Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Talvan sigur, at 07 Vestur er ikki topplið, men at vágamenn liggja heilt væl fyri, og tað venda vit aftur til um eina lítla løtu. Teir næstbestu hjá Víkingi eru ovast við 20 stigum. Leygar­dagin megnaðu teir 2-2 á Svangaskarði, hóast teir í meiri enn fjøruti minuttir vóru tíggju ímóti ellivu. Seks minuttir eftir steðgin sá Óla Kristian Jacobsen gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið. Tá var støðan 2-1 til heima­ liðið. Geza David Turi legði gest­ir­nar framum í 36. minutti, tveir minuttir seinni javnaði Otto Reinert Petersen, og upp­ aftur seks minuttir seinni legði Debes Danielsen B68 framum 2-1. So var tað, at Víkingur seks minuttir eftir steðgin misti ein mann. Kortini eydnaðist tað fram ímóti dystarenda Víkingi at javna til 2-2. Málskjútti var Milan Svojic, sum ikki hevur vunn­ið sær pláss á besta liði­ num. Hann var alla tíðina leygar­dagin á vøllinum á Svanga­skarði, og hann umsetti brotsspark til mál, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Víkingarnir eru framvegis ósigraðir, nú teir hava spælt móti øllum liðunum uttan Skála, sum leygardagin fer at vitja í Leirvík. Umframt leygardagin á Svangaskarði er tað einaferð fyrr í ár endað javnt, tá ið Vík­ ingur hevur verið annar part­ urin. Tað var í øðrum umfari, sum var 16. mars. Tá endaði tað málleyst í Sørvági. Einastu stigini, sum 07 Vestur hevur mist vóru tey í mál­leysa javnleikinum ímóti Vík­ingi. At 07 Vestur ikki er topplið kemst av, at liðið bara hevur spælt sjey dystir, meðan Víkingur og øll hini uttan B71 hava spælt átta dystir. Enn er tað ikki ásett, nær dysturin í 6. umfari, sum 17. apríl varð út­ settur, verður spældur. Um favorittarnir í 07 Vestur vinna útsetta dystin, so fer liðið at taka toppin og harvið at hava uppaftur beinari kós ímóti uppflyting. Í løtuni sær tað gott út. Tað eru seks stig frá 07 Vestur og aftur til KÍ, sum er á fjórða plássi og fremsta liðið, sum kann trýsta teir har vesturi frá upp­flytingarmøguleikanum. Treytin fyri at flyta upp er, at liðið skal ikki enda aftari enn nummar trý. Sum tað sær út í løtuni er tað bara 07 Vestur, ið er á veg ímóti uppflyting. Sammett við 07 Vestur og NSÍ, sum vann 5-0 í Hólmanum á Eiði og er á triðja plássi, misti B68 leygardagin tvey stig. Nú eru tað sjey stig frá triðja plássi og aftur til B68, sum leygardagin fær vitjan av KÍ. Klaksvíkingar taptu leygardagin 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Bárður John­ son Heinesen er framvegis topp­skjútti hjá KÍ og í næst­ bestu deildini. Hann hevur leingi verið skaðadarvaður. Tí hevur hann ikki verið á vølli­ num alla tíðina, eitt nú í 9-1 heima­sigrinum ímóti B71, tá ið hann spældi í ein hálvan tíma og skoraði hattrikk. Tvær tær síðstu ferðirnar hevur hann ikki verið á vølli­ num, og tað sæst aftur í mál­ skjótingini hjá KÍ, sum hevur tapt toppdystirnar – 4-1 á útivølli ímóti Víkingi og leygar­ dagin 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Venja nógv í Vágum Síðsta heyst var tað vónbrot í Vágum, tá ið tað var greitt, at 07 Vestur noyddist tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Tá helt formaðurin í 07 Vest­ ur, Jim Sonni Guttesen, fyri, at tað var ikki ein spurningur, um 07 Vestur longu í ár aftur fór at vinna sær rættin at spæla í bestu deildini. Heldur var spurningurin, hvussu felagið fór at vinna uppflytingina. Nú kappingin er átta umfør gomul, greiðir formaðurin frá, hvussu teir arbeiða, nú lið­ið hevur beina kós ímóti upp­ flyting. -Tað verður arbeitt miðvíst og meiri á vøllinum, enn tað nakran­tíð áður hevur verið gjørt her vesturi. Síðsta heyst skrivaðu vit sáttmála við norska venjaran Julian Mad­ sen. Tá var hann her nakrar dagar. Spælararnir fóru undir fyri­reikingarnar 10. november. Eftir ársskiftið kom Julian aftur, og síðani hava teir vant fimm ferðir um vikuna ella eins ofta og liðini