Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 7 Tunglyndi og angist eru tvær sálarsjúkur, sum eru alsamt vanligari í Føroyum og øllum heiminum yvirhøvur. Hesar verða í dag roknaðar sum fólkasjúkur - Ótilætlað verður almenna rúmið í størstan mun brúkt til at skapa angist og tunglyndi, sigur hon og kemur við dømum: - Ring tíðindi, vanlukkur, dokumentarsendingar, spennings- og ræðufilmar, fyri ikki at siga morð. Internet, telduspøl, polit­ ikkur, sosialir miðlar, ja enntá slat­ur vekir ótta. Bjarta Petersen heldur í staðin, at fjølmiðlar hava eina ábyrgd fyri at varpa ljós á positivari søgur, har ljós verður varpað á frið og vón. - Man kemur ikki burtur úr angist við at upplýsa um angist. Man má koma vekk úr angist við at koma í tryggleika og finna frið, gleði og kærleika. Hetta kunnu fjølmiðlarnir aktivt arbeiða við uppá nógvar mátar. Sjálvandi eiga vit allíkavæl at upplýsa um sál­arsjúkur, vandar og um hvat hendir í heiminum. Men fokus kann setast á vón, sigur hon. - Vit eiga góð fólk Bjarta Petersen er annars im­pon­ erað av almennu tilboðunum til fólk, sum stríðast við angist og tunglyndi. - Vit eiga sera nógvar dugnaligar terapeutar og sálarfrøðingar, sum eru serkønir innan hesi øki. Eisini eiga vit psykiatarar og fleiri læknar við psykiatri sum serøki. Sum heild kann eg siga, at Føroyar eru væl ávegis og arbeiða við mál­ in­um at hjálpa øllum væl, sum stríð­ast sálarliga. Vit gera okkara besta, sigur hon og vísir á okkurt, ein­staklingurin sjálvur kann gera. - Um ein er úti um seg, so er so sera nógv tilfar á netinum til sjálv­hjálp. Eisini varpar Kringvarp Før­oya ljós á evnið við jøvnum millumbili, sum er sera gott. Læknar lurta fegnir Hon rósar eisini kommunu­lækn­ un­um, sum hon upplivir taka sær góða tíð til fólk við sálarsjúkum. - Eg hoyri ofta um fólk, sum eru farin til lækna fyrst, tí tey ikki orka lívið. Og læknin, sum hevði sett eitt korter av til tey, setur seg niður og spyr og lurtar í ein tíma, kemur við góðum ráðum og fylgir upp. Eisini upplivi eg, at læknar í Før­oyum samstarva væl við tera­ peutar, sigur Bjarta Petersen. Hon vendir aftur til avbjóð­ ing­ina um, at alsamt fleiri børn og ung fáa staðfest tunglyndi og angist. - Vit kundu gjørt meira við at sett skúlasálarfrøðingar til næm­ ingar, sum stríðast kenslu­liga. Kann vera ræðandi Tað er ikki lætt at liva við angist ella tunglyndi. - Mann følir, at samfelagið ikki skilir, familjan ikki skilir, og mann kennir seg einsamallan, sum um ong­in vón er. Í summum førum følir mann seg uttan hjálp, ella sum mann ikki fær røttu hjálp, sig­ur Bjarta Petersen og fortelur um sambandið, summi hava til heili­vág. - Prosessin hjá teimum at byrja uppá heilivág og onkuntíð at skifta millum ymsan heiligvág og føla hjáárinini er alt annað enn stutt­lig, og tað kann eisini vera ræð­andi í sær sjálvum. - Óttin skal ikki bestemma Av tí at Bjarta hevur lisið sálarfrøði og eitt sindur av guðfrøði, bjóðar hon sálarrøkt við kristnum ástøði. Tí hevur hon nøkur ráð aftrat tí vanliga til fólk, sum biðja um tað. - Tað fyrsta er at síggja óttan, sum eitt fremmandalikam, sum vit ikki eru fødd við, men sum er tillærdur ella er komin av onkrari hending. Tá mann so er komin hartil, kann mann velja, um óttin sleppur at ráða yvir sær ella ei. Nógv