týsdagur 7. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Nøkur orð um
pápa okkara
Nú
nakrir
dagar
eru
farnir síðan pápi okk
ara fór frá okkum, vil
eg gjarna royna at seta
nakrar reglur til minnis
um hann.
Sovorðið er ikki so lætt
at skriva; pápi okkara var
ein maður ið næstan altíð
hugsaði meira um hini, og
um tey, sum stóðu honum
nær. Havi ofta – fyrr og
nú – hoyrt, hvussu nógv
fólk bara kundu siga alt
gott um pápa okkara;
um ta var okkurt tey ikki
funnu útav, so gav hann
sær sum oftast , tíð til at
geva teimum eina hjálp.
Honum dámdi sera væl, at
fáast við seyð og annað, í
hoyrdi hartil; visti altíð
nógvar góðar søgur at
siga frá; sera stuttligt var
at lurta; vit lurtaðu næst
an við andakt, sum tey
onkuntíð plaga at taka til,
tað er so sera nógv, sum
man kundi sagt um pápa
okkara; ofta havi eg hoyrt
frá fólki, hvussu hann
altíð so sera væl dugdi at
siga frá skemtiliga í brúd
leypum ella til okkum, ta
sat so sera væl.
Heilt nógv ár arbeiddi
hann á flakavirkinum á
Kósini, har frá hava vit
bara hoyrt alt gott, bæði
frá høgum og lágum –
altíð til reiðar at veita
eina hjálpandi hond.
Elmar og eg vóru eis
ini har, og segði pápi onk
untíð, at hatta mugu tit
finna útav sjálvir. Hann
hugsaði meira um hini,
altíð var hann við tí góða.
Mamma er nú einsa
møll eftir at tey næstan
altíð hava verið saman.
Vit onnur mugu royna at
vera um hana sum fræg
ast.
Sum eg segði fyrr,
tað er so nógv, ein kundi
skrivað um. Tey fingu
um 70 ár saman og
nógvar hendingar eisini
saman við okkum. Men
ein
syrgilig
hending
sum vit vóru út fyri,
var 11.09.2000. Hendan
hendingin tåok okkum
ógvuliga
fast.
Serliga
mamma og pápi tóku hesa
hendingina tungt, ongan
tíð komu tey yvir tað, teir
vóru mangan saman og
vóru tætt knýttir, ong
antíð var nakað øvugt orð
millum teirra. Kom nakað
upp teirra millum, funnu
teir altíð út av tí.
Tað kundi verið sera
nógv meira. Vit kunnu
siga, at vit hava bara sera
góð minnir at lýta aftur á.
Jesus pápi, hjálpir okk
um. Góðar páskir.
Niclas, Tom, Elmar og
Rói og Anja við familju
og Gertrud og Olivar
So er pápi farin frá okkum,
og heim til Harran, ið hann
altíð setti sítt lít á.
Pápi var føddur og upp
vaksin á Selheyggi í Klakks
vík, og var hann næstelstur
av trimum systkjum. Carl
var elstur, og búði alt sítt
vaksna lív í Noregi, pápi
var miðlingur, og síðan
er Judith yngst, ið býr í
Klakksvík.
Pápi var raskur, arbeiðs
samur og sera dugnaligur
maður. Hann hevði frá ung
un árum sera góðan hugin
til alt, sum hevði við mask
inur og teknikk at gera,
og fór at læra til maskin
meistara. Eftir tað fór hann
út at sigla, og var við fleiri
skipum. M. a. silgdi hann
eitt longri tíðarskeið við
Bliki. Hann var væl lýdd
ur umborð, og tað segðist
um hann, at tað altið var
so reint og snøgt í mask
inrúminum, tá ið pápi var
við. Eisini helt hann av, at
hava tað snøgt og hugnaligt
á kamarinum hjá sær, og
hevði altíð eina mynd av
kong Fríðriki hangandi á
vegginum.
Pápi fekk hug til at
víðka um sína útbúgving,
so í 1960 fóru mamma og
Pápi til Keypmannahavnar
har pápi fór at lesa til
maskinverkfrøðing.