í bestu deild­ ini venja, greiðir Jim Sonni Gutte­sen frá. Tað hoyrist ikki nógv til venjaran undir dystunum, og tað ger tað heldur ikki undir venjing. Men spælararnir og øll kring felagið hava stóra virðing fyri venjaranum og tí, sum hann avrikar. Um­ framt høvuðsvenjaran eru Ken Fagerberg, Jens Erik Ras­ mussen og eisini Albert Ellef­ sen knýttir at felagnum sum venjarar. -Einaferð um vikuna – heilt tíðliga fríggjamorgun – er venj­ing. Tvær av hinum fýra ferð­unum eru teir einir 35. Tá bjóðar venjarin ungum monn­ um, sum ikki enn eru á besta liðinum, og sum hava hug at bjóða seg fram, at vera við í venjingunum. Hinar ferðirnar eru teir einir 20 – 25 spælarar. Spurningurin var ikki, um tit fóru at flyta upp, men hvussu tit fóru at flyta upp, segði tú í fjør. Hvussu fara tit at flyta upp? -Tað er langt á mál, inntil upp­flytingin verður veruleiki. Julian Madsen hevur megnað at broyta hugburðin millum spæl­ararnar og í felagnum rætta vegin. Tað verður ar­beitt meiri, og tað verður arbeitt meiri miðvíst við at fáa fót­ bóltsspælið at rigga, enn tað áður hevur verið gjørt. Venjarin leggur dent á at leiðbeina ein­ støku spælararnar, og hann er bæði fakliga stinnur og menniskjaligur, sigur Jim Sonni Guttesen. 35 ára gamli norski venjarin býr saman við familjuni í Sanda­vági, og børnini ganga í skúla á Giljanesi. Svenski Ken Fagerberg hevur verið í Vágum síðani 2017 og býr saman við familjuni í Miðvági. Higartil í ár hevur hann verið við í seks dystum. Leygar­ dagin sást í Klaksvík, at 30 ára gamli álopsspælarin framvegis hevur máltev. Hann legði 07 Vestur framum bæði 1-0 og 2-0. 20 ára gamli Teitur Olsen økti til 3-0, áðrenn Aron Joensen minkaði um munin. Hetta var fyrsta málið hjá honum á næstbesta KÍ liðinum. Soares stóran leiklut Óli H. Olsen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr B68 og til NSÍ, skoraði tvey tey fyrstu málini, tá ið NSÍ leyg­ar­ dagin vann 5-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur NSÍ vunnið trettan stig – fýra sigrar og ein javn­leikur. EB/Streymur er niðast, og nógv skal venda øðrvísi í heyst, um uppflytararnir ikki aftur fara at flyta niður. Kappingin um at sleppa undan niðurflyting er við B36 og HB. Leygardagin vann HB eitt stig á Skála. Tað endaði 1-1, og bæði málini vórðu skorað kring steðgin. Hetta var sætti javn­leikurin hjá Skála í ár. B36 vann eitt stig á Sandi, har tað endaði 2-2. Andrass Johan­sen legði B36 framum 1-0 og 2-0. Áðrenn B36 fekk hol á, misnýtti Clayton Soares brots­spark, men í seinna hálvleiki svaraði 40 ára gamli superveteranurin aftur, tá ið hann skoraði bæði B71 málini. Formaðurin spáddi í fjør, at spurningurin ikki var, um 07 Vestur fer at flyta upp, men hvussu tað verður 1. deild menn: 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur II 8 6 2 0 22 7 +15 20 2 07 Vestur 7 6 1 0 16 5 +11 19 3 NSÍ II 8 5 1 2 17 11 +6 16 4 KÍ II 8 4 1 3 23 15 +8 13 5 Skála II 8 1 6 1 11 9 +2 9 6 B68 8 2 3 3 15 18 -3 9 7 B71 7 2 2 3 14 20 -6 8 8 HB II 8 1 2 5 9 14 -5 5 9 B36 II 8 1 2 5 5 18 -13 5 10 EB/Streymur II 8 0 2 6 14 29 -15 2 KÍ – 07 Vestur 1-3 (0-2) 0-1: Ken Fagerberg 11. 0-2: Ken Fagerberg 35. 0-3: Teitur Olsen 54. 1-3: Aron Joensen 81. EB/Streymur – NSÍ 0-5 (0-2) 0-1: Óli H. Olsen 20. 0-2: Óli H. Olsen 29. 0-3: Jannik M. Olsen 46. 0-4: Andri Benjaminsen 60. 0-5: Kári Hansen 65. B68 – Víkingur 2-2 (2-1) 0-1: Geza David Turi 36. 1-1: Otto Reinert Petersen 38. 2-1: Debes Danielsen 44. 2-2: Milan Svojic br 85. Skála – HB 1-1 (0-1) 0-1: Jógvan Skeel Nolsøe 41. 1-1: Teitur Poulsen 46. B71 – B36 2-2 (0-1) 0-1: Andrass Johansen 33. 0-2: Andrass Johansen 48. 1-2: Clayton Soares 59. 2-2: Clayton Soares 75. Máltindurin Bárður J. Heinesen KÍ 6 Clayton Soares B71 5 Gutti Dahl-Olsen EB/Str 5 9. umfar Leygardagin 11. mai Víkingur – Skála NSÍ – B71 B68 – KÍ 07 Vestur – HB B36 – EB/Streymur Í VÁGUM SETIR NORÐMAÐURIN DÁM Á 8. umfar: