mánadagur 6. mai 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Meinhard E. Olsen hitaði upp í ein tíma, men kom ikki inn fyrrenn klokkan gekk til 95. minutt. Bara hálvan
annan minutt seinni avgjørdi hann dystin móti Tromsø. – Babba er so stoltur at hann táraði, sigur Meinhard
Útisetar:
MEINHARD AVGJØRDI
UPP Á EIN MINUTT
Tróndur Arge
Føroysku fótbóltsútisetarnir
plaga at skifta um at stjala yvir
skriftirnar. Hera ferð er stóri
spælarin Meinhard Egilsson
Olsen. Hann skifti í vetur til
Kristiansund, sum spælir í
Elituseriuni í Norra. Í gjár
kom hann inn í yvirtíðini móti
Tromsø og avgjørdi dystin.
Hóast Meinhard hitaði upp í
næstan ein tíma, so var tað líka
við at hann ikki kom á vøllin. Í
fótbólti snýr tað seg um at taka
av møguleikanum. Tað gjørdi
Meinhard E. Olsen í gjár.
Hitaði upp í ein tíma
Kristiansund spældi í gjár
á heimavølli móti Tromsø í
bestu deildini í Norra. Fyrr í
vikuni skoraði Meinhard E.
Olsen einsamalla málið, tá
Kristiansund í steypakapp
ingini vann 1-0 á Herd úr fjórð
bestu deildini. Í gjár byrjaði
føroyski vongurin á bonkinum,
men byrjaði longu at hita upp í
fyrra hálvleiki.
- Eg hitaði upp í einar 50
minuttir, tí eini vongurin hjá
okkum føldi okkurt, men eg
kom ikki inn. So skuldi eg inn
í 88. minutti, men tá fáa teir
reytt kort og ein áleypari hjá
okkum verður skaddur. Venjari
velur at skifta ein annan inn, og
mátti seta meg á bonkin aftur,
fortelur Meinhard E. Olsen.
Argur um at hann ikki
sleppur inn, verður hann aftur
biðin um at hita upp, men nú
sleppur hann inn.
-Onkur hevur fortalt mær, at
eg komi inn tá 94 minuttir og 26
sekund eru farin. Eg fari beint
at skjóta horna, sum vit ikki
skora uppá. Vit vinna bóltin
aftur aftaná og tá kemur so
málið. Eg haldi hatta er eitt gott
mál, serliga av viðspælaranum,
sum nærmast fer á knæ fyri at
leggja bóltin av til mín, sigur
føroyski vongurin í Kristian
sund og leggur afturat:
-Eg náddi akkurát at hugsa,
at nú var eg komin inn og hevði
avgjørt dystin. Aftaná vónaði
eg bara at dómarin bríkslaði
av, sigur Meinhard E. Olsen við
einum brosi.
Hann hevur nú avgjørt tveir
dystir fyri Kristiansund upp á
eina viku.
-Tað eru nógv, sum hava
skrivað og hava ynskt mær til
lukku. Spælararnir vóru eisini
fegnir, men tað verður kanska
ein løtan, áðrenn eg ordliga
skili tað. Tey eru ikki so nógv,
sum høvdu væntað at eg fór at
skora – jú, kanska babba. Hann
er óiva tann stoltasti av øllum.
Hann hevur bæði skrivað og
ringt við tráum í eygunum,
sigur Meinhard Egilsson Olsen.
Ferðingin er ein avbjóðing
Føroyski vongurin hevur roynt
lívið sum fótbóltsspælari í
danska Vendsyssel, men ein
nýggj avbjoðing í Norra er
langa ferðingin. Landið er stórt
og tað skulu nógvir tímar til,
fyri at koma vegin fram. Ser
liga tá SAS streykar og tú skalt
spæla á útivølli móti Strøms
godset.
-Vit fóru avstað tíðliga um
morgunin, og koyrdu í buss í
10 tímar. Vit máttu eta og venja
á vegnum. Tilsamans bleiv tað
til 12 tímar, áðrenn vit komu á
gistingarhúsið, sigur Meinhard
E. Olsen.
Hóast hetta er nakað hann
skal venja seg við, so følir hann
ikki at hann kann grenja. Tað er
onnur feløg, sum mugu ferðast
enn longri.
-Eg hevði í gjár vitjan av
Andras Gango, sum er mál
mansvenjari hjá Tromsø. Teir
mugu flúgva og koyra landið
upp og niður fyri at koma til
dystir, sigur føroyski vongurin
í norskum fótbólti.
Hann leggur afturat, at
feløgini í Olso hava stóran fyri
mun, tá tað kemur til ferðin, tí
tað ber til at flúgva til alt landið
úr høvðusstaðnum.
Spennandi tíð
Nú Meinhard E. Olsen er kom
in seg eftir ein skaða í skinna
beininum, vónar hann at fáa
meiri spælitíð. Venjaratoymið
í felagnum sigur, at tað er bara
ein, ið kann avgera um Mein
hard skal spæla.
-Eg fekk at vita frá byrjan, at
tað er bara ein, sum avgerð um
eg eri klárur at byrja. Tað eri eg
sjávur. Nú havi eg víst hetta,
men eg fari ikki upp at flákra.
Vit hava fleiri spennandi dystir
fyri framman. Eitt nú skulu
vit dagin áðrenn tjóðardagin,
16.mai, spæla móti Molde. Tað
er stóribeiggi, ið kemur á vitjan
og tað svarar til at spæla á ólav
søku, sigur Meinhard E. Olsen.
Kristiansund hevur við sigri
num fingið 10 stig í sjey teim
um fyrstu dystunum. Tað er
ein framgongd í mun til farna
kappingarár. Tað merkist eisini
í býnum.
-Her búgva áleið líka nógv
fólk sum í Tórshavn. Tað flestu
flagga fyri Kristiansund og
fólkini vísa stóran áhuga fyri
liðnum, sigur føroyski mál
skjúttin í Kristiansund.
Nú er spurningurin um
Meinhard E. Olsen fær møgu
leikan komandi dystirnar, eftir
at hava avgjørt teir dystir upp
í slag.
Eg fekk at vita frá byrjan,
at tað er bara ein, sum avgerð
um eg eri klárur at byrja. Tað
eri eg sjávur. Nú havi eg víst
hetta, men eg fari ikki upp at
flákra.
Meinhard E. Olsen