Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 8 TEMA: Fólkasjúkur - Eg segði við meg sjálva, at um tað ikki riggar at fáa ein hund, so er tað einki, sum riggar. So vildi eg heldur bara doyggja, sigur 23 ára gamla Jórunn Davidsen, sum fekk mót uppá lívið aftur, tá hon fekk ein hundahvølp aftaná tvey ár við tunglyndi PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO E in, sum kennir til sviðan av tunglyndi, er 23 ára gamla Jórunn Davidsen. Hon veit um nakar, at tað væl ber til at koma burtur úr tung­lyndi og síggja ljósið aftur. Í nógvar mánaðir var hon innløgd á psykiatisku deild í Danmark, og við sjálvmorðsbrøvum hevði hon lagt sín egna deyða til rættis. Líkamikið hvussu nógv lækn­ ar­nir og onnur royndu, so var einki, sum fekk smílið fram á før­ oysku Jórunn. Men so ein dagin sá hon eina mynd av einum hundi, sum vísti seg at blíva ein av høv­ uðs­orsøkunum til, at Jórunn Dav­ idsen fann lívsgleðina aftur og yv­ ir­høvur enn er her í dag. Høg krøv til seg sjálva Jórunn Davidsen gekk á einum miðnámsskúla á Fjóni, sum hevði eitt skúlaheim, har hon eisini búði. Hon hevði nógv vinfólk og treivst væl í skúlanum. Fakliga gekk tað framúr, og tað var gott, tí hon legði nevniliga stóran dent á síni avrik í skúlanum. Men stokkut var gleðin. Jórunn kom undir so mikið stórt persónligt trýst, at tað fekk álvarsligar sálarligar avleiðingar fyri hana. - Eg hevði ógvuliga høg krøv til meg sjálva. Eg vildi vera líka góð sum øll onnur, eg vildi hava høg­ar karakterir, og eg skuldi duga alt. Tað botnaði allarhelst í lág­um sjálvsvirði. Í 2. g byrjaði tað at blíva rættiliga ringt, og til síðst so kláraði eg bara ikki meira. Eg koyrdi meg sjálva niður við strongd, greiðir Jórunn Davidsen frá. - Kundi einki annað enn at gráta Strongdin vant uppá seg, og ger­ andis­dagarnir hjá Jórunn blivu tyngri og tyngri. - Eg hevði eina kenslu av, at eg var býtt, og at eg einki dugdi. Alt var vónleyst, so eg gavst at eta og sova, og eg gavst at gera skúla­ting. Eg kundi einki, men var bara heilt niðri, fortelur Jórunn, sum byrj­aði at isolera seg sjálva frá um­heim­ in­um inni í kamari sínum í skúla­ heim­inum. - Míni vinfólk royndu at ringja til mín og banka upp á hurðina. Men eg hevði stongt meg inni, tí eg vildi ikki síggja nakran. Í roynd og veru vildi Jórunn bara aftur í skúla og gera síni skúla­ting, men líkamikið hvussu hon so royndi, fann hon ikki ork­ una til tað. - Eg kundi sita í fleiri tímar og hyggja eftir einum tómum Word- dokumenti í telduni hjá mær. Eg vildi gera míni skúlating, men eg kundi ikki hugsavna meg um tað. Eg skilti ikki hví, og tað var ræðuliga frustrerandi, sigur hon. - Tað einasta eg kundi var at gráta. Planlegði sjálvmorð Lívið var so mikið svárt og svart, at Jórunn Davidsen ikki sá nakran annan útveg enn at siga takk og farvæl við at beina fyri sær sjálv­ ari. - Tað var ikki ein spurningur um eg skuldi gera tað; tað var ein spurn­ingur um nær eg fór at gera tað. Eg var sannførd um, at tað var fyri tað besta, um eg ikki var har - bæði fyri meg sjálva, familjuna og alt annars. Hon hevði lagt sítt farvæl til rætt­is og hevði skrivað sjálv­ morðs­brøv og persónlig brøv til familju­limir. - Tað bleiv tíbetur ikki til meira enn kladdur. Men eg sá tað eitt sindur sum eina venjing, sum gjørdi meg klára til at skriva tey endaligu sjálvmorðsbrøvini, sigur Jórunn Davidsen. Lærararnir boðaðu frá: Bleiv innløgd Av tí at hon búði á einum kost­ skúla, varnaðust lærararnir, at okk­urt var, sum tað ikki skuldi vera. Teir vóru ørkymlaðir av, at hon hvørki át ella møtti upp til tím­arnar. Lærararnir settu seg tí í sam­band við skúlavegleiðaran, sum kallaði Jórunn inn til eina sam­røðu. Vegleiðarin sendi hana beint víðari til læknan, sum var skjót­ur at útflýggja henni ymsan heili­vág, so hon kundi fáa tað betur. Støðan var enn ikki petti betri, og áðrenn Jórunn visti av, var hon innløgd á psykiatisku deild á Od­ ense Universitetshospital. Noktaði seg sjúka Jórunn Davidsen fekk staðfest, at hon var tunglynt, men hon nokt­ aði at viðurkenna hesa diagn­os­ una. Hon trúði ikki uppá, at hon kundi vera sálarliga sjúk og gav held­ur sær sjálvari skyldina fyri henn­ara ólukku. - Eg helt jú ikki, at nakað var galið við mær, men helt bara, at tað var eg, sum var býtt. Eg føldi ikki, at nakar annar skilti tað. Tung­lyndi ljóðaði bara sum ein um­skyldningur. Hon varð síðani innløgd á lukk­ aðu deild, sum merkti, at hon var inni­stongd um náttina. Her var hon til fleiri ymsar samrøður og fekk nógvan heilivág. Útskrivað og innløgd aftur Aftaná at hava verið innløgd í eitt hálvt ár, varð hon útskrivað og kom heim aftur til familju sína at búgva. Á psykiatisku deild hevði hon fingið antidepressiva og alskyns slag av heilivági. Men einki hjálpti, tí komin heim var hon enn á botninum. Hon lá bara og stardi í veggin, og tað var nærm­ast ógjørligt at fáa samband við hana. Soleiðis koyrdi tað í hálvtannað ár, har hon var innløgd fleiri ferð­ ir við jøvnum millumbilum. Hon viðurkendi enn ikki, at hon var sjúk, og tilveran føldist enn púr­ asta líkasæl. Síðani bleiv hon inn­ løgd á lukkaðu deild í psyki­at­isku deildini í Vordingborg. Roytti seg skalluta Á lukkaðu deild royndu læknanir aft­ur at geva henni øll møgulig sløg av heilivági; eini átta sløg til­ samans. Men her var einki fram­ stig, og sjálvmorðstankarnir hjá Jór­unn spøktu enn. Einaferð byrj­aði hon uppá ein óvana, sum hon ikki hevði tamarhald á, men sum flutti tankarnar eitt annað stað. Hon fekk tað, sum eitur tri­ kotillomani. - Eg kláraði ikki at lata vera við at royta hárið av. Hví, skilji eg ikki. Tað var onkursvegna ein lætti, men tað føldist næstan sum tvings­il. Eg minnist, hvussu eg sat og græt, meðan eg hálaði hárið av. Eg hevði einki tamarhald á tí sjálv og hataði tað, tí eg bleiv jú skall­ut til síðst, fortelur Jórunn og ásann­ar, at hon skammaðist, tá hon knapp­liga einki hár hevði eftir á høvd­inum. - Eg visti ikki, hvat eg skuldi for­telja fólki, tá tey sóu meg uttan hár. Tað var sera hart. Samstundis skammaðist eg av, at eg var droppað úr miðnámi uttan at vita, hvat fram­tíðin bjóðaði. Fekk elektroshokk Tá ein persónur er so langt niðri, at einki annað riggar, so kann vera neyðugt við elektroshokki, eisini kallað ECT. Og elektroshokk er ikki til fyri stuttleikar. Hetta er ein viðgerðarháttur, mann bara brúk­ ar í serstøkum førum, tí tað kann hava fylgissjúkur við sær, tá mann fær ein slíkan stoyt. Í kjallaranum í Vordingborg vóru hentleikar, har sjúklingar fingu ECT, og læknarnir mettu, at Jórunn Davidsen hevði brúk fyri hesum. - Eg bleiv løgd í eina song. Har smurdu tey gelé á høvdið hjá mær og settu nakrar lutir fastar í pann­una. So kom eg undir fulla narkosu. Eg varð fastspend, tí mann fær krampa, tá mann fær - Hundurin gav mær Tíbetur blivu sjálvmorðs­ brøvini ikki til meira enn kladdur Legði sítt sjálvmorð til rættis: