Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 10 TEMA: Fólkasjúkur á deildini, sum hon javnan tos­aði við og fekk hjálp frá. Hon ætl­aði sær ikki at fortelja kon­takt­per­són­ inum um hundin. - Eg hevði verið innløgd í tvey ár, so eg visti væl, hvussu láturligt tað ljóðaði, at eg nú skuldi hava ein hund. Eg kláraði ikki eingongd at ansa eftir mær sjálvari; hvussu skuldi eg so ansa eftir einum hundi? Men Jórunn mátti deila gleðina við onkran. - Eg var so glað við tankan um hendan hundin, so eg kláraði ikki at lata vera við at fortelja kon­takt­ per­sóninum um tað. Hon hugdi bara eftir mær… og so segði hon: “Jór­unn, tað er tað, tú skalt. Tú skalt hava ein hund!”. - Eg hevði ongantíð væntað, at hon fór at siga hatta. Eg væntaði, hon fór at siga, at eg kundi fáa mær ein hund í framtíðini, tá eg var frísk. Útskrivað So fóru tey í holt við at leita eftir tí rætta hundinum til Jórunn. Stutt aftaná varð hon útskrivað frá sjúkrahúsinum, og tá flutti hon heimanífrá í egna íbúð. Hon hevði tætt samband við sín kontaktpersón, sum vitjaði hana hvønn dag, so hon ikki var einsamøll. Hon var ikki einsamøll leingi, tí fáar vikur seinni rann ein lívligur og fittur hundahvølpur á gólvinum. Hvølpurin fekk navnið Sisu, sum á finskum merkir mót, vilji og evnini at hugsa klárt. Hundurin fekk hana upp úr songini Men tunglyndi plágaði enn Jór­ unn, dagarnir vóru tungir, og alt virkaði sum ein høpisleysur kamp­ ur. Meðan hon stríddist við at fáa sín gerandisdag at hanga saman, rann glaði hvølpurin rundan um hana. Hann kravdí sítt, tí hann bæði beyt og pissaði allastaðni, og so skuldi hann sjálvsagt eisini hava mat og ganga túr við Jórunn, sum slett ikki hevði yvirskot til tað. - Tað var strævið at byrja við. Eg orkaði jú illa nokk at koma upp úr songini, so hundurin var ikki nakað undurverk at byrja við, sig­ur Jórunn. Men hon visti ikki, hvussu hvølp­urin ótilvitað allíkavæl ávirk­aði hana at finna stevið aft­ ur. - Tá eg lá í songini, vildi eg einki gera fyri meg sjálva. Eg var líka­gyldig og einki verd. Men so hugdi eg niður á gólvið, og so sat ein fittur hvølpur har, sum skuldi passast. So hugsaði eg: “bara tí eg havi tað ringt, so skal hann ikki hava tað ringt”. So fór eg upp fyri hansara skyld, fortelur Jórunn, sum bleiv betri og betri við Sisu. - Eg gjørdi øll møgulig ting, fyri at hann skuldi hava tað gott, og uttan at vilja tað, so hjálpti eg eisini mær sjálvari uppá hendan mátan. Jórunn byrjaði spakuliga at síggja ljósið, og gerandisdagurin byrjaði at geva meining. Hon fór frá ikki at hava kunnað ansað sær sjálvari til at ansa eftir sær sjálvari og sínum hundahvølpi, sum hon í dag hevur við sær allastaðni. Hugsaði ikki klárt Tá Jórunn hyggur aftur á tíðina, tá tunglyndið var uppá sítt ringasta, er tað við yptari øksl. Hon hevur gloymt tað mesta burtur og var ikki so tilvitað um sína støðu. - Alt var bara grátt, og tað var sum at ganga í greyti. Eg havi fingið at vita, at tá sjúkrasystrarnar komu inn og hugdu til mín í stov­ uni, tá lá eg í songini og hugdi upp í loftið. Tað gjørdi eg allan dagin. Eg minnist ikki so nógv av tí sjálv, men tá eg hyggi aftur á tað, so er tað ræðuliga vemmiligt at hugsa, hvussu lítið tamarhald eg hevði á mínum tonkum, og hvussu eg livdi í einari