Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Pætur Albinus BORÐTENNIS Í døgunum 30. mai til 2. juni fer føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis til Noregs at luttaka í Mega Cup í høvuðsstaðnum, Oslo. 11 leikarar fara at umboða Føroyar. Teir eru hesir: Anja Wongwai (TBF), Ári Fríðason Jensen (Tór), Bára Guttesen (TBF), Beinta Dalfoss Joensen (TBF), Britt Michelsen (TBF), Hanna Fonsdal Højgaard (TBF), Heri Lava Láadal (Tór), Marin Elisabet Poulsen (TBF), Rói Seyer Hjaltason (Tór), Tórur Eið Eliasen (Tór) og Victoria Debes (TBF). FÓTBÓLTUR FCK er danskur meistari fyri 13. ferð. Meistaraheitið kom í hús eftir 3-2-sigur á arva­fígg­ indunum úr Brønd­by í gjár. Hóast tað eru trý umfør eftir at spæla, so kann nærmasti elt­arin, FC Midtjylland, ikki longur vinna seg innaftur á FCK. Høvuðsstaðarfelagið, sum áður hevur havt føroyingarnar Toda Jónsson og Brand Hendriksson á liðnum, hevur vunnið átta dystir á rað og er væl á veg at seta nýtt stigamet í donsku Superliguni. Franck Ribery gevst í Bay­ ern München eftir hetta kapp­ ingarárið. 36 ára gamli vong­ leikarin hevur spælt 12 ár í felag­num, men nú sáttmálin gongur út í summar, eru part­ ar­nir vorðnir samdir um at skiljast. - Tað var ein dreymur, tá ið eg kom til Bayern. Tað verður ikki lætt at siga farvæl, men vit mugu ikki gloyma tað, ið vit náddu saman. Vit hava vunnið eina rúgvu. Meira enn 20 steyp, sigur Franck Ribery við heimasíðuna hjá felagnum. Ribery sigur, at hann enn ikki hevur gjørt av hvar hann fer at spæla fótbólt framyvir. Eisini ein annar aldrandi vong­leikari, Arjen Robben, gevst í Bayern München eftir hetta kapp­ ingarárið. FR. ÍTRÓTTUR 18 ára gamla Elisabet Holm Simon­sen úr Hoyvík setti leygar­dagin nýtt føroysk met í 100 metrum renning, tá ið hon í Tårnby Games í Danmark rann teinin við tíðini 13,01. Elisabet Holm Simonsen átti sjálv gamla metið, sum hon setti 11. septembur 2016 í Føroyum. Margit Weihe Friðmundsdóttir megnaði eisini at renna undir gamla metið við tíðini 13,04. Elisa­bet Holm Simonsen og Margit Weihe Friðmundsdóttir renna báðar fyri Bragdið, og tær hava báðar megnað kravtíðina til oyggjaleikir og verða tí helst at síggja á Gilbraltar í summar. Elisabet Holm Simonsen setti í somu kapping eisini nýtt før­oyskt met í longdarlopi. Hon leyp 5,11 metrar. Gamla metið, sum hon sjálv átti, var 5,07 metr­ar. NÝGGJ FØROYSK MET Í FRÆLSUM ÍTRÓTTI Elisabet Holm Simonsen hevur um vikuskiftið sett nýggj føroysk met í bæði 100 metra renning og í longdarlopi. Í borðtennis er ungdómslandsliðið úttikið, og í Danmark er FCK aftur blivið meistari FM í estetiskum fimleiki hevur um vikuskiftið verið í høllini á Hálsi í Havn. Her síggjast úrslitini frá kappingini Úrslit frá FM í estetiskum fimleiki PINKUR Navn Felag Stig 1. Mira HF 30,40 2. Svalan Støkk 28,80 3. Ara Ljósið 26,00 4. Milja HF 23,10 SMÁGENTUR Navn Felag Stig 1. Rósan Støkk 33,70 2. Vela Ljósið 32,15 3. Bjalla HF 31,75 4. Bylgja HF 27,35 5. Libra Ljósið 23,55 6. Birta HF 22,05 GENTUR Navn Felag Stig 1. Freia HF 32,60 2. Fenja HF 30,60 3. Viólin Støkk 29,10 KVINNUUNGLINGAR Navn Felag Stig 1. Lyra Ljósið 31,15 2. Hulda Junior HF 28,75 3. Flykran Støkk 27,60 KVINNUR Navn Felag Stig 1. Hulda HF 30,00 2. Vípan Støkk 27,75