mánadagur 6. mai 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
Ása Davidsen er sett í
starv sum deildarleiðari á
Miðstøðini hjá Nánd í Leirvík.
Hon er ættað úr Nólsoy og
tekur við starvinum hin 1.
juni 2019.
Eitt megnararbeiði
til stóra gleði
- Eg takki hjartaliga fyri stóra arbeiðið, sum verður gjørt ár um ár
soleiðis, at møguleiki er fyri at halda várdagar og bátafestival á
Toftum, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen
Vilmund Jacobsen
Seinastu vikuna hevur Nes
kommuna rættiliga verið í
fokus – fyrst við várdøgum,
har ymisk fólkslig tiltøk hava
verið kring um í kommununi
og síðan við bátafestivali, sum
varð hildin á Toftum leygar
dagin.
- Bátafestivalurin eydnaðist
sera væl, og aftur í ár vóru
nógv fólk á festivalinum, bæði
nær og fjar.
Tað sigur borgarstjórin í Nes
kommunu, Jóhannus Daniel
sen, nú hesi bæði tiltøk – vár
dagar og bátafestivalur – eru
løgd afturum.
Hann vísir á, at aftan fyri
slík tiltøk liggur eitt megnar
arbeiði.
- Bátafelagið á Toftum og
fólkið aftan fyri felagið hava
gjørt eitt stórt arbeiði. Slík til
tøk krevja drúgt fyrireikingar
arbeiði. Her er nógv at takast
við bæði undan og á sjálvum
degnum.
Jóhannus Danielsen fegn
ast eisini um, at nú gerandis
dagur aftur er í kommununi,
er alt festivaløkið longu ruddað.
- Tað er flott, leggur borgar
stjórin aftrat.
Nes kommuna takkar Báta
felagnum og øllum, sum ann
ars hava verið við til at skipa
fyri.
- Hjartaliga takk fyri stóra
arbeiðið, sum verður gjørt ár
um ár soleiðis, at møguleiki er
fyri at halda bátafestival á
Toftum - okkara íbúgvum og
vitjandi til stóra gleði.
Várdagar
Jóhannus Danielsen takkar
eisini fyri, at so væl hevur
verður tikið ímóti várdøgun
um, sum Nes kommuna nú
fyriskipaði fyri 6. ferð.
Hann takkar bæði felags
skapum og einstaklingum fyri
at hava tikið so væl ímóti – og
fyri at hava gjørt várdagar
møguligar við teimum tiltøk
um, sum skipað hevur verið
fyri í felag.
- Uttan tykkum øll vóru
eingir várdagar, sigur Jóhann
us Danielsen, borgarstjóri í
Nes kommunu.
Deksbátur
verður 100
ár í vikuni
Vilmund Jacobsen
Hósdagin hin 9. mai í ár
verða 100 ár liðin, síðan
báturin á myndini - Makr
elurin 2 - fyrstu ferð varð
flotaður.
Tað var Elias Johansen,
Elias í Rættará, róptur,
sum smíðaði bátin.
Fyrsta navnið var Jo
hanna TG 480, og hetta
navn hevði deksbáturin
árini frá 1919 fram til 1972.
Onnur nøvn upp gjøgnum
tíðirnar eru Móvanes, Sólr
un 2, Sjóbrandur, Borðkoll
ur, Hvessingur – og seinnu
árini Makrelurin 2.
Sagt verður, at hetta er
elsti bátur, ið hevur Skop
un sum havn.
Makrelurin 2 er snøggur
deksbátur; hann er væl
hildin og er í góðum standi
í mun til høga aldurin.
KVÍVÍK: 2. hvítusunnudag
skipar Kvívíkar kommuna fyri
gongutúri frá Skeiðsskarði
til Leynar. Farið verður úr
Kvívík klokkan 14, og bussur
koyrir niðan á Sornfelli.
Fyrstu húsini innilokað
Góðir møguleikar eru fyri sethúsabygging á Kambsdali
Vilmund Jacobsen
- Nú eru vit komin har til, at
okkara fyrsta hús er inni
lokað, og væntandi kunnu
fólk flyta inn í eini lyklaklár
hús á Kambsdali hin 1. juni.
Næstu húsini koma til Før
oya hin 16.mai.
Nakað soleiðis verður sagt
á Facebook-síðuni – Brigada
Hús – nú um dagarnar.
Tað er Beinir Nolsøe Ol
sen, sum stendur á odda fyri
hesi sethúsabygging.
Í samband við hesa verk
ætlan á Kambsdali, syrgir
Fuglafjarðar kommuna fyri at
gera vegir, kloakk og gøtuljós.
Kommunan hevur í løtuni
eisini eina kommunala út
stykking í gongd á Kambsdali,
har átta grundstykki í fyrsti
syftu verða gjørd byggibúgvin.
Soleiðis hava fólk, sum
ætla sær at seta búgv á
Kambsdali, bæði ein privatan
veitara at venda sær til, um
framt kommunalu grund
stykkini, sum ætlandi kunnu
seljast seinni í summar.
Myndin er tikin á Toftum leygardagin, eftir at teir umleið 50 bátarnir, sum vóru við
í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, høvdu lagt til bryggju í Oyrunum