mánadagur 6. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Viktor Axelsen greiðir í hesi
ævisøguni frá leið sínari frá
barnaárunum í Odense til
heimselituna í badminton,
har hann fyri tveimum árum
síðan gjørdist heimsmeistari.
Ungi danin, ið hevur tær
serligu gávur at tosa flótandi
kinesiskt, hevði tað ikki altíð
eins lætt sum smádrongur.
Badminton var og er hansara
frístaður í lívinum. Hetta
gagnnýtti hann sum eitt
lýsandi talent í badminton -
ikki einans í Danmark, men
eisini í ungdómskappingum
kring heimin - og tað var
ikki altíð tær mest uppløgdu
avgerðirnar, ið hann tók
fyri at gerast betri. Hann
greiðir frá sínum lítlu og
øðrvísi
avgerðum,
sum
hjálptu honum á leiðini, og
gevur sostatt nøkur ráð um
hvussu ein eisini kann røkka
tindunum.
- Tað krevur nakað serligt
at blíva nakað serligt, sigur
hann í bókini.
Bókin er í stóran mun
ein
kronologisk
forteljing
um lívsleiðina hjá Viktori
Axelsen, og stundum ber tað
brá av, at hann framvegis er
25 ára gamal og ikki hevur
verið úti í tí heilt stóra
lívsins
ódnarveðri,
men
heldur framvegis flýgur høgt
sum ein av heimsins bestu
badmintonspælarum. Hann
greiðir strangt tikið frá leiðini
hartil. Tað er ein spennandi
leið, og um rætti lesarin velur
at gloppa bókina, so eru óivað
nógv góð innlit og hugskot
eru at fáa.
LES
UM
TÚ:
Dámar
badminton eller vilt hoyra
um øðrvísi mátar at røkka
heimsins ítróttartindum.
IKKI LES UM TÚ: Ikki dámar
ketsjara-ítrótt,
ella
vilt
hava ein stríðan streym av
spenningini í lesnaðinum.
HVUSSU ER AT LESA: Bókin
er løtt lesilig, tó ikki eins
áhugaverd allatíð.
HVAT SIGUR TÚ? Hetta
eigur ikki at vera fyrstavalið,
um tú vilt lesa eina ævisøgu
frá ítróttarheiminum.
FAKTA: Bókin, ið er 274
blaðsíður,
varð
útgivin
í
fjørvetur
av
forlagnum
Gyldendal. Hon kostar umleið
300 krónur í bókabúðunum.
Viktor Axelsen:
- Tann danski
drekin
Vikan ið fór
Neistin kunnger danska
Mads Rydal Nielsen sum
nýggjan venjara hjá
mansliðnum, har hann
avloysir landsmannin,
Jeppe Borch.
Kendi spanski
málverjin, Iker Casillas,
verður innlagdur eftir
hjartatilburð. Hann
kemur seg væl, men
fer helst ikki at spæla
fótbólt aftur.
Meinhard E. Olsen
gerst sigursharri hjá
Kristiansund BK tveir
dystir á rað - ímóti
Herd í steypakappingini
og Tromsø IL í
landskappingini.
Hans Eli Sigurbjørnsson
úr KÍF og Marianna G.
Eystberg úr Kyndli verða
kosin ársins leikarar í
føroyskum hondbólti á
árliga hondbóltsgalla.
Elisabeth Holm
Simonsen setir í kapping
í Danmark nýtt føroyskt
met í 100 metrum
renning við tíðini 13,01.
KÍ, NSÍ, B36, HB og
Víkingur vinna sínar
dystir í Betrideildini hjá
monnum, har serliga
ÍF og AB hava hug at
dragna.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Fróði Fríðason Jensen
Aldur: 27
Yrki: Borðtennisspælari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Henrik Larsen
2. Avstralia
3. Gianni Infantino
4. 10
5. Zoran og Deni
6. Ódnartøk
7. Marianna G. Eystberg
8. Rói Zachariasen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvør var venjari hjá føroyska manslandsliðnum í
fótbólti árini 2002 til 2005?
2 Úr hvørjum landi er spælandi venjarin hjá Mjølnir,
Phil Freere?
3 Hvussu eitur forsetin í fótbóltssamgonguni FIFA?
4 Hvat ryggnummar hevur Jóhan á Plógv Hansen í
Bjerringbro-Silkeborg?
5 Hvussu eita teir báðir Pavlovic-feðgarnir í
føroyskum fótbólti til fornavn?
6 Hvussu eita rógvikappingarnar, sum plaga at vera í
Føroyum í apríl-mai áðrenn FM byrjar?
7 Hvør gjørdist toppskjútti í bestu kvinnudeildini í
hondbólti (SMS-deildini) í ár?
8 Hvussu eitur málverjin á myndini?
Hvussu ofta hevur tú nú
vunnið FM í borðtennis?
- Hetta var mín 4. FM-sigur í
einmansleiki.
Hvat var tað sum gekk
so væl í FM í ár?
- Eg var trúgvur móti mínum
spælistíli og trúði upp á egin
evnir. Tað er ofta soleiðis, at
man skal raka dagin, tá man
spælir FM í borðtennis, tí vit
eru fleiri, ið kenna spælistílin
hjá hvørjum øðrum út og
inn. Tí var tað heppið fyri
meg, at eg rakti dagin, bæði í
innleiðandi á finaludegnum.
Hvørjum felagi venur
tú við, og hvussu
er at vera har?
- Eg venji úti í Kastrup í
einum
felagi,
sum
eitur
Amager BTK. Tað er í mínum
eygum eitt super gott felag.
Vit fáa bæði dystarvenjing og
vanliga venjing har. Ein dag
um vikuna, eru vit so heppin,
at vit hava ein av bestu
venjarum í Danmark, og
venja móti nøkrum av størstu
talentunum í Danmark. Ta
samansetingina dámar mær
øgiliga væl.
Hvørjar kappingar eru
fyri framman hjá tær?
- Mitt í mai skulu vit til Íslands
at spæla árligu millumtjóða
kappingina móti Grønlandi
og Íslandi. Tað er ein kapping,
ið ein vil klára seg væl í, og tað
verður spennandi at síggja
hvar man liggur í mun til hesi
grannalondini.
Hvat verður málið
á oyggjaleikunum
í summar?
- Málið til oyggjaleikirnar er at
klára seg so væl sum møguligt
í øllum kappingunum. Vit
hava nú umleið tveir mánaðir
at venja í, so tað snýr seg
um at venja so nógv sum
møguligt, soleiðis at man
kann vera við til at skapa eitt
gott úrslit.