Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kappingarárið í hondbólti er av, og leygardagin vórðu leikarar heiðraðir á ársins endaveitslu. Marianna Geirsdóttir Eystberg og Kyndil fóru við nógvum heiðrum hjá kvinnum, meðan tað var javnari býtt hjá monnum Sjúrður Hildarson Hoydal Tað snúði seg bæði um at hugna sær og at heiðra hvørj­ um øðrum tá ið leikarar, venjar­ar og dómarar hittust til árligu hondbóltsgallaveitsluna leygar­dagin. Í ár var Kyndil vertur fyri veitsluni, og kyndils­fólk fingu eisini nógv at gleðast um so hvørt sum vinn­ ararnir vórðu kosnir. Flestu heiðurslønirnar vóru avgjørdar við atkvøðugreiðslu ímillum venjarar, liðskiparar og miðlar. Í hvørjum bólki skuldu latast eitt, tvey og trý stig til tey trý bestu í sínum bólki. Summir bólkar vóru sera tættir í stigum, meðan aðrir vóru heldur greiðari. Ársins toppskjúttar skuldu sjálvsagt ikki atkvøðast um, meðan ársins lið var sett av uttanveltaðum serfrøðingum. Ársins toppskjútti hjá monnum Filip Jojic var toppskjútti hjá monn­um við 185 málum. Hans Eli Sigurbjørnsson og Høgni Zachariassen fingu ávikavist 180 og 140 mál. Hetta er áttanda árið á rað at Filip Jojic er topp­ skjútti í Føroyum. Ársins toppskútti hjá kvinnum Marianna Geirsdóttir Eyst­ berg gjørdist toppskjútti hjá kvinnum hóast hann ikki spældi fyrstu fýra dyst­ir­nar í kappingarárinum. Kyndils­ bakk­urin fekk 149 mál. Durita Christophersen Jojic fekk 137, meðan Maria Halsdóttir Weyhe fekk 135 mál. Ársins stjørnuskot hjá monnum Høgri bakkurin úr H71, Vilhelm Poulsen, var kosin ársins stjørnu­skot hjá monnum við 27 stigum. Tróndur Mikkelsen úr Neistanum var sera nær við á øðrum plássi. Hann fekk 26 stig. Dánjal Ragnarsson úr Neista­num fekk 19 stig. Ársins stjørnuskot hjá kvinnum Marita Mortensen úr H71 vann greitt heiðurin sum ársins stjørn­u­skot. Hon fekk 45 stig. Ingunn Kristina Persson úr Neistanum fekk 22 stig og Karina Berg Høgnesen úr StÍF fekk 12 stig. Ársins dómarar Hannis og Uni Wardum eru ársins dómarar. At­kvøðu­ greiðsl­an um dómararnar var ikki kunn­gjørd tá ið Sosialurin fór til prentingar. Ársins málverji hjá monnum Kyndilsmálverjin, Tórður Gutte­sen, var valdur ársins mál­verji hjá monnum við 54 stigum. Tað varð hann tepurt frammanfyri N i c h o l a s Satch­well úr Neista­num, sum fekk 52 stig. Joa­ kim Jürs fekk 30 stig. Ársins málverji hjá kvinnum Lítil ivi var um hendan bólkin. Jovana Stranjanac úr Kyndli vann heiðurslønin við 46 stig­ um. Viviann Petersen úr VÍF og Annika Fríðheim Petersen úr H71 fingu ávikavist 30 og 21 stig. Ársins verjuleikari hjá monnum Peter Krogh úr H71 gjørdist ársins verjuleikari hjá monnum við 37 stigum. Rasmus Søby úr Neistanum og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli fingu ávikavist 24 og 23 stig. Ársins verjuleikari hjá kvinnum Sera tepurt var ímillum kvinn­ ur­nar í hesum bólki. At enda vann Durita Christophersen Jojic úr VÍF við 30 stigum. Súna Krossteig Hansen úr Kyndli fekk 29 stig og Durita Toftum Joen­sen úr H71 fekk 28 stig. Ársins venjari hjá monnum Jeppe Borch úr Neistanum var kosin ársins venjari. Tað varð hann frammanfyri Sonna Lar­sen úr H71 á øðrum plássi Hjalmari Klein Olsen á triðja plássi. Ársins venjari hjá kvinnum Greipuvinnarin, Bárður Johannesen úr Kyndli gjørdist ársins venjari hjá kvinnum. Hallur Danielsen úr H71 og Ingi Olsen úr VÍF gjørdust nummar tvey og trý. Ársins álopsleikari hjá monnum Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF vann við 38 stigum framman­fyri Filip Jojic úr H71 á 35 stigum. Rasmus Søby úr Neista­num fekk 26 stig. Ársins álopsleikari hjá kvinnum Marianna Geirsdóttir Eystberg úr Kyndli vann við 35 stigum. Liljan Djurhuus úr VÍF fekk 24 stig, meðan Marita Mortensen úr H71 fekk 15 stig. Ársins leikari hjá monnum Rasmus Søby úr Neistanum gjørdist annað árið á rað ársins leikari. Høgri bakkurin fekk 38 stig, meðan Peter Krogh úr H71 og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli fingu ávikavist 24 og 21 stig. Ársins leikari hjá kvinnum Tað var toppskjúttin og ársins álopsleikari, Marianna Geirs­ dóttir Eystberg , sum fór við størsta heiðrinum. Við 35 stigum gjørdist kyndils­bakk­ urin ársins leikari frammanfyri Súnu Kross­teig Hansen úr Kyndli á øðrum plássi og Duritu Christophersen Jojic úr VÍF á triðja plássi. Ársins lið hjá monnum Ársins lið var sett av uttan­ veltaðum serfrøðingi hjá Hond­ bólts­sambandinum, ið valdi hesar leikarar hjá monnum: Málverji: Nicholas Satchwell, Vinstri vongur: Høgni Zacharias­sen, Vinstri bakkur: Filip Jojic, Spælskipari: Peter Krogh, Høgri bakkur: Rasmus Søby, Høgri vongur: Pætur Thom­sen, Strika:Rógvi Dal Christiansen Ársins lið hjá kvinnum Hesar vóru valdar á ársins lið hjá kvinnum: Málverji: Jovana Stranjanac, Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen, Vinstri bakkur: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Spælskipari: Súna Krossteig Hansen,  Høgri bakkur: Durita Christophersen Jojic,  Høgri vongur: Guðrið á Borg, Strika: Durita Toftum Joensen ÁRSINS LEIKARAR Í HONDBÓLTI HONDBÓLTUR