mánadagur 6. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÚKKLING
Torkil Veyhe og teir:
Pætur Albinus
Vónbrot
Torkil Veyhe livir í hesum
døgum sítt lív fult út sum full
tíðar súkklari á danska liðnum,
Riwal Readynez, har hann nú
av álvara er sloppin at merkja,
at hann súkklar á allarhæsgsta
støði. Seinastu fýra dagarnar
hevur hann luttikið í Tour de
Yorkshire í Onglandi, sum er
ein kapping á World Tour-
støði, har hann kappaðist ímóti
eitt nú ferfalda Tour de France-
vinnaranum, Chris Froome, og
tí 30-faldaða teinavinnaranum
í Tour de France, Mark Caven
dish.
Eitt er tað, at teir luttóku,
men teir á Riwal Readynez
løgdu harumframt eitt fram
úrskarandi gott úrslit eftir seg
og vóru millum mest eyðsýndu
liðinum í annars sera væl
mannaða feltinum, har danska
liðið, ið vanliga súkklar einari
lægri deild, einans var sloppið
við eftir at hava fingið eitt
wildcard.
Fýra teinar vóru í Tour de
Yorkshire. Kapteynurin hjá
Riwal Readynez, Alexander
Kamp, vann triðja teinin, og
undan
seinasta
teininum
lá hann á einum samlaðum
fyrstaplássi, men hóast seinasti
teinurin lá væl til hansara og
vónir vóru um ein ótrúligan
samlaðan sigur, so gjørdist
hann ov stuttur og gleið úr
samlaða topp trý. Hann gjørd
ist nummar fýra.
- Vit eru vónbrotnir av, at
vit ikki eydnast, men vit eru
stoltir av, at vit tora at vinna.
Vit koyra ótrúliga væl sum lið,
og vit vísa at vit tora - óansæð
hvørjum vit eru uppi ímóti.
Fyri at tora at vinna má man
eisini satsa og risikera at tapa,
sigur Torkil Veyhe.
- Tað er trupult at seta fing
urin á júst hvat manglaði. Vit
eru kanska eitt sindur í undir
tali til endans í mun til Team
INEOS, so Kamp situr nakað
einsamallur. Vit vóru eisini
noyddir at heinta útbrotið,
so Kamp kundi koyra við um
bonussekund. Tað var okkara
møguleiki, sigur Torkil Veyhe
eftir tann hendingarríka teinin,
har alt tíverri ikki fløskaði seg
sum teir á Riwal Readynez
ynsktu.
Virðing
Í stóru myndini kunnu teir á
Riwal Readynez tó vera væl
nøgdir. Teir súkkla vanliga
á næsthægsta støðinum, ið
kallast procontinental, og ein
av bestu mátunum at slúsa
seg inn á hægsta støðið, ið
kallast World Tour, er at vísa
seg fram og gera seg galdandi
tá ið teir fáa wildcards til tær
stóru kappingarnar. Tað fingu
teir gjørt í ríkiligt mát hesa
ferð í sjónvarpsskíggjum kring
allan heimin, og tað ger tað ikki
verri, at teir, ið skipa fyri Tour
de Yorkshire, eru teir somu,
sum skipa fyri Tour de France
og øðrum stórum súkklukapp
ingum.
Tað eru í síðsta enda hesir
fyriskipararnir,
sum
skulu
útluta wildcards til nøkur fá
smærri lið.
- Vit hava víst, at vit vilja
vinna, og vit koyra saman sum
eitt lið. Vit hava vunnið virð
ing frá hinum World Tour-lið
unum, og vónandi eisini fyri
skiparunum, so vit kunnu fáa
fleiri kappingar á hesum støði
num, sigur Torkil Veyhe.
