Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 orsøkir til, at eftir­ spurn­ing­urin eftir liðug­gjørd­um mati veksur í stórum. Høvuðs­or­søk er, at fólk tíma verri og verri at gera mat. Í USA siga bert 10 prosent av fólkinum seg tíma at matgera. Onn­ur týðandi orsøk er, at fólk halda seg ikki hava stundir til matgerð. Barna­ familjurnar og tey, sum arbeiða nógv ella hava onnur áhugamál enn heima­lív og matgerð, eru undir trýsti, tá ið tað kem­ur til heima­mat­gerð. Og so eru tað eldri fólk og onnur, sum ikki hava orkuna til mat­gerð. Afturat hesum kemur eisini, at úrvalið av mat­tæn­ ast­um er næstan enda­leyst. Eina dagin kanst tú bí­l­eggja thai- mat, annan dag sushi, triðja dag pizza, og tá ert tú ongan veg komin í stóra úr­vali­num av liðug­g jørd­ um mati. Í Føroyum er úrvalið av matstovum og mat­tæn­ astum nógv vaksið sein­ nu árini, og tað legst støðugt afturat til­boð­um í vinnuni. Verður tað í Føroyum, sum tað er í øðrum euro­ peisk­um londum, fer um­setn­ing­ur­in í matstovu- og mat­ framleiðsluvinnuni at vaksa munandi kom­ andi árini – og tey, sum gera mat heima í egnum køki, verða alt færri. Miðal­livialdurin hjá konu­fólki í Føroyum er nú 84,7 ár. Tað eru góð fýra ár longri enn miðal­ livi­aldurin hjá monnum. Tað vísir nýggj upp­ gerð, sum Hagstova Før­ oya hevur kunngjørt. Bæði hjá kvinnum og monnum er miðal­livi­ aldurin longdur munandi sein­nu árini. Síðani mið­ skeiðis í 1980’unum er miðallivialdurin hjá kvinn­um longdur við næstan seks árum og hjá monnum við sløkum nýggju árum. Fyri góðum 30 árum síðani var munurin mill­ um miðallivialdurin hjá kvinnum og monnum sjey ár, men er nú mink­ aður niður í góð fýra ár. Liggja ovarliga Miðallivialdurin í Før­oy­ um er ein tann hægsti í heiminum –  bæði hjá kvinn­um og monnum. Hjá konufólki  er longsti livialdurin í Japan við 87,1 árum. Síðani kom Frakland, Spania, Suður­ korea og Sveis við oman fyri 85 árum. Føroysku konu­fólkini eru á 9. plássi við 84,7 árum, tey íslendsku á 18. plássi við 83,9 árum og tey donsku á 24. plássi við 83,2 árum. Hjá mannfólki  er longsti livialdurin í Sveis, Japan og Australia við 81 ár­um ella gott tað. So koma Ísland, Kanada og Singapor við 80,9 – 80,8 árum. Síðani Noreg, Svøríki, Føroyar, Italia og New Zealand við 80,6 – 80,5 árum. Danmark kem­ur á 20. plássi við 79,3 árum. Lægsti miðal­livi­ald­ur­ in hjá bæði kvinnum og monnum er í afri­kansk­ um londum. Countrysangarin Hallur Joen­sen hevur úr at gera komandi tíðina. Farna vikuskiftið spældi Hallur Joensen á Bátafestivalinum á Toft­ um. Seinni í hesum mán­ aði­num verður hann at hoyra í Alicante í Spania, har hann verður partur av undirhaldinum hjá Sólorku. Hann skal eisini spæla í Ansager i Dan­ mark og í Klaksvík í hesum mánaðinum. Seinni hevur Hall­ur Joensen aðrar fram­førsl­ ur í Føroyum – eitt nú á Country- og Blues Festi­ valinum í Sørvági og á Eiði Camping. Hallur Joen­sen skal eisini spæla til nøkur tiltøk í Danmark og í Lindnes í Noregi. Dagarnar frá 13. til 24. august verður Hallur Joen­sen í Nashville í USA, har upptøkur verða gjørd­ar til nýggja út­ gávu. Kalt alla vikuna Alt fleiri arbeiða Kaldliga veðrið held­ur fram alla hesa vikuna. Køld luft av norði heldur fram at streyma inn yvir oyggjarnar, og tað sæst aftur á hitamátaranum kom­andi dagarnar. Veður­stovan DMI sigur, at í dag verður millum 1 og 5 hita­ stig, og fram til leyg­ar­dagin verður hitin millum 0 og 5 stig. Útlit eru fyri, at hitin sunnudagin kemur upp í 7 hita­ stig. Allar dagarnar fram til sunnudagin verður ættin norðan ella landnyðringur. Fyri tað mesta verð­ ur vindurin millum 5 og 10 m/s. Arbeiðsloysið er nú so lágt sum ongantíð. Nýggj uppgerð hjá Hag­stovu Føroya vísir, at í februar var arbeiðsloysið 1,2 pro­ sent. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 2,1 prosent. A r b e i ð s l o y s i ð lækk­ar hjá bæði monn­um og kvinnum og í øllum økjum kring land­ið. Í februar var lægsta arbeiðsloysið í Eyst­ur­oy og Norð­ oyggj­um, har ávikavist 0,6 og 0,7 prosent vóru arbeiðsleys. Hægsta arbeiðs­loysið var í Suður­oy, har tað var 2,4 prosent, men eisini har er arbeiðsloysið nógv minkað seinasta árið. Kvinnur liva fýra ár longri HALLUR FERÐAST VÍÐA Miðallivialdurin hjá bæði kvinnum og monnum hækkar støðugt Countrysangarin Hallur Joensen skal í summar hava framførslur í fýra londum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein TÍÐINDI Føroyingar liva alt longri – miðallivialdurin hjá bæði kvinnum og monnum hækkar støðugt