Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 12 TEMA: Fólkasjúkur - Tað er gott hjá einum persóni við angist at koma inn í eitt trygt umhvørvi, har onnur fólk eru, sum kenna til støðuna. Nógv siga, at tá tey koma her, so kenna tey seg góðtiknan, sigur Súsanna Winther Poulsen, starvsfólk í Fountainhúsinum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Á Tinghúsvegnum í Havn liggur Foun­ tain­húsið, sum nógv­ir føroyingar við sosial­ um og sálarligum avbjóð­ing­ um hava leitað sær til seinastu fimm árini. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt arbeiðsrættað re­habiliteringstilboð, sum virk­ ar fyri at geva persónum við av­bjóðingum ein skipaðan ger­ andis­dag við arbeiðsuppgávum og end­ur­venjing av styrkjum – bæði fak­liga, persónliga og sosialt. Fyri góðum mánaða síðani, 3. apríl, vóru fimm ár liðin, síðan virk­semið í Fountainhúsinum byrjaði. Tað vóru Súsanna Winth­ er Poulsen og Súna Mørk, sum tóku stig til Fountainhúsið, og fyrireikingarnar byrjaðu longu í 2010. Í februar 2014 játt­aði Almannaráðið at lata stuðul til Fountainhúsið sum eina sjálv­støð­ uga verkætlan yvir 3 ár, har høvð­ us­endamálið var at kanna tørvin. Tær báðar oddakvinnurnar hava væl og virðiliga prógvað tørvin, og nú er Fountainhúsið komið fast á fíggj­arlógina. Góð móttøka Súsanna Winther Poulsen fegnast um, at Fountainhúsið hevur verið so nógvum fólkum til hjálpar hesi fimm árini. - Tað hevur verið sera væl mót­ tikið, og nógv fólk hava brúkt til­ boðið. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógv fólk hava verið í senn. Í summum tíðarskeiðum hava nógv verið, meðan tað í øðr­um tíðarskeiðum hava verið færri av tí, at fólk jú fara víðari út í arbeiði ella í skúla. Nøkur brúka hetta sum eitt arbeiði, men tey flestu fara víðari til okkurt annað, sig­ur Súsanna Winther Poulsen. Seinastu tíðina hava rættiliga nógv fólk verið knýtt at Fountain­ hús­inum, og í dag liggur talið um tey 40 um vikuna. Øll eru har ikki í senn, og tað er ymiskt, hvussu nógv­ar tímar fólk brúka har. Tað er eisini munur á, hvussu leingi fólk eru í Fountainhúsinum. - Tað kann vera alt frá einum hálv­um ári til trý ár. Tað veldst ofta um, hvussu leingi mann hevur verið sjúkur áðrenn, og hvørj­um mann arbeiðir við. Tess longri, mann hevur verið sjúkur og vekk, tess longri tíð tekur tað, sigur Súsanna Winther Poulsen. Meiningsfulla tilveru og innihald Í Fountainhúsinum er møguleiki fyri at venja teir sosialu og fak­ ligu førleikarnar í einum trygg­ um umhvørvi við hóskandi ferð, sum ein sjálvur avger. Rehabil­ it­eringin snýr seg um at styrkja før­leikarnar hjá tí einstaka á per­ són­liga, fakliga og sosiala øk­inum. Arbeiðs­uppgávur í Fountain­hús­ inum eru eitt nú køkini, skriv­stov­ uni og urtagarðinum. Málið er at fáa hin einstaka at kenna, at ein megnar nakað, at ein er nakað, at tað er brúk fyri einum og við hesum fær styrki til at taka stýr­ing av egnum lívi. Tað hevur stór­an týdning, at mann hevur okk­urt at gera og er ein partur av samfelagnum uttan at føla seg uttanfyri, soleiðis at tilveran kenn­ist meiningsfull. Tað hevur nógv at siga at skapa rela­tiónir og gagnnýta hetta. - Konseptið her koyrir millum annað uppá, at tá mann blívur bet­ ur fyri, so kann mann vera við til at uppbyggja umhvørvið her og stuðla øðrum við at koma í gongd. So følir mann eisini, at mann er nakað fyri onnur, og tað er sera um­ráðandi, tí tað kann byggja fólk upp, sigur Súsanna Winther Poul­sen. At føla seg øðrvísi og miseydnaðan Tað eru nøkur ting, sum ganga aftur hjá persónunum, ið brúka Fountainhúsið. Súsanna greiðir frá: - Fleiri hava kent seg øðrvísi uppá onkran máta. Onkur hev­ ur kanska havt nakrar keðiligar upp­livingar sum barn og hev­ ur ikki fótað sær ordiligt í upp­ vøkstr­inum. Nógv hava upp­ livað happing, og tað kann vera sera skaði­ligt. Hevur mann havt av­bjóð­ingar sum eitt nú orð­ blindi uttan at hava fingið nóg góða hjálp í skúlanum, kann tað eisini hava stóra ávirkan. Samanumtikið kann tað fáa stórar avleiðingar, um mann hevur følt seg miseydnaðan ov leingi sum barn. Tunglyndi og angist Ein stórur partur av avbjóð­ing­ un­um hjá nógvum av teimum, sum hava sína dagligu gongd í Foun­tainhúsinum, er tunglyndi og angist. - Tá mann ikki hevur tað gott og ikki følir, at mann passar inn, so eru tunglyndi og angist ofta ein natúrlig avleiðing av tí. Tað síggja vit javnan her, men summi kunnu væl fyrihalda seg til diagnosur, meðan onnur ikki kunnu tað, sigur Súsanna Winther Poulsen og vísir á, at hesar báðar diagnosurnar ofta fylgja við øðrum sálarligum og sosialum avbjóðingum. - Fólk kenna seg góðtiknan her Umhvørvið í Fountainhúsinum kann vera ein stór hjálp til fólk, sum stríðast við angist. - Tað er gott hjá einum persóni við angist at koma inn í eitt trygt umhvørvi, har onnur fólk eru, sum eisini kenna til støðuna. Nógv siga, at tá tey koma her, so kenna tey seg góðtiknan. Kanska mann ikki følir seg góðtiknan aðrastaðni, og tí hevur tað stóran týdning fyri tey at vita, at tað er í lagi at hava tað soleiðis, sigur Súsanna Winth­ er Poulsen. Ofta kann angist vera so um­ fat­andi, at tað forðar fólki í at hava ein vanligan gerandisdag. Tað er sera ymiskt frá persóni til persón, hvørjar støður í gerandisdegnum gera, at mann følir angist, og tí verð­ur atlit í stóran mun tikið til tann einstaka. - Um tað er onkur, sum ikki torir at koyra bil, so fara vit út at venja tey at koyra bil, og hevur onk­ur ótta fyri at koyra buss, so venja vit viðkomandi upp við at fara busstúrar. At fara beinleiðis At fara beinleiðis út í tær ítøkiligu støðurnar er ofta tað besta, tí tá kunnu tey uppliva, at tað ikki er so vandamikið hóast alt Tað trygga umhv hevur stóran týdning Fountainhúsið fimm ár: