Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Mia av Kák Joensen Eg eiti Mia av Kák Joensen, eg eri gift og havi 5 børn. Eg tók læraraútbugving í 2009 og havi síðani tá starvast sum lærari í skúlanum við Løgmannabreyt og í Sørvágs Skúla. Mær dámar sera væl at vera lærari, at vera saman við børnum er lívgevandi. Síðani 2006 havi eg verið aktiv í Miðflokkinum, eg havi verið upsstillað nakrar ferðir og havi verið í floksstjórnini alla tíðina, eina tíð sum floksstjórnarleiðari. Eg velji Miðflokkin, tí eg kann føla meg trygga í tí, at óansæð hvønn eg velji, og hvør kemur inn á Ting fyri Miðflokkin, so fer viðkomandi altíð at arbeiða fyri teimum málunum, sum liggja mær mest á sinni, og tað er, at Føroyaland skal verða bygt á lógir, sum byggja á Guds orð og prinsippir. T.d. at ófødda barnið fær loyvi til at liva, og at lívið skal steðga við natúrligum deyða. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN CITAT Sæl eru tey, sum fáa frið í lag (bíblian) Vangamynd Føroyska røddin má hoyrast! Runt heimin kýta fólk og stjórnir seg fyri at verja friðin og bjarga okkum undan vandamiklum einaræðisharrum- og mangan verður lagt nógv fyri. Stjórnarleiðarar, utanríkisráðharrar, embætisfólk, serkøn i friði, øll stríðast sama stríðið, at verja dýrabaru gávuna, sum friður og trygd eru. Í Føroyum hava vit bæði løgman, serkøn embætisfólk og ikki minst uttanríkisráðharra, hvørs fremsta uppgáva er at vera andlit okkara úteftir. Men lítið hoyrist til føroysku røddina. Jú, okkurt hissini um framhald av royndum at gera handilssáttmálar við aðrar tjóðir, men ikki eitt orð um støðu føringa til viðkvom mál, sum dag og dagliga hótta friðin og sum aðrar stjórnir stríðast við at loysa. Eru vit ov fáment? Ger rødd okkara ongan mun, man best vera at tiga og lata onnur draga toyggið? Uttan iva halda summi tað, vit í Miðflokkinum hava eina heilt aðra hugsan. Fyri okkum eru Føroyar ríkar og føringar serstakir, við grundarstøði, sjónarmiðum og hugsjónum, sum mugu hoyrast av øðrum, við virðum, sum heiminum tørvar! Heldur enn at hyggja upp til og royna at vinna tokka einaræðisharra sum turkiska Erdogan's, eiga vit at lyfti høvur okkara, viðurkenna stóru virði okkara, gleðast yvir arv okkara og lurta øðrum av tí ríkidømi, Skaparin hvønn dag unnir okkum. Og bjóða okkum fram sum tey, sum hava tær loysnir, sum heiminum tørvar, m.a. á trygdar- og friðarøkinum. PROKLAMA Tey, ið hava krøv í búnum eftir Olgu Vágslíð, Uppsalagøta 8, 700 Klaksvík, f. 13.12.1922, d. 22. juni 2018 verða við hesum biðin um innan 3 mánaðir frá kunngerð av hesi lýsing av boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða. Tikið er við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðadagin og sendast undirritaðu, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til j.nr. 20180473 saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. Tórshavn, tann 7. mai 2019 Fríða Patursson, adv. PROKLAMA Tey, ið hava krøv í búnum eftir Sofie Olivia Franziska Olsen, Heiðavegur 20, 600 Saltangará, f. 05.10.1928, d. 14. januar 2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðir frá kunngerð av hesi lýsing av boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaðu. Tikið er við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðadagin og sendast undirritaðu, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til j.nr. 20190125 saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. Tórshavn, tann 6. mai 2019 Fríða Patursson, adv. KUNNGERÐ um serstaka byggisamtykt fyri íbúðarbygging Úti á Fløtum á Skála Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundinum 02.05- 2019 hevur samtykt serstaka byggi sam- tykt fyri íbúðarbygging Úti á Fløtum á Skála. Serstaka byggisamtyktin umfatar: Ásetingar og treytir fyri bygging av íbúð- um á matr. nr. 253o, 253p og 253n, Úti á Fløtum á Skála Serstaka byggisamtyktin er til skjals á Býráðs skrivstovuni í Saltangará í upplating- artíðini í tíðarskeiðnum frá 13. mai til 27. juni 2019. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingar - uppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2019 kl. 12.00. Runavíkar býráð PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Niana Hendriksen, Handskavegur 11, 260 Skúvoy, fødd tann 10. februar 1931, deyð tann 26. desember 2018, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 2/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. maj 2019. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hensar Anthoniussen, Selatraðarvegur 461, 496 Morskranes, føddur tann 18. marts 1933, deyður tann 2. november 2018, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 357/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 6. maj 2019. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Klaru Karolinu Reinert Debes, Yviri við Strond 95, 100 Tórshavn, fødd tann 30.03.1926, deyð tann 10.03.2019, og fyrr deyða hjúnarfelaga Siggert Kristin Debes, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 96/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 3. mai 2019.