Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 6 TEMA: Fólkasjúkur Tunglyndi og angist - Vit føroyingar tosa ikki við tey, sum líða, men tosa heldur um tey við onnur. Ótilætlað verður almenna rúmið í størstan mun brúkt til at skapa angist og tunglyndi, sigur Bjarta Petersen, master í sálarfrøði PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO - G ongdin í sam­felagn­ um týðir uppá, at al­samt fleiri børn og ung stríðast við ang­ ist og tunglyndi. Soleiðis sigur Bjarta Petersen, sum við Sálarstovuni bjóðar sál­ar­ røkt til einstaklingar, pør og fam­ ilj­ur. Eyðkennini fyri tung­lyndi og angist minna í fleiri førum um hvørt annað, og tað er eitt týði­ ligt samband millum hesar báð­ ar sálarsjúkurnar, sum kunnu rokn­ast sum fólkasjúkur. Bjarta Pet­er­sen fer í hesari greinini at greiða nærri frá hesum báðum diagn­osunum og sambandinum teirra millum. Bæði kunnu smitta Hesar báðar fólkasjúkurnar eru so mikið nær hvørjari aðrari, at ein kann vera avleiðing av hinari. - Mann fær angist av at hava tunglyndi, og mann fær tunglyndi av at hava sterka angist. Tí er ofta ringt at skilja ímillum, hvat er hvat, og ofta er tað heldur ikki neyðugt fyri viðgerðina. Tíni eyðkenni eru týdningarmiklari enn diagnosan, sigur Bjarta Petersen og greiðir frá orsøkini. - Tunglyndi er ein saman­flætt­ aður tilstandur, sum ofta inni­ ber angist. Tá vit eru tunglynt, mangla vit sama stoff í heilanum (serot­onin), sum tá vit hava ang­ ist. Hetta er eisini orsøkin til hví heiligvágurin er hini sami í summ­ um førum. Nertir við kenslur, vit flýggja frá Tunglyndi og angist eru tvey evni, sum kunnu bólkast undir tabu- evni í føroyska samfelagnum. Or­ sakað av tabuiseringini av hesum evnunum kunnu tey fáa beinleiðis avleiðingar á sambandið við onnur fólk, fortelur Bjarta Petersen. - Veruleikin er, at tunglyndi smitt­ar. Hetta ger, at fólk, sum ikki ynskja at gerast tunglynt, trekkja seg frá teimum, sum eru tað. Ang­ ist skapar eitt slag av hjálp­ar­loysi í størri ella minni mun, og tað kann eisini fáa onnur fólk at trekkja seg burtur. So angist og tunglyndi nerta við kenslur, vit royna at flýggja frá. Bjarta Petersen hevur lagt merki til ein keðiligan tendens í Før­oyum hesum viðvíkjandi. - Vit føroyingar generelt kunnu sigast ikki at tosa við tey sum líða, men heldur at tosa um tey við onnur. Hetta kann hvør einstakur gera nakað við. Almenna rúmið skapar tunglyndi og angist Miðlarnir eru raskir at varpa ljós á keðilig viðurskifti, sum í flestu førum fær vanliga lesaran at for­ vitn­ast. Hetta er ein trupulleiki, tá tað kemur til fólkasjúkur, meinar Bjarta Petersen. FØROYINGAR TO IKKI VIÐ TEY SUM Bjarta Petersen hevur lisið Master of arts of Counseling. Hon rekur Sálarstovuna, sum bjóðar sálarliga viðgerð við kristnum ástøði. Hon viðger pør, einstaklingar og familjur.