hósdagur 9. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Hósdagin legði ein
lítil grind beinini í
Hvalba. Grindin varð
funnin í Sandvík
Havnin skal verða
sokallaður William
Heinesen-ikonbýur.
Tað er ætlanin hjá
Tórshavnar kommunu
Í heyst verður møguligt
at taka bachelorút
búgving í maskinfrøði, ið
kann byggjast oman á
verandi maskin
meistaraútbúgving.
Í februar í ár vóru 27.149
løntakarar, sambært
Hagstovuni, og tað eru 852
fleiri enn sama mánað í fjør
Óli Breckmann verður
ikki ákærdur fyri at hava
brotið § 266b í revsilógini,
aftaná hann var meldaður
fyri at kalla leiðaran
í Norðurkorea, Kim
Jong-Un eitt skeivoygt
sosialilstiskt knetti
Marjun í Kálvalíð verður frá
1. september sóknarprestur
í fulla tíð í Vága prestagjaldi.
Fólkatingsval
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
898 fólk fáa løn
frá Gist & Vist
samtakinum. Tað
svarar til 190 ársverk
898
Týsdagin skrivaði Lars Løkke
Rasmussen, danskur forsætisráðharri,
út fólkatingsval. Allir føroysku
flokkarnir stilla upp uttan
Miðflokkurin og Hampaflokkurin. Tað
er annars serliga islamkritikarin og
formaðurin í nýstovnaða flokkinum,
Rasmus Paludan, sum hevur skapt
yvirskriftir seinastu tíðina. Umstríddi
advokaturin er fyri hørðum kritikki,
men hevur púra óvæntað fingið nógvan
stuðul frá dønum
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
“Hví halda fólk, at fb-
uppslagið verður meira ok í
evnisbólkum við at siga "eg
veit væl, hetta einki hevur
við **** at gera, men....."
“Tá eg spæli FIFA, spæli
eg altíð ímóti Liverpool.
Um eg tapi, so verði eg
glaður allíkavæl, tí so
hevur Liverpool vunnið”
Stívt andøvsgul millum útnyrðing
og landnyrðing, 5 til 10 m/s,
stundum strúkur í vindi, 13 m/s.
Náttina til leygardag minkar hann
vindin til lot til andøvsgul norðan,
3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft við
regni, kava- ella vátaslettingi.
Hitin um dagin upp til fimm stig,
um náttina millum 0 og 4 stig.
Vindurin minkar til lot til andøvsgul
og snarar í ein landsynning, 2 til 7
m/s. Skýggjað og onkrastaðni regn
og vátakavi, men út á dagin turt, og
onkrir sólglottar vera at hóma. Hitin
um 6 stig. Út á kvøldið veksur hann
vindin til ansdøvsgul upp í ein strúk,
landsynning, 8 til 13 m/s, seinni
sunnan. Seinni skýggjað og regn úr
útsynningi, hitin millum 5 og 8 stig.
Lot til andøvsgul úr útnyrðingi, 2
til 7 m/s. Nakrir sólglottar vera at
hóma, men eisini okkurt æli við
vátaslettingi ella kava. Hitin um
dagin um 5 stig. Um náttina fer
vindurin í ein útsynning og veksur til
andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13
m/s, sum um náttina snarar vestur
ella norður eftir. Yvirhøvur skýggjað
og onkuntíð regn og vátakavi.
Hitin um frostmarkið og 5 stig.
10-15 m/s
8-13 m/s
Politikararnir vóru ikki meira
enn farnir heim úr tinginum, fyrr
enn politikkur aftur stóð ovast á
dagsskránni.
Samstundis, sum Lars Løkke
Rasmussen,
forsætisráðharri,
kunngjørdi, at val verður til Fólkatingið
grundlógardagin, 5.juni, boðaði Aksel V.
Johannesen, løgmaður frá, at hann fer
at útskriva løgtingvalið á ólavsøku at
vera leygardagin 31.august.
Hetta fekk ymiskar reaktiónir úr
politisku skipanini.
Fólkatingsvalið var væntandi ein
av døgunum nú, tí tað er óvanligt, at
danskar stjórnir sita alt valskeiðið.
Val verður altíð ásett at vera nakrar
mánaðir áðrenn valskeiðið endar.
Soleiðis hesaferð og her hjá okkum
ger tað, at politiska skipanin noyðist at
vera aktiv, líka til fólkatingsvalið hevur
verið grundlógardegin.
So ber sjálvandi til at steðga eitt
sindur á við politikkinum, men nú vita
tey, at løgtingsval verður. Tað gevur
eitt slag av fepur hjá teimum flestu,
so summarið verður helst brúkt til at
tryggja sær atkvøður til valið 31.august.
Tað sum er eitt sindur serstakt
hesaferð er, at nógv av teimum, sum
hava havt ein tingsess ikki sjálv vóru
vald á seinasta løgtingsvalið. Tey hava
fingið sessin, tí tey, sum vóru vald fóru
í landsstýrið.
Nú skulu so fólk úr somu flokkum
kappast ,hvør móti øðrum fyri at fáa
nóg nógvar atkvøður til at sleppa at
halda fram eitt valskeið afturat.
Hvussu atkvøðurnar fara at fella,
vita vit ikki fyrr enn leygarkvøldið
31.august.
Ája!
Vit nærkast hálvum mai.
Tað eigur eftir álmanakkanum at
vera várdagar nú. Dagarnir eru ljósari,
men høgættin heldur fast enn. Tað er
bítandi kalt.
Hóast tað, so eru tey fyrstu
summartiltøkini farin í gongd.
Bátafestivalurin á Toftum hevur verið
og ymisk onnur tiltøk eru lýst. Fyrr
var ofta lýtt veður í mai, men okkurt
bendir á ,at lýkkan hesi seinnu árini
kemur seinni enn hon gjørdi fyrr.
Ája!
Í ár eru 100 ár síðani føroyska
flaggið, Merkið, veitraði fyrstu ferð
og tað verður feirað. Undarligt, men
hetta verður fyrst og fremst gjørt í
Danmark.
Væl veit eg, at tað vóru føroyskir
studentar á Garði í Keypmannahavn,
sum gjødu flaggið, men tað er fyri
føroysku tjóðina og tey fólk, sum liva
og virka í Føroyum, at tað fekk týdning.
Vit skulu virða okkara flagg, sum í
veruleikanum fekk avgerandi tídning,
tá ið bretar góðkendu Merkið 25.apríl
í 1940.
Í nógv ár var tjóðskaparkenslan
bundin niður – tað eisini við
góðari grund í ávísum førum
– men nú er tað eitt sindur
uppi aftur, at tað ber til
at virða hesa kenslu.
Fyri okkum – ein
lítil tjóð – haldi eg,
at tað er avgerandi,
at vit styrkja okkara
identitet og verja
okkara mál, siðaarv
og Merkið. Hetta tó
uttan at vit gerast
fjákut, men standa
við okkara uppruna
og staðseting okkaraí
norðuratlantshavi.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Sprotin DA-FØ:
Val
(val 1(3) til fólkatingið (í Danmørk)
Visti tú?
Tú kanst spara fleiri
tímar um árið við at
brúka snarvegir á
knappaborðinum
5-10 m/s