Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 NØVN Minningarorð um Harald Martin Rasmussen Nattestad, Miðvági Føddur 4. okt. 1954, deyður 28. apríl 2019 Dáttliga komu boðini, at Harald Nattestad var deyður. Hann hevur gingið frískur og ferðugur her í bygdini, og eingin varnaðist nakað. Harald var granni okkara í mong ár, og eg dugi ikki við, at hann ikki er millum okkara meira. Vit spældu fótbólt á sandinum, gingu í haganum, bæði til fjals og til fjøru og klintraðu í bjørgunum. Vit spældu við veðrahorn, sum vóru seyðir í okkara hugaheimi. Eg og mong við mær sakna nógv Harald, nú hann ikki er okkara millum meira.  Haraldi dámdi væl at ganga úti í Nýpu, har hann røktaði. Jørðin hjá familjuni liggur har. Hann varnaðist tað vakra úti í náttúruni og kendi hvørja blómu og hvønn vøkstur, sum skyld­ mað­ur hansara, Rasmus á Háskúlanum eisini gjørdi. Ætt Haralds kem­ur úr norðuri í Stovu við kirkjar í Miðvági. Hetta er gamalt bóndahús, og sum sagt liggur jørðin í haga­part­inum Nýpuni. Har høvdu vit manga góða løt­ una saman við familju, vin­ um og kenningum.  Annars hevði Har­ald útbúgving sum maskin­ smið­ur og maskinistur. Hann sigldi í mong ár við fiski­skipi undir Føroyum. Hann var væl dámdur av øll­um, sum kendu hann. Hann var ein stillførur og fá­mæltur maður, men var eisini skilagóður og vitugur maður. Í móðurætt var hann ættaður úr norðuri í Stovu, í faði­rætt er hann í familju við Nattestadættina. Har­ ald hevði tvey systkin, Gunn­ar, sum býr í Miðvági og systrina, Sofíu, sum býr í Havn.  Dáttliga komu boðini um, at Harald ikki var okk­ ara millum meir. Men hann er farin til ein betri stað, tað er jú trúgv og vón okkara. Einki er so vist sum tað, at fam­iljan hevur mist nógv, og eg havi mist ein góðan vin og felaga, og vil eg varð­ veita góðu minnini um Har­ ald Nattestad. Ærað veri minnið um Harald! Finnbjørn Eyðun verður 60 Í dag, mikudagin 8. mai, eru tað seksti ár síðani, at mín góði vinur og sam­starvs­ felagi, Eyðun á Lakj­uni í Fuglafirði, á fyrsta sinni sá dags­ins ljós. Mia átti hann heima við hús í Fuglafirði. Eyðun er fugl­firð­ingur, og burt­ursæð frá tíðar­skeið­un­ um, tá ið hann hevur verið burt­uri í útbúgv­ingar­ør­ind­ um, so hevur hann altíð búð í Fugla­firði. Foreldrini vóru Mia og Jákup Oluf á Lakjuni, sum bæði vóru úr Fuglafirði. Frá 1945 og fram til 8. mai 1959 átti Mia seks dreingir – Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terja og Eyðun. Jákup Oluf vann til lívsins uppihald sum sjómaður og trolaraskipari, og Mia var heima saman við synunum. Heimið var trygt og eyðkent av gudsótta og nøgdsemi, og gestablídnið var stórt. Mia var dóttir Henrikku og Victor Danielsen, og sam­ koman í Siloa hevur altíð átt stóran lut hjá teimum í familj­uni, og har hava Eyðun og hansara framvegis sína dagligu gongd. Eyðun hevur verið og er virk­in á so ymsum mótum og økj­um. Frá blaðungum sást, at hann hevði góðar gávur at fá­ast við sang og tónleik. Í hes­um vann hann sær út­ búgv­ing, og í og við sangi og tón­leiki hevur hann arbeitt og virkað víðfevnt og so mong­um til gleði. Eftir HF prógvið í Hoy­ døl­um og eftir at hava roynt skipslívið, var hann á musikkskúla í Holster­bro við