Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú trýstir á nakrar knøtt­ ar á einari app, og løtu seinni kemur ein drona við matinum, sum er tilgjørdur av einum tól­ menni. Soleiðis kann veru­ leikin verða um 10 ár. Altjóða íløgubankin UBS hevur gjørt kanning av matvanum hjá fólki, og niðurstøðan er, at alt færri fólk hava hug ella stundir at matgera heima, og alt fleiri keypa liðug­gjørdan mat úti frá ella eta úti. Kanningin rokn­ar við, at rákið fer at taka dik á seg komandi árini, og tí spyr heitið á frá­greiðingini, um heima­ køk­urin fer at yvirliva fram­tíðina. Frágreiðingin »Is the kitchen dead?« roknar við, at árligi alheims um­ setn­ingurin í vinnuni, sum ger mat eftir online- bílegg­ingum, fer at vaksa úr 235 milliardum krón­ um í dag og upp í heilar 1500 milliardir krónur í 2030. Tað er ein árligur vøkst­ur á heili 20 prosent. UBS heldur, at vit hava bert sæð byrjanina til industrialiseringina av mat­gerð. Fram­ leiðslu­kost­nað­urin fer at lækka og at gera liðuggjørdar mál­tíðir enn bíligari. Stór­ir sentralkøkar, sum framleiða fyri fleiri v e i t ­a r ­a r , kunnu gera mat­gerð­ina effektivari, og menning av tøkni – eitt nú tólmennum, sum kunnu gera mat ella part­ar av máltíðum – fer at lækka fram­leiðslu­kostnaðin. Eftirspurningur Í Europa og øðrum fram­ komnum pørt­um av heiminum er heimagjørdi døg­urð­in í fríum falli. Kanningin hjá USB vísir á, at alt færri fólk duga, tíma ella vilja taka sær stundir til gera mat sjálvi. Takeaway mat­tænastur hava gylt­ ar dagar, og góðskan á mati og tænastum hækk­ar støðugt. Har­ við er lagt í pottin til eina grundleggjandi broyt­ing – ja, kanska eina mat­koll­velting – kom­andi 10 árini. Tað eru fleiri Seks fingu bót Hava túsund fólk í arbeiði Løgreglan gjørdi mána­dagin nógv burtur úr at kanna ferðslu­na, og í hesum sambandi var hon bæði í í Klaksvík, við skúl­an á Argjum, í Gunda­ dali í Havn og í Havn­ar­gøtu í Havn og kannaði bilar. Løg­reglan sigur, at sum heild stóð væl til. Í Havnargøtu fingu seks bilførarar bót. Onkur fekk bót, tí ein pera var brost­ in, onkur hevði ikki koyrikortið uppi á sær, og onk­ur sat ikki í trygd­ar­ belti.   Og so fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, tí at hann hevði eitt barn undir 15 ár í bili­num uttan at tryggja sær, at tað sat í trygdarbelti. Ali­fyri­tøkan Bakka­ frost hevur kunngjørt rakstrar­úr­s­litið fyri fyrsta árs­fjórðing. Av­ lop­ið var 268 milliónir krón­ur, og tað er á sama stigi sum í fjør. –  Órógv á mark­ naði­num í fjórða árs­ fjórð­ingi í fjør helt fram nakað inn í fyrsta ársfjórðing í ár. Hetta viðførdi, at úrs­litið hjá ali­geira­ num varð heldur lak­ari enn væntað í fyrsta ársfjórðingi 2019. Vit fegnast tó um, at marknaðurin er batnaður, og at virk­semið á góðs­king­ ar­virki­num er vaksið aftur, sigur Regin Jacob­sen, stjóri á Bakka­frost. Bakkafrost er størsta alifyritøka í Før­oy­um og samtakið hevur saman­lagt 976 fólk í starvi. Rákið í framkomna partinum av heiminum er, at fólk gera alt minni mat sjálvi og keypa alt meira liðuggjørdan mat. Kanning væntar, at rákið fer at taka dik á seg komandi árini TÍÐINDI TÍMA VERRI AT GERA MAT Alt færri gera mat heima, og alt fleiri keypa mat úti frá. Kanning roknar við, at talið á teimum, sum matgera heima, fer at minka nógv komandi árini