Har
búðu tey í fleiri ár, og nøk
ur ár í Odense – so tá íð
vit loksins fluttu heim
aftur til Føroyar, vóru vit
fýra systrar Elsba, Hanna,
Guðrið og Sunrid. Vit búðu
í Hornabø, og babba ar
beiddi á Skipasmiðjuni, har
honum dámdi sera væl og
fekk hann nógv vinfólk,
m.a. Kjartan Mohr, og syn
irnar Høgni og Poul sála. Í
gula ráðhúsinum var rætt
iliga trongligt, men hóast
tað legðist afturat, og eru
bæði Rúna og Gvøðny
føddar har, so vóru vit nú
8 fólk í húsinum – 7 gent
ur/kvinnur og pápi. Tá var
onkuntíð synd í honum,
t.d. var ringt hjá honum at
sleppa á ves, tí har var altíð
upptikið – ikki minst sum
vit vuksu til.
Pápi fór undir at tekna
dreymahúsið, ið tey bæði
ynsktu sær, og nokk so
nógv ár seinni flyta tey í
húsini á Landavegnum. Tað
var í 1980, og har trívdust
tey avbera væl. Pápi hevði
skrivstovu heima, hevði
sína egnu fyritøku, og ein
mann settan – Sjurður
Heinesen – og lívið var gott.
Men so hendi tað ræð
uliga, sum er tað ringasta,
ið kann henda fyri øll
foreldur.
Yngsta
dóttir
in Gvøðny doyr í einari
meiningsleysari
ferðslu
vanlukku bert 13 ár gomul,
og tá broyttist alt. Tað tók
okkum øllum sera dygt,
men svárast var tað hjá
mammu og pápa. Pápi, sum
av og á kundi taka gittar í
hond, og syngja saman við
okkum døtrum, og tvætla
við okkum, gavst við øll
um sovorðnum og var
sera tungur í nogv ár, og
mamma við. Sagt verður
at tíðin lekir øll sár. So
var ikki hjá teimum, men
onkusvegna lærdu eisini
tey, at liva við sakninum.
Í 1992, tá ið ringa kreppan
rakti landið, rakti tað eisini
míni foreldur, og tey mistu
húsini. Tey gera av at flyta
til Hirtshals at búgva, og
pápi fer at sigla við Norð
borg sum maskinmeistari,
og tey fáa íbuð mitt í býn
um. Seinni keypa tey eini
lítil kolonihavahús, ið eftir
nøkur ár standa sum eini
deilig summarhús, ið pápi
so hegnisliga sjálvur hevur
bygt út, tí fittur í hondum
tað varð hann, og eiga vit
familjan nógv góð minnir
har í frá.
Pápi hevur altið haft
eina sera góða heilsu, stórt
áræði, var lættsindur og
hevði altið eina góða at for
telja, tordi siga sína mein
ing, so tað hoyrdist, var sera
gávumildur og hjálpsamur,
og altíð klárur at geva eina
rættandi hond, var sera
áhugaður í politikki, og har
kundi tað leika nokk so hart
á, í trætum við adrar menn,
við øðrvísi meiningum - tó
ikki so, at tað bilti, og tað
var altið sátt og semja aft
aná – so pápi mín var eitt
sera livandi menniskja.
Nú, at enda fór heilsan
at bila, og hann orkaði ikki
meira, var fyri tað mesta
sera friðarligur og fámaltur,
sat mestsum bara og svav
í stólinum, og eftir hetta
vanlukkukvøld, har hann
datt so illa, gekk tað skjótt.
Eftir bert eitt samdøgur á
sjúkrahúsinum
slóknaði
hjá pápi 87 ára gamal. Svárt
er hjá mammu, ið nú situr
eftir hann, men vit systrar
byggja garð um hana fyri at
hjálpa og stuðla henni, og
verða saman í sorgini. Tað
er jú so – at tey ið hava livað
við okkum, og hjá okkum –
nú liva í okkum, og har eru
eisini øll minnini.
Ærað verið minnið um
elskaða pápa mín Alfred
Steensen.
Familjunar vegna
Hanna Tove Isholm
(Piddan)
Minningarorð um pápa
mín Alfred Steensen
f. 13.03.1932 – d. 20.03.2019
Alfred Steensen var av Selheyggi í Klaksvík
Alfred Steensen á yngri árum