tí fyri eyga at kvali­fis­era seg til upptøku á musikk­ kon­servatorinum, og tað eydn­aðist. Góðu lestrarárini vóru í Odense, og síðani hev­ur Eyðun starvast sum sera virkin og fagnaður tón­ leika­lærari við Gøtugjógv og seinni á Kambsdali. Tað er fyrst og fremst Eyð­uni fyri at takka, at tón­ leikur og sangur altíð hevur havt stóran leiklut í stud­ enta­skúlanum og nú mið­ náms­skúlanum. Hegnið at fáast við ungdómar er gott, og tað er gott útgangsstøði fyri at framala og menna tal­ ent og virkishug. Við síðuna av arbeið­in­um hevur Eyðun tænt og tænir framvegis lokalsam­felagn­ um á fleiri mótum. Í Siloa hev­ur hann verið kórleiðari og spælt til felagssang í fleiri enn tredivu ár, og so er hann leiðari í lokala musikk­ skúl­anum, har hann hevur undir­víst fleiri ættarliðum í klaver­spæli. Samstarvið við Frits Jo­ hanne­sen um gentukórið er víðakent, og teir báðir hava eisini samstarvað um sang­ leik­ir, har Frits hevur gjørt tekst­ir, Eyðun syrgt fyri løg­ un­um og skúlanæmingar und­ir leiðslu av eldhugaðum lær­arum hava framført í ment­anarhúsinum. Eyðun spælir so mangan undir til so mong høvi, og sam­an við brøðrunum og eisini øðrum vinmonnum í Fugla­firði ríkar hann – bæði til gaman og álvara – manga samkomu við sangi og spæli. Saman við Jógvani, bróð­ ur­inum, og øðrum var Eyðun mið­skeiðis í áttatiárunum við til at leggja til rættis út­ gávuna Heima, har teir syrgdu fyri, at yrkingar vórðu kendar í nýggjum hami, sum ikki høvdu verið sungn­ ar áður. Eitt nú hjá Ism­ari Joen­sen, Símuni av Skarði og Hans Andreas Djur­huus. Marta og Eyðun eiga trý børn – Gunnrið, Jákup Oluf og Maria. Síðstu árini hevur Eyðun givið tvær fløgur, har Maria syngur. Ikki so sjáldan er talan um yrkingar, sum ikki áður hava verið kendar. Eyðun hevur smíðað flestu løgini, og fruktirnar av samstarvinum við Niclas Johannesen, sum hevur tikið upp og lagt til rættis, eru so avbera góð løg og tekstir í fínum tónleikaligum búnað. Eyðun hevur áhuga í so mongum, og tað ber við sær, at hóast hann gerandis og heilagt er upptikin av sangi og musikki, so er tað so mangt annað, ið hann hevur ans fyri og fæst við. Seyðurin er góður at spenna frá saman við, og ítrótt­ur og serliga fótbóltur fyltu nógv tann tíð tað var, og Eyðun beinanvegin eftir tiltikna 1979 kom á besta liðið. Viðhvørt er hann á floti, og so er tað áhugin í sam­ felags­málum sum heild. Eyð­ un situr í býráðnum fjórða val­skeiðið. Hann hevur ans fyri týdninginum av, at trivn­aður er treytaður av, at tal­an er bæði um vinnu­liga og mentanarliga menn­ing og framgongd. Ikki minst frøð­ir hann seg um, at tað eydn­ aðist í serligari fyri­reik­ing­ar­ nevnd, ið hann var for­mað­ur í, at mynda nýggja skúlan, sum nú verður bygdur í Fugla­firði. Góði Eyðun. Hjartaliga til lukku við runda føðing­ ar­degn­um. Takk fyri gott vina­lag og samstarv í øll hesi árini og minnisríku ferð­irnar uttanlands, har vit hava lutað og upplivað felags áhuga­mál. Og takk fyri fínu Bolero sendingarnar, sum tú sunnu­morgnar so hendinga væl varp­ar út til okkum øll. Í gjárkvøldið stóðu børn­ ini fyri fagnaðar­løtu fyri 60 ára føðingardagsbarninum í Siloa, har nógvur sangur og tón­leikur vóru at hoyra. Jóannes