Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Síðani samgongan bleiv skipað hevur landsstýrið virkað, sum ein minnilutastjórn Árni Gregersen Blekkið var ikki turt á sam­ gongu­skjalinum, tá ið Sonja Jógvansdóttir boðaði frá, at hon tók seg úr Javnaðar­flokk­ inum. Hon segði kortini, at hon framhaldandi fór at stuðla samgonguni. Men í veruleikanum hevur landsstýrið arbeitt sum ein minnilutastjórn frá fyrsta degi. Seinni er eisini Kristin Mich­elsen farin úr sam­gong­ uni. Ein minnilutastjórn arbeiðir vanliga saman við stuðuls­ flokk­um, men ger eisini semjur tvørur um miðjuna. - Tað hevur ikki eydnast okk­um, at gera slíkar semjur við Fólkaflokkin og Sambands­ flokkin, men bæði Sjálvstýri og Miðflokkurin hava verið við at bera mál gjøgnum tingið, sigur samgonguleiðarin, Aksel V. Johannesen. Spurningurin er sjálvandi hvat fer at henda aftaná, at løg­tingval hevur verið. Um vit fáa eitt valúrslit, sum greitt gevur samgongumøguleikar til eina meirlutasamgongu – ella um vit aftur fáa eina minni­lutasamgongu. Bæði Kristin Michelsen og Magni Laksáfoss eru uttan­ flokkatingmenn og enn veit ongin hvagar teir fara. Kristin Michelsen er koyrd­ ur úr Javnaðarflokkinum og Magni Laksáfoss er farin úr Sam­bandsflokkinum. - Hann hevur ikki spurt um at sleppa uppí Javnaðarflokkin, so her verður hann ikki at finna, sigur floksformaðurin, Aksel V. Johannesen. Hvat nú? Løgtingið er farið til hús, men landsstýrið verður sitandi til val hevur verið. Løgmaður sigur, at nú verð­ ur arbeitt við teimum lógum, sum eru samtyktar. - Tað er sjálvandi ikki nokk, at lóginar eru samtyktar í ting­ in­um. Tær skulu setast í verk og tað er ein partur av ar­ beiðnum hjá landsstýrinum, sig­ur løgmaður. Hann vísir til dømis á menn­ ingarkvoturnar, sum nú kunnu flytast um ársskifti. Tað eru ávísar handilsavtalur, sum skulu fáast uppá pláss og so skal arbeiðið við tunlunum til Hvalbiar og Dals setast í gongd. - So landsstýrið hevur nóg mikið at taks sær til, til tað skal leggja frá sær, leggur løg­ maður afturat. Minnilutasamgonga spennandi men øll mugu luttaka