týsdagur 7. mai 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
aftur
í mun
til 3-2
ósigurin
móti júst
V í k i n g i
sunnudagin.
Teir
hava
mannað miðverju
na higartil í ár.
Gestirnir
hava
Andreas Lava Olsen við aftur,
eftir at hann hevur verið
burturstaddur,
meðan
tað
ljóðar at Adeshina Lawal kann
spæla, um tað er brúk fyri tíð. Í
dystinum sunnudagin fór Atli
Gregersen út í fyrra hálvleiki,
men landsliðsmiðverjin verður
helst eisini tøkur til dystin
hósdagin.
Víkingur søguliga gott tak á
Skála og hevur nógvar royndir
í slíkum dystum. Tí bendir
okkurt á, at Skála skal vinna
hendan dystin, um teir skulu
koma í steypafinaluna. Vit
Fróða og Jákupi í miðverjuni
verður verri at fáa mál.
SOSIALURIN TIPPAR: 0-0
FÓTBÓLTUR
Jákup Ósá tippar:
HB-KÍ
Fyri fyrstu ferð síðani 1999
spæla tey bæði størstu liðini
í føroyskum fótbólti móti
hvørjum øðrum í hálvfinalu
num. Og verður hetta bara í
nærheitini eins undirhaldandi
sum tá, so hava áskoðararnir
nógv at gleða seg til. Men
teir flestu lokalu leikararnir
á báðum liðunum eins og
yngru áskoðararnir minnast
neyvan 1999. Eg vænti, at
hetta verður spennandi til
tað síðsta og vónandi og
væntandi ikki avgjørt fyrr
enn síðsta korterið í Klaksvík
í seinna dystinum.
KÍ hevur avrikað betri
enn HB higartil hetta kapp
ingarárið, men eg havi lagt
til merkis, at toppstøðið hjá
HB er høgt, kanska hægri enn
hjá KÍ. Millum annað verða
Víkingar spældir av vøllinum
í Gundadali í 3. umfarinum. KÍ
hevur tó nógvar streingir at
spæla uppá í løtuni, tí fram
eftir vøllinum toppa Patrik
Johannesen, Jóannes Bjarta
líð, Boris Dosljak, Simen Sand
mæl og Jóannes K. Danielsen
júst nú.
Tí vænti eg, at KÍ fer eftir
at fáa mál á útivølli, tí uttan
mál á útivølli stendur HB
sterkari til seinna dystin.
Ikki minst havandi í huga
úrslitini hjá HB í Klaksvík,
har liðið ikki hevur tapt fýra
tær seinastu ferðirnar. Hjá HB
er Adrian Justinussen lykilin,
tí hann er ikki dalaður í støði,
vísa hagtølini. KÍ ger ofta - vit
sóu tað fleiri ferðir móti B36 í
landskappingardystinum - frí
spark í støðum, har Adrian er
vandamikil. Men KÍ kann ikki
bara hugsa um Adrian, tí har
eru fleiri streingir at spæla
uppá sum eitt nú Símun
Samuelsen, sum var dagsins
leikari á Eiði sunnudagin, og
Ari M. Olsen, sum ofta skorar
móti júst KÍ.
Eg vænti eins og tey flestu,
at hetta verður taktiskt við
varnum liðum fyrstu løtuna,
tí tey hava so stóra virðing
fyri hvørjum øðrum, nakað
sum vit sóu í 1. umfarinum.
KÍ-álopsparturin er ov sterkur
til at fara av vøllinum uttan
mál, meðan HB bara skal
vísa eitt sindur av neyvleika
til at fáa mál, tí liðið skapar
neyðugu málmøguleikarnar
hesar síðstu dystirnar, eisini
móti Skála, sum kanska er
enn sterkari enn KÍ í verju
partinum.
JÁKUP ÓSÁ TIPPAR: 1-1
Skála-Víkingur
Skulu vit fáa dyst nummar
20 uttan, at Skála megnar at
vinna á Víkingi fyri fyrstu
ferð nakrantíð? Tað er ikki
óhugsandi, tá vit sóu, hvussu
‘’kyniskir’’ víkingar vóru á
Skála sunnudagin. Hatta var
ein klassiskur dystur millum
venjararnar
Sámal
Erik
Hentze (Víkingur) og Eyðun
Klakstein
(Skála)
síðstu
árini. Skála spælir kanska
betri, hevur meira bóltin og
skapar eins nógvar ella fleiri
málmøguleikar, meðan vík
ingarnir bíða, standa nógv í
verjustøðu og taka so av, tá
málmøguleikarnir koma.
