hósdagur 9. mai 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
11
Fólk við tunglyndi og
angist í størri vanda
fyri lívsstílssjúkum
- Um tú mistrívist
sálarliga og sosialt,
hevur tú nógv
minni yvirskot til
at liva heilsugott,
sigur Magni
Mohr, leiðari í
Fólkaheilsuráðnum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
P
ersónar við tunglyndi og angist
eru í nógv størri vanda fyri at fáa
nakrar av teimum vanligu lívs
stílssjúkunum. Tað sigur Magni
Mohr, ph.d. í ítróttarfysiologi og stovns
leiðari í Fólkaheilsuráðnum.
- Tey hava lyndi til at fáa hjartasjúkur,
sukursjúku og aðrar kropsligar lívsstíls
sjúkur áðrenn tey, sum ikki hava tung
lyndi og angist, sigur hann.
Taka tær skeivu avgerðirnar
Møguleikin fyri at hesir bólkar taka skeiv
ar avgerðir á øðrum heilsuøkjum er nevni
liga stórur.
- Tey hava væl størri møguleika fyri
at hava verri mat- og rørsluvanar, og hó
ast eg ikki havi tøl fyri tí, vænti eg, at
møguleikin fyri at enda í rúsdrekka- rús
evnismisnýtslu eisini er munandi størri,
sigur Magni Mohr og vísir á manglandi
yvirskotið í gerandisdegnum.
- Um tú hevur tað ringt við tær sjálvum
og mistrívist sálarliga og sosialt, so hevur
tú nógv minni yvirskot til at liva heilsugott
og røra teg í mun til tey tilmæli, sum eru.
Magni Mohr greiðir víðari frá við støði
í angist:
- Tey, sum hava angist, hava lyndi til at
isolera seg sosialt, og tað gongur út yvir
sosialu heilsuna. Menniskjað er ein sosial
vera, sum hevur tørv á at vera saman við
øðrum menniskjum. Men hevur mann
trupult við at fara út millum fólk, tí mann
er óttafullur, so kemur mann inn í eina
ringrás, har mann hevur trupult við at
taka tær betru avgerðirnar. Tað sama, tá
mann hevur tunglyndi.
Rørsla sum partur av viðgerðini
Ein sunnur lívsstílur hevur í hesum sam
bandi stóran týdning.
- Tað eru sterk prógv fyri, at kropslig
venjing hjálpir fyri angist, sigur Magni
Mohr.
Hann vísir á, at tá mann ger kropsligar
venjingar, aktiverar mann nakrar av teim
um somu lívvirkisligu skipanum í heilan
um, sum antidepressiv evni virka á.
- Tá mann rørir seg, hevur mann eina
betri kropskenslu, og kropskenslan hong
ur í stóran mun saman við, at mann hev
ur frígivið nøkur stoff frá heilanum, sum
geva eina kenslu av eydnu. Tær mekan
ismurnar í heilanum eru tær somu mek
anismurnar, sum millum annað anti
depressiv evni rigga á. Tí kann mann
brúka venjing sum part av viðgerðini,
sum sjúklingar við tunglyndi og angist
fáa, sigur Magni Mohr.
Nýtt fyribyrgjandi
viðgerðartilboð
Men nú verður ein roynd gjørt fyri at
koma ein part av trupulleikanum til lívs.
Ein arbeiðsbólkur við fimm fólkum hevur
seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við at
skipa ein heilsustovn, sum skal minka um
vøksturin av lívsstílssjúkum í Føroyum.
Hetta er eitt samstarv, sum kallast
Heilsuframi, har endamálið í fyrstu atløgu
er at fáa nøkur viðgerðartilboð til fólk,
sum eru í byrjunarstiginum til fólkasjúkur.
Málið er at arbeiða fyribyrgjandi, áðrenn
mann verður so sjúkur, at sannlíkindini
eru so mikið vánalig fyri at blíva heilt
frískur aftur.
- Er mann í teirri støðu, so er tankin
at kunna hjálpa teimum, áðrenn tað
verður verri. Tað, sum eyðkennir nógvar
av teimum stóru fólkasjúkunum, er, at tá
mann fyrst er blivin álvarsliga sjúkur, so
verður mann sendur í viðgerð, og tá eru
sannlíkindini fyri at blíva frískur nógv
minni, enn um mann setur fyribyrgjandi
viðgerð í verk fyrr, sigur Magni Mohr.
Magni Mohr, ph.d. í ítróttarfysiologi og leiðari í Fólkaheilsuráðnum
Tá mann er
óttafullur, kemur
mann í eina ringrás,
har mann hevur
trupult við at
taka tær betru
avgerðirnar