týsdagur 7. mai 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Nú eru bara fýra lið eftir í
kappingini
um
Løgmans
steypið,
har
vinnarin
fær
eitt atgongumerki til Europa
League og lut í Evropa-millión
unum. Tað byrjaði við 17 lið
num, men nú eru bara fýra
eftir. Fótbóltssambandið hevur
gjørt tað soleiðis, at dystirnir
verða dag um dag. Hetta ger at
áskoðarar, miðlar og fótbólts
áhugaði fáa møguleikan at
fylgja við í báðum hálvfinalu
num.
Mikukvøldið verður fyrra
hálvfinalan millum HB og
KÍ. Dysturin er í Gundadali.
Hóskvøldið verður so fyrra
hálvfinalan millum Skála og
Víkingi. Hesi bæði liðini spældu
í landskappingini so seint sum
sunnudagin. Tá vann Víkingur
3-2.
HB-KÍ (Beinleiðis á FM1)
Mikukvøldið klokkan 18.00
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Hetta er uppgerðin, sum vit
vanliga nevna klassikarin í
føroyskum fótbólti. Við síð
num 23 meistaraheitum og
26 steypasigrum er HB mest
vinnandi felagið í landinum,
meðan KÍ er næstmest vinn
andi felagið í landinum við
17 meistaraheitum og seks
steypasigrum.
Meðan
heimaliðið
hevur
vunnið
meistaraheitið
átta
ferðir seinastu 17 árini, so er tað
bara blivin til ein steypasigur í
20 ár. Seinast í 2004.
KÍ vann seinast meistara
heitið í 1999, men vit skulu ikki
longur aftur enn til 2016, fyri at
finna seinasta steypasigurin
hjá KÍ. Tá vunnu teir eftir
brotssparkskapping
móti
Víkingi.
Í ársins útgávu av kappingini
um Løgmanssteypið hava bæði
HB og KÍ spælt torførar dystir.
HB møtti í fyrsta umfari NSÍ,
meðan KÍ í fjórðingsfinaluni
spældi móti B36 í Gundadali.
Ein dystur, sum endaði í longd
ari leiktíð, áðrenn KÍ vann.
Heimaliðið
verður
uttan
norska miðvallaran, Andreas
Breimyr. Hann hevur brotið eitt
bein í fótinum og spælir ikki
aftur komandi vikurnar. Hann
bleiv útskiftur í fyrra hálvleiki
í 3-0 sigrinum á EB/Streymi
á Eiði sunnudagin. Hartil er
Bartal
Wardum
framvegis
skaddur, men Tróndur Jensen
spældi allan dystin seinast og
Sebastian Pingel kom á vøllin
Fyri KÍ sat Torbjørn Grytten
uttanfyri móti AB, meðan Óli
Ey. Poulsen enn er nakað frá
at verða tøkur. Væntnandi
kemur Ísak Simonsen inn á
vinstra bakk, meðan Jesper
Brinck og Deni Pavlovic verða
í miðverjuni. Seinnnevndi bleiv
skiftur út í seinna hálvleiki í
4-0 sigrinum á Argjum sunnu
dagin.
-Vit skifta Deni Pavlovic út.
Hann er í gongd við at koma í
toppform aftur, og vit skifta
Jóannes Bjartalíð, fyri at spara
hann eitt sindur. Vit fáa eisini
sett ferðina eitt sindur niður
móti endanum av dystinum,
segði KÍ-venjarin eftir dystin.
Hann bleiv eisini spurdur um
hvat hann ætlar í Gundadali
mikukvøldið.
-Eg havi ikki so nógv at siga
um hvat vit ætla, men tað er
ongin ivi um, at tað verða tvær
javnar hálvfinalur millum tvey
jøvn lið. Vit hava eftirhondini
nógvar royndir til slíkar dystir.
Vit fara at gera okkum ómak,
fyri at koma til Havnar og
spæla ein dyst, sum gevur
okkum fyrimun, segði Mikkjal
Thomassen
eftir
dystin
á
Argjum sunnudagin.
Nógv bendir á, at hetta
verður javnur dystur, har bæði
liðini vera væl fyrireikaði.
Hóast HB hevur fingið eina
heldur misjavna byrjan upp á
kappingarárið, so er nokk
lítíð at ivast í, at liðið verður
uppsett til hendan dystin.
Helst
verður
einki
avgjørt undan seinnu
hálvfinaluni.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
Skála-Víkingur
(Beinleiðis á FM1)
Hóskvøldið klokkan 18.00
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Hetta
er
ein
endurtøka
av
hálv
finaluni í kappingini um
Løgmanssteypið frá 2016.
Hetta er ikki ein nýggja
støða hjá Víkingi, sum er
fimmfaldur steypavinnari. Øll
steypini komu í hús frá 2009 til
2015. Fyri Skála er hetta meiri
ókent umhvørvi. Skála hevur
ongantíð vunnið Løgmans
steypið og heldur ikki verið í
finaluni, men tað hevur fyrr
verið nær við.
Skála var í hálvfinalunum
í bæði 2006 og 2007, umframt
í 2016. Ongantíð hevur tað
eydnast at vunnið
seg í finaluna, men nú fáa
teir møguleikan aftur. Skála
hevur fingið eina góða byrjan
upp á kappingarárið, so hetta
er ikki einasti møguleikin hjá
teimum at koma í Evropa, men
hetta er tann styttsti vegurin
til Evropa.
Skálamenn eru uttan Edvin
Jakobsen og Søren B. Nielsen,
sum báðir eru skaddir. Tað telur
nógv upp, at Jákup Jakobsen
og Fróði Benjaminsen eru við
Nú verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Mikukvøldið verður klassikarin millum HB og KÍ í Gundadali,
meðan Skála og Víkingur møtast aftur hóskvøldið
FÓTBÓLTUR
Løgmanssteypið:
NÚ BYRJA HÁLV
FINALURNAR