hósdagur 9. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
13
út í tær ítøkiligu støðurnar er ofta
tað besta, tí tá kunnu tey uppliva,
at tað ikki er so vandamikið hóast
alt.
Uppá hendan mátan verður
tann meiningsfulla tilveran skapt
í samráð millum starvsfólkini og
einstaklingin.
- Tey fortelja okkum, hvørji
teirra ynski eru, og hvat tey
droyma um. So seta vit nøkur mál
í felag í mun til tey tingini, sum vit
kunnu bjóða. Um vit ikki hava tað,
sum viðkomandi ynskir, so kunnu
tey gera nøkur ting her, sum tey
sjálvi finna uppá og hava tørv á,
sigur Súsanna Winther Poulsen
og vísir á kropsligt og skapandi
virksemi sum fitness og listaverk
stovu.
Sálarsjúka meira góðtikið
Eitt er vist, og tað er, at Fountain
húsið eigur eitt stórt íkast til, at
sálarsjúkur eru vorðnar meira góð
tiknar í føroyska samfelagnum í
dag. At avstigmatisera sálarligar
avbjóðingar hevur nettupp eisini
verið eitt av málunum hjá Foun
tainhúsinum frá byrjan av.
- Fountainhúsið hevur havt
sera stóran týdning, og tað hoyra
vit eisini millum fólk. Teir bestu
ambassadørarnir fyri virksemin
um í Fountainhúsinum eru tey,
sum hava verið her hjá okkum, og
tey lata væl at. Tá fólk fara út og
fortelja sína egnu søgu, so gevur
tað sera nógv, sigur Súsanna
Winther Poulsen og sipar til tær
tríggjar dokumentarsendingarnar
“Aftur til lívið”, sum Kringvarp
Føroya hevur víst í vár.
- Sendingarnar hava verið
upplýsandi bæði fyri tey, sum
hava sálarligar avbjóðingar, tey
avvarðandi og fyri onnur í sam
felagnum. Fleiri hava vent sær til
okkum aftaná hesar sendingarnar,
og vit hava bara fingið positivar
afturmeldingar.
Súsanna Winther Poulsen legg
ur dent á, at avstigmatiseringin
av sálarsjúkum er eitt samspæl
við aðrar aktørar, sum eisini eiga
stóran lut í arbeiðnum.
- Sinnisbati er øgiliga sjónligt
og hevur gjørt eitt megnar arbeiði.
Vit hava eisini sera gott samstarv
við Almannaverkið, tí mann kann
fara til arbeiðsroynd her sum lop
fjøl, áðrenn mann fer út á arbeiðs
marknaðin.
Tørva størri pláss
Hesi fimm árini við Fountainhús
inum hava verið gevandi fyri tær
báðar Súsonnu Winther Poul
sen og Súnu Mørk, sum stovn
aðu Fountainhúsið. Tá tær ar
beiddu á psykiatiska deplinum
sóu tær tørvin á einum rehabil
iteringstilboði, tí tey, sum vórðu
útskrivað úr psykiatisku deild
manglaðu okkurt at koma út til.
- Tað er spennandi at menna
konseptið, tí tað er so fleksibult.
Tilboðini kunnu broytast alt
eftir teimum, sum eru her, og tey
kunnu sjálvi vera við til at avgera
innihaldið í tí, sum gongur fyri seg.
Uppá hendan mátan er virksemið
myndað av, hvørji fólk eru her og
hvørji áhugamál tey hava, sigur
Súsanna Winther Poulsen.
Hóast Fountainhúsið er í ein
um hugnaligum umhvørvi við
góðum hentleikum og atkomuvið
urskiftum mitt í býnum, so ásanna
starvsfólkini, at har er við at blíva
í so trongt.
- Vit hava ætlanir um at fáa
meira pláss, tí tað byrjar at blíva
ov lítið her. Vit hava hølir og støð
aðrastaðni, sum vit kunnu brúka,
men vit hava í øllum førum tørv á
meira plássi í húsinum her, sigur
Súsanna Winther Poulsen.
Teir bestu
ambassa
dørarnir fyri
virkseminum
í Fountain
húsinum eru tey,
sum hava verið
her hjá okkum
vørvið
Fountainhúsið heldur til í í Heinesenshúsi á Tinghúsvegnum í hugnaligum og stimbrandi umhvørvi