Við báðum miðverjunum
hjá Skála uttanfyri hevði eg
eisini væntað, at Víkingur fór
at vinna handan dystin, men
nú eru Fróði Benjaminsen og
Jákup Jakobsen við aftur og
tað ger, at Víkingur neyvan
skorar trý mál aftur.
Í mun til ein landskapp
ingardyst, so verður ein fyrra
hálvfinala
vanliga
meira
varin. Eg haldi ikki, at Skála
er úti av uppgerðini, um tað
eitt nú skuldi endað við javn
leiki ella einum sigri á eitt
mál til Víking. Tað sóu vit í
hálvfinalunum millum somu
lið í 2016, tá munurin millum
liðini á pappírinum var mun
andi størri, enn hann er hesa
ferð.
Bæði liðini hava leikarar
frameftir vøllinum, sum eru
væl fyri. Gunnar Vatnhamar,
Sølvi
Vatnhamar,
Heðin
Hansen og Filip Djordjevic
hjá Víkingi hava verið við í
nógvum málum og góðum
álopum
síðstu
dystirnar,
meðan
Jákup
Johansen,
Ronni Møller-Iversen og Ari
Olsen hava gjørt tað sama fyri
Skála.
So hóast bæði liðini hava
verið skerd í álopspartinum,
so hevur tað víst seg, at tey
hava breiddina. Eg vænti ein
javnan og spennandi dyst,
har eitt mál tíðliga í dystinum
kann lata upp fyri undirhaldi
og fleiri málum, men sum
útgangsstøðið vænti eg ein
javnleik á 1-1 ella 0-0.
JÁKUP ÓSÁ TIPPAR: 1-1
Ein av tipparunum í Sosialinum er
Jákup Ósá, sum rekur bolt.fo og
er ítróttarskrivari í Norðlýsinum.
Hann skrivar og tippar soleiðis
til fyrru hálvfinalurnar:
HB-B71 4-0 (0-0)
1-0 Símun Samuelsen, 50
2-0 Símun Samuelsen, 55
3-0 Símun Samuelsen, 68
4-0 Dan í Soylu, 80
B36-KÍ 2-2 (2-0) 3-4
eftir longdaleiktíð
1-0 Eli F. Nielsen, 8
2-0 Brian Jakobsen, 45
2.1 Darius Lewis, 66
2.2 Aksel Danielsen, 89
2.3 Torbjørn Grytten, 96
3-3 Ragnar Samuelsen, 100
3-4 Jákup B. Andreasen, 102
Skála-TB 5-1 (3-0)
1-0 Jákup Johansen, 5
2-0 Heðin Klakstein, 36
3-0 Janus S. Samuelsen, 45
4-0 Jákup Johansen, 50
5-0 Janus S. Samuelsen, 57
5.1 Stefan Radosavljevic, 81
Skála – B68 10-0 (4-0)
1-0 Heðin Hansen, 6
2-0 Gunnar Vatnhamar, 12
3-0 Heðin Hansen, 14
4-0 Sølvi Vatnhamar, 24
5-0 Andreas Lava Olsen, 70
6-0 Adeshina Lawal, 72
7-0 Heðin Hansen, 78
8-0 Dion Splidt, 81
9-0 Gert Hansen, 85
10-0 Adeshina Lawal, 88
HB-NSÍ 2-1 (0-0)
1-0 Jógvan Skeel Nolsøe, 65
1.1 Klæmint A. Olsen, 87
2-1 Pætur Petersen, 90+1
Undrið-KÍ 1-13 (0-7)
1.1 Jonn Johannesen, 3
1.2 Patrik Johannesen, 7
1.3 Jonn Johannesen, 11
1.4 Patrik Johannesen, 24
1.5 Jonn Johannesen, 27
1.6 Patrik Johannesen, 32
1.7 Boris Dosljak, 45
1.8 Patrik Johannesen, 51
1.9 Jóannes Bjartalíð, 56
1.10 Jóannes K. Danielsen, 58
1.11 Jóannes K. Danielsen, 61
1.12 Jóannes Bjartalíð, 64
1-12 Steinbjørn Olsen, 68
1-13 Jonn Johannesen, 78
Skála-AB 1-0 (0-0)
1-0 Andreas Jacobsen, 68
EB/Streymur-
Víkingur 2-6 (1-3)
1.1 Rói Olsen, 8 sjálvmál
1.1 Steffan Løkin, 16
1.2 Atli Gregersen, 32
1.3 Filip Djordjevic, 45
2-3 Steffan Løkin, 48
2-4 Adeshina Lawal, 68
2-5 Gunnar Vatnhamar, 75
2-6 Adeshina Lawal, 80
Fjórðingsfinalur:
1. umfar í Løgmanssteypinum:
Vegurin til
hálvfinalurnar