vóna og ynskja, at onkur annar skal taka teirra ótta vekk og bara stilla seg sum verju fyri seg. Men tað er sera umráðandi at skilja, at vit sum einstaklingar mugu velja, hvør bestemmar yvir okkum: óttin ella Gud. OSA M LÍÐA Tunglyndi Tunglyndi er ein óbehagilig sálarsjúka, sum minkar munandi um lívsgóðskuna hjá sjúklinginum. Tað er ein sinnisstandur merktur av eyðkennum av manglandi gleði, skuldarkenslu, sorg, vónloysi og mistum áhuga til vanligar aktivitetir. Donsk hagtøl plaga at kunna samanberast nokkso við føroyska tendensin, og tað verður sambært Netdoktor.dk mett, at fimti hvør dani verður tunglyntur onkuntíð í lívi sínum. Tunglyndi byrjar ofta í 20-30 árs aldrinum, og alsamt fleiri børn og ung eru í viðgerð fyri tunglyndi í dag. Sálarlig og likamlig eyðkenni Ein kann uppliva sjúkueyðkennini miðal og svár, og hesi kunnu plága ein í dagar ella í áravís. Tunglyndi kann avtaka av sær sjálvum ella versna. Hjá summum varar hetta í longri tíð og gerst so torført, at tey gerast seingjarliggjandi. Ein kann fáa diagnosuna tunglyndi, tá standurin ávirkar alt í gerandisdegnum og er áhaldandi í eitt longri tíðarskeið. Tá tað kemur til tunglyndi, kann ein hava bæði sálarlig og likamlig sjúkueyðkenni. Hesi kunnu vera djúpt dapurskygni og gleðisloysi, kenslan av at alt er líkamikið, l ágt sjálvsvirði, sjálvsábreiðsla og skuldarkensla, ongan hug til mat og sex, møði og ringt svøvnlag. Tunglyndi kann viðgerast bæði við heilivági og við hjálp frá sálarfrøðingi. Angist Angist er ein onnur vanlig fólkasjúka, sum kann hava stórar avleiðingar - bæði fyri tann rakta, tey avvarðandi og samfelagið yvirhøvur. Vandin fyri at enda í alkohol- ella rúsevnismisnýtslu er stórur, tí rúsurin kann doyva støðuna. Angist útloysist av fleiri tingum í gerandisdegnum: einum minni, einari ókendari ella kendari støðu ella av einum tanka. At stríðast við angist merkir, at persónurin metir seg vera ov ofta í einari angist-støðu, og summi merkja eisini, at tey konstant eru í angist. Umleið fimti hvør dani fær angist onkuntíð í lívi sínum, sambært Netdoktor. dk. Tað er stórur munur á, hvussu hart angist rakar, og tað eru eisini ymisk sløg av angist. Ótti, nervøsitetur og herðindi Tá mann hevur panikkangist fær mann so mikið ógvuslig herðindi, sum skapa stóran ótta fyri sjúklingin. Sosialfobi er óttin fyri, at onnur skulu hugsa neiligt um ein. Hevur mann agorafobi, hevur mann ótta fyri at vera til staðar, har nógv fólk eru. Við einkultfobi ræðst mann ávísar støður ella ávís ting. Síðani er tað generaliserað angist, sum gevur einum tendens til yvirørkymlan og allatíð vera nervøsur og spentur. Felags fyri øll sløgini av angist er, at mann følir okkurt í kroppinum. Eyðkenni fyri angist eru at føla í hondum og fótum, vøddunum, hjartanum, tarmunum, herunum og rundan um munnin og eyguni. Vøddarnir spennast og ristast kanska, hendurnar sveitta, tað gerst trupult at vera í frið, vøddarnir um bringuna stramma, hjartað slær títtari, og andadrátturin gerst grynri. Í summum førum gerst hetta so ringt, at mann heldur, mann hevur fingið ein hjartatilburð. Angist kann viðgerast bæði við heilivági og við hjálp frá sálarfrøðingi, og tað hevur stóran týdning, at mann kemur burturúr tí í sínum egna tempo. Um tunglyndi og angist: Tvær vanligar sálarsjúkur