mánadagur 6. mai 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Klæmint A .
Olsen NSÍ
Alex Mellemgaard
B36
Jákup B
Andreasen KÍ
Patrik
Johannesen KÍ
Jónas Tór
Næs B36
Lukas Cieslewicz
B36
Heðin Hansen
Víkingur
Vukasin Tomic
Víkingur
Elias Rasmussen
Víkingur
Petur
Knudsen NSÍ
Adrian
Justinusen HB
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Hondbólturin
takkaði fyri
seg við manér
Hondbóltskappingarárið er komið
at enda og um vikuskiftið var
hondbóltsgalla. Marianna Geirsdóttir
Eystberg úr Kyndli og Rasmus
Søby úr Neistanum vunnu heiðurin
sum ársins spælarar. Føroyska
hondbóltsfamiljan hevur sterk bond
og tað sæst til eitt slíkt kvøld, har tey
bestu verða heiðraði.
Hondbólturin í Føroyum er í stórari
framgongd, tá tað kemur til elituna.
Landsliðsvirksemið er so gott sum
kanska ongantíð fyrr, meðan eitt
felag sum H71 tvingar hini at lyfta
seg, um tey skulu kunna fylgja við.
Vit hava fleiri spælarar uttanlands og
yvirleggjarin verður settur høgt.
Tíverri eru tað nøkur, sum ikki klára
at fylgja við – og næstan geva upp. Í
hesum kappingarárinum hevur einki
VB-lið verið at sæð hjá kvinnunum,
men vónandi verða tær at síggja við
komandi kappingarbyrjan.
Hjá monnunum eru fýra lið, sum eru í
einum bólki fyri seg, men tað er bara
VÍF, sum klárar at bjóða av uttanfyri
høvðusstaðin. Vit hava brúk fyri, at
feløg sum StÍF, KÍF og Team Klaksvík
reisa seg aftur, umframt at onnur øki
í landinum raðfesta hondbóltin.
Í løtuni bløðir breiddin í bæði
hondbólti og fótbólti. Hóast nógv
fokus er á at fáa gentur og kvinnur at
gera ítrótt, so eru bæði VB í hondbólti,
og B68 í fótbólti, dottin niður í millum
til hesi kappingarárinum. Vónandi
fer drúgva arbeiðið við at fáa børn og
ung at gera ítrótt at síggjast aftur, so
bæði hondbóltur og fótbóltur verður
at síggja kring alt landið.
Annars er hugaligt at síggja, at
Meinhard E. Olsen hevur fingið
fótin fyri seg í Kristiansund, meðan
Jóan Símun Edmundsson aftur er á
vøllinum fyri Arminia Bielefeld. Hann
fekk ein hálvleik fríggjakvøldið.
Her á klettunum vóna vit sjálvandi,
at hann verður at síggja á føroysku
landsliðstroyggjuni, nú Norra og
Spania koma á vitjan fyrst í komandi
mánaði.
trondur@sosialurin.fo
Venjari:
Sámal Erik
Henze
Víkingur
Í gjár var FM í estetiskum fim
leiki í høllini á Hálsi. 19 lið frá Fim
leikafelaginum Ljósið, Fimleika
felaginum
Støkk
og
Havnar
Fimleikafelag hava luttikið í ár.
Havnar fimleikafelag vann trý
FM. Mira vann hjá pinkunum, Freia
hjá gentunum og Hulda senior hjá
kvinnum. Hjá smágentum vann
Rósan hjá fimleikafelagnum Støkk,
og hjá kvinnuunglingum vann Lyra
hjá Fimleikafelagnum Ljósið.
Her eru FM vinnararnir
í estetiskum fimleiki
Úrslit frá FM í estetiskum
fimleikið 05.mai 2019:
Pinkur
Nummar 1 Mira, Havnar Fimleikafelag samanlagt 30,40
Nummar 2 Svalan, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 28,80
Nummar 3 Ara, Fimleikafelagið Ljósið samalagt 26,00
Nummar 4 Milja, Havnar Fimleikafelag samanlagt 23,10
Smágentur
Nummar 1 Rósan, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 33,70
Nummar 2 Vela, Fimleikafelagið Ljósið samanlagt 32,15
Nummar 3 Bjalla, Havnar Fimleikafelag samanlagt 31,75
Nummar 4 Bylgja, Havnar Fimleikafelag samanlagt 27,35
Nummar 5 Libra, Fimleikafelagið Ljósið samanlagt 23,55
Nummar 6 Birta, Havnar Fimleikafelag samanlagt 22,05
Gentur
Nummar 1 Freia, Havnar Fimleikafelag samanlagt 32,60
Nummar 2 Fenja, Havnar Fimleikafelag samanlagt 30,60
Nummar 3 Viólin, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 29,10
Kvinnuunglingar
Nummar 1 Lyra, Fimleikafelagið Ljósið samanlagt 31,15
Nummar 2 Hulda junior, Havnar Fimleikafelag samanlagt 28,75
Nummar 3 Flykran, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 27,60
Kvinnur
Nummar 1 Hulda senior, Havnar Fimleikafelag samanlagt 30,00
Nummar 2 Vípan, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 27,75
Støðan eftir 2. umfør:
Vikuliðið: