týsdagur 7. mai 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
TÍÐINDI
Hevði ynskt at fleiri mál vóru
avgreidd áðrenn tingið fór heim
Politiska støðan gjørdi, at so nógv mál
lógu eftir í nevndunum – løgmaður
hevði ynskt at fleiri mál vóru avgreidd
Árni Gregersen
Fríggjadagin
sendi
tingfor
maðurin Løgtingið í summar
frí.
Avgerðin var helst tikin í
samráð við samgonguleiðarar
nar. Politiska støðan var, at
samgongan ikki hevur ein
meirluta aftanfyri seg og held
ur ikki ein meirluta ímóti sær,
sum kundi trýst løgmann til at
úrskriva val.
Fleiri stórmál lógu eftir í
nevndunum og detta burtur,
tá ið tingsetan formliga endar
og nýggj tingseta byrjar á ólav
søku.
- Sjálvandi vildi eg fegin, at
fleiri av málunum, sum eru
løgd fram, vórðu avgreidd,
men soleiðis skuldi tað ikki
vera, sigur Aksel V. Johanne
sen, løgmaður.
Hann vísir á uppskotini um
vælferðarlóg, umhvørvismarg
feldislógina,
veiðugjøldini,
royndarlógin fyri eldraøkið í
Suðuroy, lán til Bústaðir og
stovn til menningartarnað.
Tær báðar mest umfatandi
lógirnar eru vælfeerðarlógin
og margfeldislógin.
Vælferðarlógin skal avloysa
gomlu forsorgarlógina, sum í
veruleikanum er ein gomul
donsk lóg, sum vit føroyingar
hava pjøssað uppá gjøgnum
árini.
- Lógaruppskotið er okkara
egna vælferðarlóg, sum er
gjørd frá grundini. Hon tekur
alt við og tá ið hon virkar til
fulnar, kostar hon millum 60
og 70 milljónir krónur meira
enn galdandi lógir.
- Men hesum er fyrivarni
tikið fyri, tí onki verður sett í
verk í samband við vælferð—
arlógina uttan so, at peningur
er játtaður á fíggjarlógini, sig
ur løgmaður.
Margfeldislógin
Margfeldislógin er eisini ein
umfatandi lóg, sum grund
leggjandi skal tryggja at vit
varðveita okkara náttúru.
Tað vísti seg bara, at saman
setingin avb tinginum er so
leiðis, at meirluti fekst ikki fyri
hesi lógini
Eitt annað mál, sum heldur
ikki bleiv avgreitt á hesum
sinni, var lógin um veiðugjøld
ini. Hetta er ein lóg, sum er
knýtt at nýggju lógini um fyri
siting av sjófeingi.
- Eg veit væl, at summi siga,
at hetta er bulurin í lógini, men
tað er ikki so. Bulurin í lógini
eru loyvini, sum vóru sett at
fara úr gildi 1.januar í fjør. Tey
vóru uppsøgd og ein nýggj
skipan skuldi finnast, sigur
løgmaður.
Hann ásannar, at sjálvt inni
í samgonguni hevur hetta
verið eitt mál, sum torført
hevur verið at finna semju um,
men pengarnir koma inn kort
ini á annnan hátt.
Suðuroyar-modellið
Í sambandi við, at kommunur
nar fingu eldraøkið at umsita,
hevur tað víst seg, at torført
hevur verið at fáa pengarnar
at røkka til. Sandoyggin fekk
sína serligu skipan og eftir
samráðingar
millum
lands
stýrið og kommunurnar í Suð
uroy, var eisini ætlanin at gera
eina royndarskipan fyri Suð
uroynna.
- Sjálvandi eri eg serliga
harmur um, at landsstýrið ikki
kann halda tær avtalur, sum
vit hava gjørt við suðringar.
Vit hildu vit høvdu gjørt eina
góða avtalu, men tað vísir seg,
at hvørki Jacob Vestergaard úr
Fólkaflokkinum ella Kristin
Michelsen,
uttanflokkating
maður, høvdu tikið undir við
skipanini. Avtalan fekk stutt
sagt ikki undirtøku í tinginum,
sigur løgmaður
Eitt annað mál, sum nívir
løgmann, er heimildin til Bú
staðir at sleppa at læna 250
milljónir afturat til at byggja
fyri.
- Hetta er ein partur av bú
staðarpakkanum, so tá ið hetta
ikki verður avgreditt, so fara
hinar lógirnar í sama bústað
arpakka heldur ikki at virka av
álvara, sigur løgmaður.
Hann er eisini harmur um,
at onnur mál ikki vóru av
greidd, men politiska støðan
var læst, so tað bar ikki alt á
mál.
Ð VERÐUR
31.AUGUST
Løgmaður:
Les meir á síðu 12