Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 TÍÐINDI kunna uppbyggja eitt betri sam­felag at liva í. Hyggjaratøl vísa, at 8,6 milliónir hyggjarar í øll­um aldri trúliga fylgja við hesi sendingini. Academy gevur holla skúla­ undirvísing til tey, sum eru í 4.-5. flokki,  sum annars onga skúlaundirvísing høvdu fingið. Von við skert frælsi Rita Elmounayer er júst vorðin stjóri fyri øllum Sat-7. Hon er út Libanon, men býr nú á Ký­ pros, har ein av høvuðs­sendi­ støð­unum hjá Sat-7 er. – Í Miðeystri hevur tað verið rættiliga avmarkað, hvørja ávirk­an fólk hava fingið uttan­ ífrá. Vanligu fjølmiðlarnir eru undir eftirliti. Myndugleikarnir hava stýrt, hvat fólk síggja og ikki síggja. Men tá ið fylgisveinasjónvarp kom, fóru fólk at nýta nógva tíð at hyggja eftir øðrum rásum, og har kunnu myndug­ leik­arnir ikki skerja frælsið. Tað komu í rúgvuvís av rásum. Í dag eru fleiri hundrað. Rás­ irnar hjá Sat-7 eru sostatt bara ein partur av allari rúgvuni, ið fólk kunnu velja ímillum. Í onkr­um londum hava mynd­ ug­leikarnir roynt at steðga okk­ara rásum, millum annað við at taka rutarar burtur. Men fólk eru skjót at keypa nýggjar rutarar, so síggja tey aftur. Broytingar í smáum bitum – Á okkara rásum fáa fólk ein ann­an boðskap enn tey fáa á øðr­um rásum í Miðeystri. Tíð­ indini í Miðeystri eru ofta neilig. Vit ynskja at koma við góðum tíðindum. Vit senda ikki sendingar við útlendskum prædikumonnum, sum tað ber til at síggja nógvastaðni í Vest­ urheiminum. Vit senda filmar, kvinnusendingar, sendingar fyri menn, og sendingar, sum kunnu geva vón í truplum tíðum. Vit senda eisini frá onkr­um gudstænastum. So royna vit sum sagt eisini at hava sendingar við skúla­frá­ læru og øðrvísi hugsunarhátti, enn tað sum er vanligt í Mið­ eystri. Vit royna at læra fólk at hugsa sjálvi og at taka støðu sjálvi. Hesi verða kanska leið­ arar ein dag, og tí er týðandi, at tey fáa onnur virði. Tað má lær­ast í smáum bitum. Men um tað kann broyta bara ein per­són, so er nógv vunnið, sigur Rita Elmounayer. Hon vísir á, at tey fáa nógv­ ar afturmeldingar frá hyggj­ arum, sum eru jaligar. Millum annað, at fólk siga, at nú hava tey lært at lesa sjálvi, og tískil eru tey meira sjálvbjargin. Avbjóðingar Tað eru eisini stórar avbjóð­ ingar í Sat-7. Millum annað er trupult at røkka teimum ungu. – Ein av stóru uppgávunum fyri framman er at gera meira við sosialu miðlarnar fyri at røkka út til tey ungu. Men tað er eisini ein stór avbjóðing allatíðina at hava góða góðsku í innihaldi og tekniskt, sigur Rita Elmounayer. Boðskapur talar til muslimar – Okkara mál við rásini er eis­ ini at vera ein stuðul fyri tey kristnu í Miðeystri, sum ikki kunnu savnast saman við øðr­ um kristnum. At tey kunnu fáa undirvísing og upplæring í kristnu trúnni. Boðskapurin um kærleika, náði og fyri­gev­ ing talar til muslimarnar, tí hetta er nakað heilt annað, enn tey eru von við at hoyra. Fleiri av teimum spyrja, hvussu hetta kann bera til. – Men málið er eisini at bróta niður teir mongu for­ dóm­arnar um tey kristnu, sum eru í Miðeystri, sigur Rita Elm­ ounayer. Sat-7 og Miðeystur Sat-7 er ein fylgisveinarás, ið sendir á fýra ymiskum rásum og trimum málum 24 tímar um døgnið. Sent verð­ ur á arabiskum, turkiskum og á farsi, ið verður tosað í Iran. Millum annað eru barna­ sendingar, tíðindi, filmar, tónleikur, dokument­arsend­ ing­ar heilsusendingar, send­ ingar um kvinnurættindi og sendingar við kristnum inni­haldi. Tað eru kristin í Mið­ eystri, ið standa aftanfyri. Alt tilfarið er framleitt av arab­arum og ætlað arab­ar­ um. Umleið 450 milliónir fólk búgva í Miðeystri og Norð­ urafrika. Bara 20 milliónir av teimum eru kristin. Tey kristnu eru sostatt ein minni­lutabólkur. Hyggjaratøl vísa, at Sat-7 hevur umleið 23 milliónir arab­iskar hyggjarar. Sat-7 er eisini á Youtube, og har eru 5 milliónir, sum síggja arab­ isku rásinar um mánaðin. Fylgisveinarásin hevur 250 fólk í starvi og onnur 250 fríyrkisfólk. Fíggjar­ætl­ anin hjá Sat-7 er 16 milliónir dollarar árliga. Til sam­an­ ber­ingar kann nevnast, at rásin Al Jazeera hevur eina fíggjarætlan á 100 milliónir dollara bara fyri Al Jazeera Kids. Sat-7 Kids hevur eina fíggjarætlan á 3 milliónir dollarar. MINUM TTISKT Um hesin møguleikin ikki er, so er stórur møguleiki fyri, at børnini gerast anal­ fabetar og ikki fáa møguleikar víðari í lívinum Rita Elmounayer greiddi børnunum, sum vóru á sunnudagsskúla í Nesvík herfyri, frá um støðuna hjá børnum í Miðeystri. Mynd: eydbii myndir