Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Kappingin er við at myndast soleiðis, at hon líkist teimum undanfarnu árini. KÍ, NSÍ, Víkingur, B36 og HB eru um at vera har á leið, sum tað verður roknað við, at tey eiga at vera. Í gjár vunnu tey øll. KÍ, NSÍ og HB lótu einki mál fara ígjøgnum, tá ið tey vunnu stórar sigrar á útivølli, og eftir fýra tap á rað – trý í lands­kappingini og eitt í steypa­kappingini – vann B36 trivaligan sigur á heimavølli. Spenningurin var á Skála, har Víkingur vann. Hetta var fjórða ferðin, at Skála, sum fram­vegis er á Europaplássi, dyst­aðist ímóti einum av teim­ um stóru. Úrtøkan er tveir sigrar – ímóti NSÍ og HB – og tvey tap – ímóti B36 og Víkingi. Í níggjunda umfari fær Skála vitjan av oddaliðinum KÍ. Um tað tá eydnast KÍ at vinna, so vera tað átta stig frá toppi­num og aftur til Skála. Um tað fer at eydnast Skála at vinna fulla úrtøku ímóti klaks­ víkingum, sum ikki enn eru farnir av vøllinum uttan úr­ tøku, so verður tað aftur púra javnt í toppinum. Spiltu seg burtur Skála – Víkingur 2-3 Víkingaliðið var frá byrjan ikki í bestu útgávuni. Einki var at síggja til Andreas Lava Olsen og Ade­shina Lawal, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki noyddist Atli Gregersen at gevast. Ein annar veteranur, Gert Hansen, loysti hann av, men seks minuttir eftir steðgin noyddist hann at gevast. -Atli royndi, hóast hann var darvaður av skaða í lær­ krika­num, men tað gekk ikki. Gert noyddist at gevast, tá ið hann beklaði. At tað kortini eydnaðist at vinna øll stigini vísir, at eitt nýtt ættarlið av spælar­ um er við at búnast. Jóhan Petur Poulsen hevur í fleiri ár arbeitt við at menna ungu menninar á næstbesta liði­num, og teir eru væl skúlað­ir, tá ið teir taka av møgu­leikanum á besta liðinum, sigur Víkingavenjarin Sámal Erik Hentze. -Bæði liðini vístu góðan hug­burð, og tað var sera týdn­ ingar­mikið fyri okkum at vinna øll stigini, sigur Sámal Erik Hentze. Miðvallarin Heðin Hansen var tvífaldur málskjútti, og Dion Splidt, sum síðstu ferðir­ nar hevur fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu, skoraði síðsta málið. Teitur R. Joensen, sum hesa ferð var miðverji hjá Skála saman við Pæturi Dam Jacob­ sen, javnaði beinanvegin eftir steðgin. Skála vísti í fyrra hálvleiki spælið, sum higartil hevði borið so nógv stig við sær. Tað eydn­ aðist eisini heimaliðinum at spæla seg til støður og møgu­ leikar, men tað eydnaðist ikki í fyrra hálvleiki at skora mál, og so var tað dyggur smeitur, tá ið Heðin Hansen lítla løtu undan steðginum legði Víking fram­ um eftir horna úr vinstru frá Sølva Vatnhamar. Tá ið Skálaliðformaðurin Pæt­ur Dam Jacobsen tók saman­um, luktaði tað ikki sørt av, at tað hevði kostað nógv, at mið­verjarnir Jákup Jakobsen og Fróði Benjaminsen ikki vóru við: -Vit lótu ov bílig mál fara ígjøgnum. At onkrir ikki vóru við, kunnu vit ikki nýta sum verju, tí vit vóru ellivu ímóti ellivu, sum høvdu ábyrgd at vinna úrtøku, men tað eydn­ aðist ikki, hóast vit vunnu okkum til góðar møguleikar. Skála hevði fram ímóti dystar­enda møguleika at svara aftur, men Ronni Møller- Iversen misnýtti brotsspark, tá ið Elias Rasmussen fyrst hálv­ bjargaði, og Ronni síðani sendi bóltin omanfyri málið. At enda minkaði Ronni Møller-Iversen um munin til 3-2 við skoti av brotsteigarmarkinum, men tá var tað ov seint. Víkingur fór við øllum og er nú á bronsuplássi. Klæmint koyrir á TB – NSÍ 0-3 Skansin við Stórá ridlar av álvara undir TB. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur ver­ ið talan um trý tap – tvey á heima­vølli – við samantalda mál­muninum 1-12. Pílarnir peika hinvegin hjá NSÍ. 3-0 sigurin við Stórá var tann triði á rað við samantalda málmuninum 8-2. Tað hevur stóran týdning fyri leikliga avrikið, at Petur Knud­sen er komin fyri seg aftur eftir akslaskaða. Hann um­setti brotsspark til 1-0, og hann legði innfyri við frísparki, tá ið Klæmint A. Olsen økti til 2-0. Klæmint skoraði eisini triðja málið, og nú er málmetið 166. -Fyrsta hálva tíman var tað heilt javnt, men eftir at vit løgdu okkum framum við brotssparki, vunnu vit yvir­vág, og eftir at vit undan steðgi­ num øktu til 2-0, høvdu vit heilt tamarhald á, og tá kundu vit havt skorað eini tvey mál aftrat. Vit venja eitt sindur meiri, enn hini liðini gera, og tað fer nú at síggjast aftur, so hetta sær heilt spennandi út, sigur NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen. TB álopsspælarin Stefan Rado­savljevic er vónbrotin: -Í fyrra hálvleiki høvdu vit einar fýra góðar møguleikar. Eg átti sjálvur tveir av teimum, men tað eydnaðist ikki, og tað var dýrt, tí NSÍ tók av, tá ið teir undan steðginum skor­ aðu tvær ferðir í sambandi FÓTBÓLTUR Fýra av teimum stóru vunnu á útivølli, og Skála stóð ikki fyrstu royndina móti Víkingi, sum í soltnari útgávu fór við øllum og bjóðar av í FM kappingini SKÁLA KENDI IKKI SÍNA VITJUNARTÍÐ