Fyri framman hjá Torkili
Veyhe og liðfeløgunum eru
Tour of Uppsala, Hammer
Series og Tour of Norway. Tour
of Uppsala byrjar nú mikudag
in, meðan Tour of Norway, ið
er eitt av stóru málunum hjá
Riwal Readynez, er í døgunum
28. mai til 2. juni.
albinus@sosialurin.fo
1. teinur
182,5 kilometrar úr Doncaster til Selby
Vinnari: Jesper Asselman (Roompot-Charles)
Torkil Veyhe hevur verið raktur av krími undan kappingini, men hann stríðist fyri
at koma fyri seg aftur. Hann stríðist ikki einans fyri seg sjálvan, men serliga fyri
kapteynin á liðnum, Alexander Kamp. Hetta er eisini orsøkin til, at Torkil má
sleppa tíðliga og rullar á mál smáar sjey minuttir aftanfyri feltið. - Eg hevði ikki
meira, sum eg kundi hjálpa við, so eg rullaði bara á mál fyri at spara meg, segði
Torkil eftir teinin, har Riwal Readynez greiddi sín einfalda setning fyri dagin -
nevniliga at halda Alexander Kamp í tryggari støðu.
2. teinur
132 kilometrar úr Barnsley til Bedale
Vinnari: Rick Zabel (Katusha)
Aftur verður Torkil Veyhe sendur til arbeiðis tíðliga á teininum, og hetta kostar
honum nógva orku. Hann kennir tó á sær, at hann er við at koma fyri seg aftur
eftir krímið. - Eg passaði upp á Alexander Kamp, og tað gekk sum tað skuldi.
Tað var mótvindur, so teinurin var lutfalsliga lættur, sigur Torkil, sum umvegis
radio kundi hoyra liðfelagan, Andreas Stokbro, vera við í hópspurtinum, har
hann gjørdist nummar seks. Kapteynurin, Alexander Kamp, kemur sum ætlað á
mál saman við feltinum.
3. teinur
132 kilometrar úr Bridlington til Scarborough
Vinnari: Alexander Kamp (Riwal Readynez)
Uppgávan er tann sama hjá Torkili. Sum ein rættur hjálpari brúkar hann seg upp
fyri kapteynin, Alexander Kamp, og hann kemur útvið 20 minuttir seinni enn
hinir á mál. Riwal Readynez hevur tveir mans við í finaluni, og alt meðan tað
verður roknað við, at tann kviki Andreas Stokbro fer at gera um seg í spurtinum,
so súkklar Alexander Kamp framvið øllum og fer fyrstur um málstrikuna. Hann
leggur seg harvið á eitt deilt samlað fyrstapláss í kappingini saman við Chris
Lawless frá Team INEOS (fyrr: Team Sky)
4. teinur
175 kilometrar úr Halifax til Leeds
Vinnari: Greg van Avermaet (CCC Team)
Talan er um ein knallharðan tein. Torkil Veyhe leggur upp til eitt álop, sum
Riwal Readynez ger áleið 40 kilometrar áðrenn mál, men tað fækkast so
líðandi við Riwal Readynez-súkklarum í feltinum, og álopið vísir seg at kosta.
Alexander Kamp kemur at sita einsamallur og stendur seg ikki í longdini
í beinhørðu kappingini ímóti profilum so sum Chris Froome og Greg van
Avermaet. Ein dreymakapping frá Riwal Readynez endar við einum vónbroti, har
kapteynurin, Alexander Kamp, glíður úr topp 3.
Tour de Yorkshire úrslit
SÚKKLARI
LAND
LIÐ
TÍÐ
1. Chris Lawless Stórabretland
Team INEOS
15:18:12
2. Greg van Avermaet Belgia
CCC Team
+ 0:02
3. Eddie Dunbar
Írland
Team INEOS
+ 0:11
4. Alexander Kamp Danmark
Riwal Readynez
+ 0:15
5. James Shaw
Stórabretland
SwiftCarbon
+ 0:25
89. Torkil Veyhe
Føroyar
Riwal Readynez
+ 27:44
GJØRDU SEG
GALDANDI Á
STÓRA PALLINUM
Hóast mótstøðumenninir vóru heimsstjørnur sum Chris
Froome og Mark Cavendish, so smæddust Torkil Veyhe
og teir als ikki burtur í Tour de Yorkshire. Liðið hjá Torkili,
Riwal Readynez, myndaði í stóran mun kappingina. - Vit
hava vunnið virðing frá hinum World Tour-liðunum, metir
Torkil Veyhe, ið nú hevur fingið smakkin eftir meira
Torkil Veyhe sæst her næstuttastur til vinstru