týsdagur 7. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
TÍÐINDI
Landsverk mælir til at breiðka
vegøkslina til Saksunar
Landsverk mælir til, at Saksunarvegurin verður bygdir út við vegaøksl og
víkiplássum, so bussar, bilar, fólk á súkklu ella til gongu kunnu møtast
og víkja uttan trupulleikar. Tað fer at kosta 24 milliónir krónur
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Saksun er eitt vælumtókt
ferðamál í Føroyum, bæði av
útlendskum gestum og før
oyingum.
Sambært Gallup kanning
hjá Visit Faroe Islands vitja
57,8% av útlendsku ferðafólk
unum Saksun. Til samanber
ingar kann nevnast, at 31,7%
av
ferðafólkunum
vitjaðu
Mykines.
350 akfør um dagin
Í sambandi við samferðslu
ætlanini hjá Landsverk, hev
ur stovnurin gjørt teljingar
av ferðsluni á Saksunarvegn
um í tíðarskeiðinum frá janu
ar til desember 2018.
Hesar teljingar vísa, at 200
til 350 akfør koyra um dagin
á Saksunarvegnum, frá juni
til september, tá ið trýstið av
ferðafólkum er mest. Teljing
arnar vísa eisini, at í juli mán
aða var onkur dagur, har 50
stór akfør koyrdu eftir Saks
unarvegnum.
Saksunarvegurin er smal
ur og hevur ikki vegaøksl. Tó
hevur
hann
í
áratíggjur
nøkulunda nøktað tørvin hjá
teimum, ið búgva í Saksun.
Trupult er tó, u m tveir buss
ar møtast. Tá hendir tað við
hvørt, at annar bussurin má
bakka nokk so langt fyri at
sleppa í eitt víkipláss.
Í 2018 koyrdu tríggir bilar
útav
vegnum
og
endaðu
í ánni. Allir bilførararnir vóru
útlendingar.
Ljóskurvar, shuttle-
bussar ella annað
Landsverk
hevur
kannað
ymsar
møguleika,
millum
annað, hvussu nógv ferðandi
kunnu vera á Saksunarvegn
um ella í bygdini í senn. Hetta
er
somuleiðis
viðkomandi
um trygdina í bygdini, um
eldur kemur í ella onkur gerst
álvarsliga sjúkur, tí ein brand-
ella sjúklingabilur skal altíð
ótarnaður sleppa til og úr
bygdini.
Fleiri møguligar loysnir
fyri at skipa ferðsluna til og
úr Saksun hava verið við
gjørdar av Landsverk, so sum
at seta ljóskurv upp, ið lýsir
reytt, tá ið eingi parkerings
pláss eru tøk ella ov nógv
ferðsla er á vegnum og
í bygdini, at seta upplýsandi
og vegleiðandi skelti upp av
týdningi fyri ferðsluna á
Saksunarvegnum, at stovna
tænastu við shuttle-bussum,
ið koyra úr Hvalvík til Saks
unar, at stovna útleigutæn
astu av súkklum og/ella el-
súkklum
ell
at
krevja
parkeringsgjald fyri parker
ing í bygdini.
Gera vegøksl
Landsverk vísir á, at ferða
fólkatalið til Saksunar kann
heilt
einfalt
ikki
vaksa
meira, um einki verður gjørt.
Uppskotið frá Landsverki
at framtíðartryggja farleið
ina til Saksunar inniber mill
um annað, at ein vegøksl
verður gjørd fram við vegn
um báðumegin við tí 10,5 kilo
metrar langa vegnum.
Vegaøkslin
tænir
fleiri
endamálum, enn um bert
víkipláss verða gjørd. Fyri
munurin er, at bilar kunnu
flyta seg út á vegaøkslina
fram við øllum vegnum og
nýta hana til víkipláss og
loyva súkklandi og gangandi
framvið. Somuleiðis verður
eisini mælt til at gera vegøksl
og fleiri og størri víkipláss.
Landsverk metir, at hetta
arbeiði fer at kosta 24 milli
ónir krónur. Sett er ikki á
skránna, nær hetta tað ger
ast.
