garð um hana fyri at
hjálpa og stuðla henni, og
verða saman í sorgini. Tað
er jú so – at tey ið hava livað
við okkum, og hjá okkum –
nú liva í okkum, og har eru
eisini øll minnini.
Ærað verið minnið um
elskaða pápa mín Alfred
Steensen.
Familjunar vegna
Hanna Tove Isholm
(Piddan)
Alfred Steensen
– Hydada um pápa mín f. 13.03.1932 – d. 20.03.2019
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Hanna og Bina, fingu 30. apríl eina lítlasystur, sum
eitur Sofía. Sofía vigaði 3790gr. og var 55cm. long.
Foreldrini eru Malan og Páll Nielsen, Tórshavn
Jákup Jakobsen og Ansy Sevdal Jakobsen, Skála,
fingu 26. apríl eina dóttir. Longd: 52 cm vekt: 3130.
Hon hevur longu fingiđ navn og eitur Eyðhild.