mánadagur 6. mai 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
TÍÐINDI
Rita Elmounayer, stjóri á fylgisveinarásini Sat-7, sum
sendir á arabiskum í Miðeystri, vitjaði í Føroyum síðsta
vikuskifti. Sat-7 sendir millum annað skúlafrálæru til
børn í flóttalegu, upplýsandi og lærandi tilfar og eisini
tilfar, ið lærir børn og ung at hugsa krittiskt
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Eg varð ikki upplærd at seta
krittiskar spurningar, tá ið eg
búði í Libanon. Eg var upplærd
at minnast og duga uttanat,
ongantíð at greina og seta
spurningar. Tá ið eg fór til
Ongland at lesa, so varð eg ør
kymlað, tí eg fekk lýst tingini
frá fleiri síðum. Eg fór og
spurdi undirvísaran, hvat var
rætt, og hvat var skeivt. Hann
segði, at tað mátti eg sjálv
finna út av. Tað var nýtt fyri
meg, at seta spurningar við tað
uppfatan, ið eg var vaksin upp
við. Fyri at viðurskifti skulu
broytast í Miðeystri, so má tað
uppvaksandi ættarliðið læra
um tolsemi, fyrigeving og at
tað ber til at liva í friði saman
við øðrum, ið hava aðrar mein
ingar. Tað er ov seint at læra
tey vaksnu. Vit mugu byrja við
børnunum og teimum ungu,
sigur Rita Elmounayer.
Barnasendingar
til krígsbørn
Rita Elmounayer hevur arbeitt
fyri Sat-7, síðan rásin byrjaði í
1996, og hon er sera eldhugað
fyri hesum arbeiði, ið røkkur
út til milliónir av fólki kring
alt Miðeystur og Norðurafrika.
– Eg havi verið við í Sat-7
síðani fyrsta dagin í 1996. Eg
eri útbúgvin journalistur og
hevði nakað av royndum inn
an økið. Mítt stóra ynski var at
arbeiða við børnum, og her
fekk eg møguleika at gera
barnasendingar. Tað var sera
spennandi, sigur Rita Elmoun
ayer.
Eftir nøkrum árum var ein
nýggj rás stovnað, sum fekk
heitið Sat-7 Kids. Rita gjørdist
leiðari.
– Eg minnist, tá ið eg sjálv
var barn í Libanon. Tað var
kríggj, vit hoyrdu bumbubrest
ir, og tað var ótrygt. Sum vaks
in ynskti eg at geva børnunum
í Miðeystri og Norðurafrika,
sum liva í ótta og ótryggleika
vegna kríggj, nakað gott. Fylgi
sveinasjónvarp var rætti møgu
leikin at náa út við einum øðr
vísi
boðskapi,
sigur
Rita
Elmounayer.
13 milliónir børn fáa
onga skúlagongd
Hon vitjaði við sjónvarpsliði
børn í teimum ymisku londun
um í Miðeystri og gjørdi send
ingar við og um tey. Hon kom
eisini í samband við tey mongu
børnini, ið liva í flóttalegum
ymsastaðni í Miðeystri.
Millum annað eina flótta
fólkalegu í Beqaa-dalinum í
Libanon, har ein familja bjóð
aði henni inn í sítt 4 x 4 metur
stóra tjald, ið hýsti eini familju
við 8-10 børnum. Einki var í
tjaldinum uttan madrassur á
gólvinum og eitt sjónvarp í
krókinum.
– Eg spurdi børnini, hvat tey
ynsktu sær. Tá fór tann eini
drongurin út og eftir eina løtu
kom hann aftur við eini tómari
skúlatasku. Hann segði mær,
at hann ynskti at sleppa í
skúla aftur, tí hann saknaði
skúlan, sigur Rita Elmounayer.
Hetta birti upp undir tank
an at byrja skúla gjøgnum Sat-
7 Kids. Orsakað av krígnum í
Sýria eru um 5.000 skúlar
stongdir, og um 13 milliónir
børn fáa onga skúlagongd.
– Hóast tey eru í flóttafólka
legu, so hava so at siga allar
familjurnar
sjónvarp,
sigur
Rita Elmounayer.
Skúli gjøgnum sjónvarp
Sat-7 Kids byrjaði fyri umleið
fimm árum síðani við undir
vísingarsendingini My School.
Smærru børnini fáa frálæru í
arabiskum, enskum og stødd
frøði, og størri børn hava har
umframt aðrar lærugreinar.
Hyggjarakanningar vísa, at
tað eru minst 1,5 milliónir
trúfastir hyggjarar til send
ingina My School. 70 prosent
av børnunum í aldrinum frá
forskúla til 3. flokk fylgja und
irvísingini dagliga ella í minsta
lagi eina ferð um vikuna.
– Við rásini fáa børnini vit
an og førleikar, sum menna
tey og geva teimum betri
møguleikar at klára seg í
lívinum. Um hesin møguleikin
ikki er, so er stórur møguleiki
fyri, at børnini gerast analfa
betar og ikki fáa møguleikar
víðari í lívinum. Eisini foreldr
ini fylgja við sendingunum og
læra saman við børnunum,
sigur Rita Elmounayer.
Kanning vísir, at alsamt
fleiri arabisk børn hyggja at
Sat-7 Kids, og samstundis svar
ar ein vaksandi partur av for
eldrunum, at rásin hjálpir
børnum teirra.
Hetta eggjar rásini at halda
fram, tá ið hugsað verður um,
at nógv tann størsti parturin,
sum sær sendingarnar, eru
ikki-kristnir hyggjarar.
8,6 milliónir hyggjarar
Sat-7 hevur eisini eina sending,
ið eitur Academy fyri tey
størru børnini. Har verður
dentur lagdur á at læra børnini
og tey ungu at seta kritiskar
spurningar og læra tey tey
góðu sosialu virðini, eitt nú
tolsemi, sum er neyðugt fyri at
Føroyskir
sunnudagsskúlar
stuðla Sat-7
Føroysk
sunnudagsskúla
børn hava í fleiri ár stuðlað
kristiligu
sjónvarpsrásini
Sat-7 Kids, sum sendir sjón
varp til børn í Miðeystri og
Norðurafrika. Flestu sunnu
dagsskúlar hjá Kirkjuligu
Heimamissiónini hava búss
ur standandi, har børn og
foreldur kunnu lata eitt
oyra til Sat-7, og árliga verða
um 100.000 krónur sendar
til Sat-7. Føroya Landsstýri
hevur eisini latið menning
arhjálp til Sat-7.
Stjórin í Sat-7, Rita Elm
ounyar, vitjaði í Føroyum
fyri at greiða frá arbeiðin
um. Millum annað var hon
við til stóra felagssunnu
dagsskúlan, ið var í Nesvík
herfyri.
– Vit eru sera takksom
fyri, at børn í Føroyum vilja
stuðla við at lata pengar í
bússuna
í
sunnudagsskúlunum. Men
tað er ikki bara tann fíggjar
ligi stuðulin, ið hevur týdn
ing. Tað at børn í einum so
friðarligum landi sum Før
oyum verða mint á at stuðla
og biðja fyri børnum, ið liva
í ófriðarligum londum, har
tey als ikki hava tað so gott,
sum tit hava tað í Føroyum,
tað er stórt, sigur Rita Elm
ounayer.
LÆRA FÓLK Í
ARABISKA HEIM
AT HUGSA KRIT
Vanligu
fjølmiðlarnir eru
undir eftirliti.
Myndug
leikarnir hava
stýrt, hvat fólk
síggja og ikki
síggja