Saksuningar hava mótmælt ætlanini hjá Sunda kommunu
at gera parkeringspláss í Saksun. Sonja Dalsgaard
Nolsø, bóndakona, ynskir sær heldur ein betri veg, betri
kloakkviðurskifti, fleiri almenn vesi og skelting
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit halda ikki, at tað er
neyðugt
við
so
stórum
parkeringsplássi.
Tað
er
kanska bara ein ella tveir
dagar um árið, at tað hevði
verið
tørvur
á
fleiri
parkeringsplássum,
sigur
Sonja
Dalsgaard
Nolsø,
bóndakona á Kvíggjarhamri í
Saksun.
Tørvur á betri vegi
Sonja hevur saman við restini
av bygdafólkunum í Saksun
mótmælt ætlanini hjá Sunda
kommunu
at
gera
parkeringspláss í Saksun.
Hon vísir á, at tað eru onnur
viðurskifti, ið mugu fáast í lagi
fyrst.
– Vit mugu fyrst og fremst
fáa ein betri veg til bygdini.
Tað
má
hava
hægstu
raðfesting. Vit ynskja ikki
fleiri ferðafólk til bygdina,
men vit ynskja ein betri veg,
sigur Sonja Dalsgaard Nolsø.
Fleiri almenn vesi
Hon hevur eisini nøkur ynski
afturat.
– Tað manglar eitt alment
vesi
við
Svartá.
Kloakkviðurskiftini í bygdini
mugu eisini koma upp á pláss.
Og so er eisini tørvur á fleiri
skeltum til ferðafólk, har tey
fáa
leiðbeining,
hvar
tey
kunnu ganga, og hvar tey ikki
kunnu
ganga,
sigur
bóndakonan.
Í dag eru tvey almenn vesi
Dúvugarðumegin,
men
tað
mangla hinumegin, Við Svartá.
Ynskja ikki fleiri ferðafólk
Sambært
Sonja
Dalsgaard
Nolsø, so er tað Visit Faroe
Islands og onnur, ið selja
Saksun og fáa pengar burturúr
tí, men bygdarfólkið í Saksun
er als ikki eftirspurt.
– Vit ynskja ikki at fáa 600,
700 ella 1.000 fólk til Saksunar.
Um tað verður veruleiki, so
flyta vit. Tað hevði verið betri
at fingið deilt ferðafólkini
meira javnt út á árið. Tað
skuldi verið okkurt slag av
kvotu á, hvussu nógv ferðafólk
kunnu koma í senn, sigur
Sonja Dalsgaard Nolsø.
– Vit kunnu vera partur av
eini ferðavinnu, har góðska er
í. Men tað er tað ikki í dag,
sigur Sonja Dalsgaard Nolsø.
Einki gullegg fyri
saksuningar
Ferðavinnan
er
tó
ikki
fremmand fyri hana. Sjálv
passar hon Dúvugarðin og
greiðir ferðafólkum frá søguni
har.
– Tað er ikki nakað gullegg í
hesum. Tað skal meira til fyri
at liva av ferðavinnuni. Hetta
er eitt ískoyti, men vit kunnu
ikki liva av tí. Vit hava seyðin,
ið vit liva av, og ferðavinnan
órógvar sera nógv tað arbeiði,
sigur Sonja Dalsgaard Nolsø.
Hon
vísir
á,
at
nógv
ferðafólk ganga á bønum og
traðka niður tað, sum tey
skulu nýta at sláa til fóður.
Sjálv hevur hon ikki hug at
hava kafé ella okkurt líknandi
fyri ferðafólkum, tí hon heldur,
at tað gevur ov lítið.
Ikki rætt stað til
parkeringspláss
Kommunan
hevur
keypt
stykki frá festaranum, sum
var
ætlað
at
gera
til
parkeringspláss. Men loysnin,
sum kommunan hevur havt
ætlanir um, er ikki tað, sum
bygdarfólkið
kundi
hugsað
sær.
– Vit halda ikki, at vit skulu
hava fleiri parkeringspláss. Og
um tað skal vera, so er hatta
ikki rætta staðið at hava eitt
parkeringspláss.
Tað
kundi
møguliga
verið
onkustaðni,
áðrenn fólk koma til bygdina,
sigur Sonja Dalsgaard Nolsø.
TRI VEG,
OAKK