heilt aðrari verð, sum er so langt frá veruleikanum, fortelur Jórunn. Hon er greið yvir, at hon var á markinum til at taka lívið av sær, og hesin tankin nívir hana, tí tað kundi hon ongantíð funnið uppá í dag. - Eg sá alt so øgiliga óklárt. Nú síggi eg sjálvandi, at mín familja hevði blivið sundurknúst, um eg var farin uppá handan mátan. Tað høvdu allar familjur. Brotið bein og sálarlig sjúka Til onnur, sum stríðast við tung­ lyndi og hava mist hugin til lívið, hevur Jórunn Davidsen nøkur ráð: - Tað besta er at viðurkenna, at tung­lyndi er ein sjúka og síðani søkja hjálp. Tú skalt lata vera við at nokta, at tað er ein sjúka, og tú mást lata vera við at siga við teg sjálv­an, at tað er tær, tað er galið við. Tað er tað ikki, sigur hon og sam­anber við eina kropsliga sjúku. - Um mann hevur brotið beinið, fer mann sjálvandi til læknan og fær tað orðnað. Tað er tað sama við sálarligari sjúku. Mann kann ikki sláa seg sjálvan í høvdið, tí mann ikki kann ganga, tá mann hev­ur eitt brotið bein. Tað ger mann ofta við sálarliga sjúku, tí mann so ofta følir, at mann sjálvur eig­ur skyldina. Men tað er ikki so­leiðis, tað hongur saman, sigur Jór­unn Davidsen. Hon sigur, at tað er ein góð hjálp at finna okkurt, sum ger ein glaðan. - Sjálvt um mann ikki følir, at mann kann finna gleði nakra­ staðni, so eru tað tey lítlu tingini, sum gera mun. Tað kann vera, at ein­um dámar djór, teldu, at baka bollar ella okkurt heilt annað, sum bara gevur ein lítlan neista. Tað er ofta nokk, sigur Jórunn. Hundurin fekk meg til at føla meg væl Í hennara føri var tað hvølpurin, sum var neistin til lívið. Sjálv hevur Jórunn Davidsen hugsað nógv um, hvussu hesin hundahvølpurin kundi fáa so stóra ávirkan á hana. - At hava ábyrgd og kærleika fyri einum øðrum var tað, sum gjørdi mun fyri meg. Um eg ikki hevði tað gott, so hevði hann tað held­ur ikki gott. At eg tók mær av hon­um gjørdi, at eg eisini tók mær av mær sjálvari. Eg føldi meg bara væl saman við hundinum, og hann gav mær gleðina aftur. Eitt ár aftaná hon var útskrivað, fortaldi kontaktpersónurin or­ søk­ina til, at hon helt, at Jórunn skuldi fáa sær hendan hundin. - Hon hevði kent meg í nakrar mánaðir, og hon hevði ongantíð sæð nakað ljós í mínum eygum, fyrr enn eg vísti henni myndina av hundinum. So kundi hon ikki gera annað enn at lofta tí og seta tað í gongd. Hon sá, at tað var tað einasta, sum kundi gerast í mínari støðu. Teknar djór Eitt annað ting, sum Jórunn Davidsen er glað fyri, er at tekna. Hon hevur teknað, síðan hon var heilt lítil, og tað liggur avbera væl fyri við tí kreativa. Tá hon bleiv sjúk, misti hon hugin til alt, sum hon annars var glað fyri, og tí steðg­aði hon eisini við tekningini. Men tá hon fekk Sisu og bleiv glað aftur, byrjaði hon spakuliga at taka tekningina upp aftur. - Tá fann eg útav, at tekningin eisini er eitt sera gott amboð til at sleppa av við nakrar tankar og kenslur. Á Facebook hevur hon sína egnu síðu, Jórunn Art, har hon javn­an leggur myndir út av sínari list, sum er dámd av detalieraðum blýantsstrokum við íblástri frá djórum og náttúruni. Jórunn Davidsen er fødd í Føroyum og hevur skiftivís búð í Føroyum og Danmark og býr í dag í Danmark At eg ansaði hundinum gjørdi, at eg eisini ansaði mær sjálvari