týsdagur 7. mai 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Borgarstjórin
bakkar
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin
Zachariasen, bakkar nú við ætlanunum
um at gera parkeringspláss í Saksun
Frants Jenen
frants@sosialurin.fo
Ætlanin var annars at gera
parkeringspláss til umleið
50 bilar tætt við kirkjuna í
Saksun. Almenn vesi skulu
eisini gerast. Alt hetta skuldi
gerast fyri at betra um
viðurskiftini, tá ið nógv
ferðafólk koma til Saksunar.
Hava ikki tosað sama mál
Men eftir at mótmælisskriv
kom frá borgarunum í Saks
un, bakkar borgarstjórin.
– Sum borgarstjóri fari eg
ikki at trýsta eina ætlan
ígjøgnum, sum næstan alt
bygdafólkið mótmælir, sig
ur Heðin Zachariasen.
Hann ásannar, at komm
unan og borgararnir í Saks
un ikki hava tosað sama
mál.
– Nú er tað ein nýggj
støða, og vit mugu taka
málið upp til nýggja viðgerð,
sigur Heðin Zachariasen.
Hann
væntar,
at
tað
lendið, ið er keypt frá festar
unum, verður latið aftur til
festararnar,
og
so
fær
kommunan pengarnar aft
ur fyri tað.
Samstarv við
myndugleikar
Heðin Zachariasen hevur
áður sagt við in.fo, at allar
ætlanirnar í Saksun vórðu
gjørdar í tøttum samstarvi
við festarar, Visit Faroe Is
lands, Búnaðarstovuna og
Landsverk.
Hann vísti eisini á, at
bygdarfólkið í Saksun hevði
nevnt fleiri ferðir, at tá ið
nógv ferðafólk eru í Saksun,
so verður parkera á vegnum
og allastaðni, at trupult er
hjá
bygdafólkinum
at
sleppa framvið við bilum.
– Vit ynskja, at hava góð
ar umstøður hjá teimum, ið
búgva í smábygdunum í
kommununi.
Vit
ynskja
eisini teimum ferðandi væl
komnum, og at tey skulu
hava havt eitt gott upplivilsi,
tá ið tey fara avstað aftur,
sigur Heðin Zachariasen.
YNSKJA BET
VESI OG KLO
Saksun
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu