hósdagur 9. mai 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
9
handan stoytin.
Jórunn fekk 30 umgangir, men
minist bara tveir av teimum aftur.
Hon minnist best, at hon vaknaði
aftur við einari stórari høvuðpínu.
- Tað var rættiliga óbehagiligt,
men eg hugsaði í roynd og veru
ikki so nógv um tað. Eg var ikki
so nógv inni í mær sjálvari. Alt
tað, sum hendi rundan um meg,
tað hendi bara. Eg var bara kedd,
líkaglað og vildi bara doyggja. Tað
var tann grundleggjandi kenslan
hjá mær.
Ein hundur fekk
smílið fram
Eitt kvøldið situr hon og forvitnast
á Facebook í stovuni hjá sær, og so
sær hon eina mynd har. Myndin
var av einum hunahvølpi - einum
fronskum bulldoggi.
- Eg kann ikki ordiliga forklára,
hvat tað var, sum hendi. Men tað
tendraði onkursvegna ein neista
inni í mær, tá eg sá hendan hundin.
Tað var eitt heilt stutt bil, at eg
føldi hetta. Men eg bleiv so bils
in av hesari kensluni, tí tað var so
langt síðani, eg hevði følt gleði. Eg
hevði ikki følt annað enn mjørka í
so nógvar mánaðir, greiðir Jórunn
Davidsen frá og minnist aftur.
- Eg fór at gráta og hugsaði
bara, at eg vildi hava ein hund.
- Um tað ikki riggar,
riggar einki
Eingin sólglotti hevði verið at
hómað í hennara eygum í nógvar
mánaðir, men tankin um hundin
gjørdi hana eitt sindur glaða, hó
ast alt. So hon festi seg bara til
hendan positiva tankan og hugs
aði, at hon vildi geva lívinum enn
ein kjans, um hon fekk ein hunda
hvølp.
- Eg segði við meg sjálva, at um
hetta ikki riggar, so er tað einki,
sum riggar. So vildi eg heldur bara
doyggja.
- Jórunn, tú skalt
hava ein hund!
Jórunn hevði ein kontaktpersón
r gleðina aftur
Jórunn og Sisu. “At eg tók mær av honum gjørdi, at eg eisini tók mær av mær sjálvari”, sigur Jórunn
Hetta er Sisu
Eg kláraði ikki
eingongd at
ansa eftir mær
sjálvari; hvussu
skuldi eg so
ansa eftir einum
hundi?
Framhald á síðu 10